Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juli 2013 · Nr. 78 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Annika mist álitið á Petru Atfinningarnar móti sparingum á eldraøkinum eru somikið tyngjandi fyri landsstýriskvinnuna, at hon fyri tveimum vikum síðani fór undir tilgongdina at siga stjóranum úr starvi. Sjálv sigur Annika Olsen, at hon alt ov seint varð kunnað um spariætlanirnar innan økið. Jón Brian Hvidtfeldt – Sum landsstýriskvinna má eg fáa tingini at vita í góðari tíð. Tað sigur Annika Olsen, sum hevur sent stjóran fyri Almannaverkið til hús. Frá­ faringaravtalan er undir­ skrivað 5. juli, og hon frítekur Petru Johnsdóttir Joensen fyri allar uppgávur, sum hon annars hevur røkt úr stjóra­ sessinum á Almanna­verki­ num. Tó skal hon vera til taks ”at ráðgeva um saman­legg­ ingartilgongdina í Almanna­ verkinum og svara fyri­ spurningum, ið kunnu stinga seg upp í samband við eitt komandi stjóraskifti,” sum tað er orðað. Rembingarnar innan eldra­ økið hava verið ógvusligar síðstu mánaðirnar. Tørvurin á pengum er størri enn játtanin á fíggjarlógini, og sparingarnar í kjalavørrinum á hesum veruleika raka hart. Landsstýriskvinnan royn­ di at taka broddin av frá­boð­ aðu sparingunum við eini eykajáttan, ið løgtingið sam­ tykti 8. mai. Men økið manglar framvegis pengar, og kritikkurin er harður. Eitt nú er áhugafelagsskapurin Eldramálið sprottin bein­ leiðis burtur úr støðuni. Annika Olsen er eftir øllum at døma eisini merkt av støðuni. – Eg havi havt fund við leiðslurnar á ellisheimunum. Eg havi fingið nógv inntryk av støðuni innan eldraøkið. Og sum landsstýriskvinna kann eg ikki liva við, at ógvuslig inntriv verða gjørd í lívið hjá okkara gomlu, sigur Annika Olsen. Og sambært landsstýris­ kvinnuni kom kunningin um fráboðaðu sparitiltøkini alt ov seint. – Kunningin um avleið­ ing­arnar av sparingunum kom ov seint, sigur Annika Olsen við greiðari adressu til Almannaverkið. Tann støðan er, sambært landsstýriskvinnuni, somikið tyngjandi, at hon hevur mist álitið á Petru Johnsdóttir Joensen. Yvirlitið Eykajáttanin til eldraøkið á 4,1 milliónir krónur tekur sum longu nevnt bara brodd­ in av sparingunum. Neyðugt verður tí við eykajáttan afturat. Viðurskifti, ið and­ støðan vísti á, longu tá eykajáttanin var viðgjørd og samtykt 8. mai. Men sambært lands­ stýriskvinnuni hevur hon framvegis ikki fult yvirlit yvir støðuna. Ta yvirlitið hevur Annika Olsen tí biðið sín aðalstjóra um at útvega sær. Eyðun Mohr Hansen er virkandi stjóri í Almanna­ verkinum, til annar stjóri er funnin. - Eg vil hava eitt neyvt yvirlit og innlit í fíggjar­ støðuna hjá Almanna­verki­ num, áðrenn vit kunnu leggja eina eykajáttanarlóg fyri løgtingið á ólavsøku, sigur Annika Olsen. Kundi tú ikki fingið tað yvirlitið, uttan at koyra stjór­ an frá? - Tað er nakað, sum bendir á, at tað bar ikki til, svarar Annika Olsen stutt. Bygnaðurin Almannaverkið hevur ver­ið fyri umfatandi bygnaðar­ broytingum í kjalarvørrinum á samanleggingini av Al­ mannastovuni og Nærverki­ num. Eldraøkið varð hildið uttan fyri bygnaðar­broyt­ ingarnar við tí grundgeving, at økið ætlandi skal leggjast út til kommunurnar 1. januar. Nú skal bygnaðurin kortini broytast. – Ja, næsta stóra upp­ gávan verður at hyggja eftir bygnaðinum í eldraøkinum, sigur Annika Olsen. Verandi bygnaðurin inn­ an eldraøkið hevur verið fyri atfinningum, bæði úr løg­ tinginum, sum skuldi játta fleiri pengar til økið, og úr kommununum, sum ætlandi skulu yvirtaka økið á nýggj­ árinum. Eldraøkið feldi Petru Petra Johnsdóttir