týsdagur 9. juli 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. juli 2013 · Nr. 78
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra
mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Dinna Dalsgarð
Argir
andaðist og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk til heimahjálparararnar,
umlættingarheim, landssjúkrahúsið og onnur,
sum trúliga vóru um hana, lívgaðu og veitti
henni góða umsorgan og røkt.
Tøkk fyri vitjanir, tøkk til fólk frá Reyða Krossi
fyri trúfesta vitjan og umsorgan fyri mammu.
Tøkk fyri góð og troystarrík orð
í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til sangarar og tykkum øll, sum hjálptu til
við jarðarferðina og við ervinum í KFUK.
Tøkk fyri heilsanir, kransar og blómur, og tøkk
fyri gávur til at byggja nýggja kirkju á Argjum.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu mammu til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Børnini
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu
samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi,verpápi,
abbi og langabbi
Magnus S. Joensen
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar, peningagávur til
kirkjuna, vitjanir og uppringingar.
Tøkk til prest fyri góð og troystarrík orð, tøkk
til kirkjutænarar, tykkum, sum bakaðu og
hjálptu til við ervinum, og til bygdarhúsið.
Eisini eina stóra tøkk til tykkum á Mørkini og
á Landssjúkrahúsinum, sum vóru so góð við
okkum ta tíðina, vit vóru har.
Tøkk til tann stóra skaran, ið fylgdi honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi.
Gudrun
Jacob Pauli, Harriet, Gunnbjørn
og Hans Andrias v/ familjum
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá okkara kæra mamma,
vermamma,omma, langomma og olduromma
Rosa Højgaard
Skála
andaðist og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk til heimahjálpirnar og tykkum
øll, sum so trúliga vitjaðu mammu.
Tøkk til Símun prest fyri góða talu. Tøkk til
kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravara og
tykkum, sum á einhvønn hátt hjálptu til við
jarðarferðina og ervið.
Somuleiðis takka vit sambýlunum og
ellisheiminum fyri góða røkt og umsorgan.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávu til
Javna, og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Børnini