Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 10. juli 2013 · Nr. 78 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Byrjar 16.sept. 2013 Vinnu kaVaraskeið faroedive@faroedive.fo • tel. 218929 Commercial Diver Training Facility Sosialurin 341800 Summarfrí Skrivstovan er stongd vegna summarfrí frá mánadegnum 15. juli 2013. Opið verður aftur mánadagin 12. august 2013. Staravegur 17 Postsmoga 3258 110 Tórshavn Telefon 34 34 34 Telefaks 34 34 35 spekt@spekt.fo www.spekt.fo Hevur tú áhuga í at royna teg sum undir­ vísari og granskari innan søgu og samfelag, so hava vit tvey tíðaravmarkað størv í 1 ár, við ávísum møguleika til leingjan. Annað er vísindaligt hjálparfólk og hitt er náms­ lektari. Annað starvið er í høvuðsheitum eitt gransk ara starv, hitt starvið er í høvuðsheitum eitt undirvís ingarstarv. Vísindaligt hjálparfólk Hetta starvið er knýtt at eini tvørvísinda­ ligari verkætlan um føroysk samfelags­ viðurskifti í 1800­talinum, byrjað á Søgu­ og Sam felags deildini við stuðli frá Granskingarráði Føroya. Tín uppgáva verð­ ur at arbeiða við skjølum, dokumentasjón og dátuviðgerð. Eisini vænta vit, at tú í samstarvi við granskingarbólkin í ávísan mun fert at luttaka í skriviarbeiði, eitt nú at gera samandráttir og arbeiðsútkast. Førleikakrøv Vit ímynda okkum, at tú hevur eina master­ útbúgving í søgu ella samfelagsvísindum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við tvørvísindaligum arbeiði. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur royndir við arkiv arbeiði, kennir til brúk av dátugrunnum, royndir við at lesa eldri skrift og annars aðrar metodiskar royndir. Hevur tú við­ komandi bachelorútbúgving, ert tú eisini vælkomin at søkja. Námslektari Tann, ið sett/ur verður í hetta starvið, kemur í høvuðsheitum at takast við undir­ vísing innan grundfakini á Søgu­ og Sam­ felags deildini, alt eftir hvørjar førleikar viðkomandi hevur. Tað er ein fyrimunur, um tú kanst dekka partar av fleiri enn einari av okkara útbúgvingum, til dømis um tú hevur ein samansettan master. Eftir nærri avtalu ber eisini til at fáa tillutað part av tíðini til gransking, ið skal verða innan tey av deildini raðfestu økini. Nærri kunning um granskingarøki og útbúgvingar á Søgu­ og Samfelagsdeildini finnast á www.setur.fo. Førleikakrøv til námslektarastarvið Námlektari skal hava góðan fakligan og náms frøðiligan førleika, vísindaligan før­ leika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing. Serligan týdning hevur tað, at víst verður á, hvørjar pedagogiskar førleikar ein hevur. Umsókn Umsókn við viðkomandi skjølum, cv, prógv­ um o.a, umframt møguligum vísindaligum av rikum, vera at senda til: umsokn@setur. fo í seinasta lagi mánadagin 5. august 2013, kl. 12. Tilskilast skal í umsóknini, hvat av størv unum søkt verður. Sett verður setanarnevnd at meta um før­ leikar umsøkjaranna. Onnur viðurskifti: Bæði størvini ynskjast sett skjótast til ber. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og avvarðandi yrkis felag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til Hans Andrias Sølvará, deildar­ leiðara (tlf. 292583; mail: hansas@setur.fo) ella til Gest Hovgaard, lektara (tlf. 292595; mail: gesturh@setur.fo). Upplýsingar um virksemið á Fróðskapar­ setrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo. 2 tíðaravmarkað størv á Søgu­ og samfelagsdeildini Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 110 Tórshavn • www.setur.fo www.gevidblod.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.