Joensen hevur verið stjóri á Almannastovuni síðani ár 2000. Í september 2011 varð hon mett at vera rætti persónur at standa á odda fyri nýggja Almannaverkinum. Men tá eldraøkið kom í ódnarveður av spariætlanum, varð stjórin send til hús. Jón Brian Hvidtfeldt – Ja, eg eri søgd úr starvi. Tað váttar Petra Johns­ dóttir Joensen, nú fyrr­ verandi stjóri á Almanna­ verkinum. Út frá gongdini í máli­ num tykist greitt, at tru­ pulleikarnar innan eldra­ økið eru beinleiðis orsøk til, at stjórin fyri Al­ manna­verkið nú er søgd úr starvi. – Tørvurin innan eldra­ økið er størri enn játtanin til økið. Tí má økið skipast øðrvísi enn í dag. Og tilgongdin í samband við tillagingina av økinum hevur eftir øllum at døma havt ov nógva órógv við sær, sigur Petra Johns­ dóttir Joensen. Nú fyrrverandi stjórin fyri Almannaverkið ynsk­ ir ikki at útgreina orsøk­ ina nærri. Beinleiðis spurd, um órógvin innan eldraøkið er orsøkin til uppsøgnina, svarar Petra Johnsdóttir stutt: – Spyr Anniku Olsen. Petra Johnsdóttir Joen­ sen heldur ikki, at hon kundi gjørt nakað øðrvísi, og hon metir tí heldur ikki, at uppsøgnin er í lagi. – Nei, eg føli ikki, at uppsøgnin er í lagi. Eg havi verið glað fyri mítt arbeiði, og tað er tí við sorgblídni, at eg eri farin úr starvinum, sigur Petra Johnsdóttir Joensen. Fløkjan Eldraøkið varð hildið uttan­fyri, tá umfatandi bygnaðarbroytingar vórðu gjørdar í sam­ anlagda Almanna­verki­ num. Tað komst av, at eldraøkið eftir ætlan skal leggjast út til kom­mun­ urnar at umsita 1. januar. Í dag er eldraøkið býtt mill­ um land og kom­munur. Kommunurnar byggja og eiga fysisku karmarnar, meðan landið skal gjalda fyri raksturin. Hartil eru fleiri ellisheim sjálvsogn­ arstovnar. Fløkti bygnaðurin hev­ ur gjørt tað trupult at stýra økinum, ikki minst útreiðslunum. Og bygn­ aðurin hevur gjørt støð­ una uppaftur truplari, nú eldraøkið skal fremja sparingar sum avleiðing av manglandi lønar­fram­ skriving seinasta árið. Al­ mannaverkið hevur stað­ ið fyri tí spariætlanini. Og tann uppgávan elvdi eftir øllum at døma til somikið nógv rumbul og órógv, at stjórin á Almannaverki­ num nú er send til hús. Petra fær løn í eitt ár Uppsagdi stjórin á Almannaverkinum fær løn í eitt ár, nú hon er koyrd til hús. Rokningin til fíggjarliga sperda Almannaverkið er út við 700.000 krónur. Jón Brian Hvidtfeldt Løn í eitt ár, frá 1. august at rokna. Tað er rokningin, ið Almannaverkið skal gjalda fyri at sleppa av við sín stjóra beinanvegin. Sambært fráfaring­arav­ tal­uni, sum er undirskrivað 5. juli, fer Petra Johnsdóttir Joensen úr stjórastólinum beinanvegin. Hon skal tó vera til taks at ráðgeva um samanleggingartilgongdina í Almannaverkinum og at svara fyrispurningum, ið kunna stinga seg upp í samband við at stjóraskifti fer fram. Sambært avtaluni kann hetta arbeiði gerast heimanifrá. Lønin Petra Johnsdóttir Joensen er lønt í 39. lønarflokki sum tænastumaður. Mánað­ar­løn­ in er 52.661 krónur, umframt fimm prosent í serligari við­ bót fyri at fremja bygnaðar­ broytingar í Almanna­verki­ num. Tilsamans er talan um 55.294 krónur um mánaðin, og stjóralønin í eitt ár er tí 663.528 krónur. Harumframt eigur Petra Johnsdóttir Joensen feriu til góðar. Sambært fráfaring­ aravtaluni fær hon seinastu lønarflytingina frá Almanna­ verkinum síðst í september næsta ár. Annika Olsen dugir í dag ikki at siga, hvar hon finnur pengarnar til stjóraskiftið. – Tað mugu vit hyggja uppá, svarar Annika Olsen stutt. Umframt lønina hevur Petra Johnsdóttir Joensen rætt til eftirløn sum tæn­ astu­maður.