Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Juli 2013 SOSIALURIN oyggjaleikirnir 2 1939 oyggjaleikirnir 2013 Nú skal kappast L eygardagin byrja 15. Oyggjaleikirnir. Bermuda er vertur fyri leikirnar hesaferð, og frá leygardegnum og eina lítla viku fram skulu 24 oyggjalond kappast í 14 ítróttargreinum undir sólini á Bermuda. Oyggjaleikinir verða hildnir annaðhvørt ár, og ítróttar­ greinarnar verða valdar av einum lista við 18 ítróttar­grein­um. Nakrar ítróttargreinar eru kravdar at verða við, meðan aðrar kunnu skiftast, alt eftir hvat vertsoyggin vil bjóða fram. Føroyar luttaka við hundrað ítróttarfólkum, venjarum og leiðarum, og ítróttarfólk eru við í 12 ítróttargreinum. Hetta samsvarar væl við luttøkuna, sum hevur verið undanfarin ár. Aðrar oyggjar senda munandi færri ítróttarfólk til Bermuda, tí ferðakostnaðurin og uppihald er dýrari enn á undan­ farnum leikum. Avbjóðingin hjá fleiri er blivin enn størri av, at búskaparkreppa eisini ger um seg ymsastaðni, og tað tí er blivið truplari at finna stuðlar. Byrjanin Alt byrjaði á Isle of Man í 1985, tá ið skipað varð fyri eini ítróttar­ kapping fyri oyggjalond. Hetta skuldi verða ein ítróttar­hátið, sum skuldi verða einaferð. Geoffrey Corlett var fyrsti leiðarin fyri Oyggjaleikirnar, og hann setti seg í samband við nakrar oyggjar fyri at fáa tær at senda ítróttarfólk til kappingina á Isle of Man. Endin var, at 600 ítróttarfólk úr 15 oyggjum vóru við í sjey ymiskum ítróttargreinum á fyrstu Oyggjaleikunum, og tað, sum bert skuldi havt verið ein kapping í 1985, gjørdist eitt afturvendandi tiltak, sum nú verður hildið fyri 15. ferð. Orsøkin var fyrst og fremst, at fyrstu leikirnir lukkaðust sera væl, og oyggjarnar hildu seg hava brúk fyri einari kapping hesum slagi. Føroyar hava einaferð verið vertir fyri Oyggjaleikirnar – tað var í 1989, tá ið triðju Oyggjaleikirnir vórðu hildnir. Føroyar hava øll árini verið ein av virknastu luttakarunum á Oyggjaleikunum, og nú liggja Føroyar fram við at fáa leikirnar aftur í 2019. Hetta verður endaliga staðfest á aðalfundi hjá Oyggjaleikafelagsskapinum næsta summar. Lovar bestu leikirnar Jon Beard er formaður fyri Oyggjaleikanevndina á Bermuda, sum seinastu árini hevur fyrireikað leikirnar, ið byrja um vikuskiftið. Hann lovar, at leikirnir á Bermuda verað teir bestu leikirnir nakrantíð. – Vit vita, at tað eru fíggjarligar avbjóðingar við luttøkuni á Bermuda hesferð, men vit kunnu lova øllum oyggjunum, at tað verður kostnaðin vert at luttaka á leikunum hesaferð, sigur Jon Beard. – Vit hava sera góðar kappingarfasilitietir, veðrið er gott og fólkini fyrikomandi. Fyri mong verður hetta ein uppliving fyri lívið, og vit vilja tí geva øllum bestu leikirnar nakrantíð, sigur Jon Beard. Ítróttasamband Føroya Oda blOggaR Á bERMUda 13. juli til 19. juli 2013 vera Oyggjaleikirnir á Bermuda. Okkara umboð á staðnum, Oda Andreasen, fer dagliga at blogga frá leikunum. Fylg við Odu á trygging.fo ella /tryggingarfelagid Eini 1800 ítróttarfólk fara í eina viku at kappast í 14 ítrótta­ greinum á 15. Oyggjaleikunum, sum verða hildnir á Bermuda. Føroyar eru millum best mannaðu oyggjarnar á leikunum hesaferð Oyggjaleikir 2013 Redaktørur: Eyðun Klakstein Blaðfólk: Hilmar Jan Hansen, Tróndur Arge, Jákup Mørk og Heri Simonsen Myndir: Álvur Haraldsen Layout: Pætur eyðunsson Jensen