týsdagur 9. juli 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Juli 2013
SOSIALURIN
oyggjaleikirnir
4
1939
oyggjaleikirnir 2013
Ítróttasamband
Føroya
Vit stuðla ikki bara einum liði
vit stuÐla eini tjóÐ
Oyggjaleikirnir eru í toppformi
– Tað er eingin trupulleiki, at luttakaratalið á Oyggjaleikunum sveiggjar
frá ferð til ferð, tí áhugin fyri at verða við er sera stórur, sigur Jørgen
Pettersson, sum er formaður fyri altjóða Oyggjaleikanevndina
Eyðun Klakstein
Oyggjaleikirnir eru sterkari enn nakrantíð, og teir
hava skapt stóra ítróttarliga menning á oyggj
unum, sum hava luttikið í leikunum hesi 28 árini,
leikirnir hava verið hildnir.
Tað heldur Jørgen Pettersson, sum er
formaður fyri altjóða Oyggjaleikanevndina –
International Island Games Association, IIGA.
– Eg havi verið við í Oyggjaleikum frá byrjan,
og eg havi sæð, hvussu ótrúliga nógv ítróttar
fólkini, kappingarnar og leikirnir hava ment seg
hesi árini. Oyggjaleikirnir hava tað framúr gott,
nú vit fara til Bermuda, sigur Jørgen Pettersson.
– Oyggjaleikinir hava givið ítróttarfólki á
oyggjunum altjóða avbjóðingar á góðum stigi, og
tað hevur verið við til at ment ítróttarfólkini og
ítróttargreinarnar á teimum oyggjunum. Eisini
hava vit sæð, at oyggjarnar hava fingið royndir í
at skipa fyri stórum altjóða kappingum.
Rætti møguleikin
Tá ið Oyggjaleikinir vóru fyrstu ferð í 1985, vóru
700 ítróttarfólk úr 15 oyggjum við á leikunum.
Síðani er luttakaratalið vaksið munandi, og hóast
onkur sveiggj hava verið – tí summir leikir hava
verið dýrari at luttaka á enn aðrir – so er generelli
áhugin fyri Oyggjaleikunum nógv vaksin.
Seinastu tríggjar leikirnar hava millum 2200
og 2400 ítróttarfólk luttikið í kappingunum.
– Øll vilja kappast í altjóða samanhangi, um
tey fáa kjansin til tað. Tað er ein stór og hugalig
avbjóðing, og Oyggjaleikirnir hava givið ítróttar
fólki, sum annars ikki høvdu so lætt við at fáa
hendan kjansin, ein møguleika at verða við í
altjóða kapping. Tí eru Oyggjaleikinir blivnir ein
suske, heldur Jørgen Pettersson.
Nógv færri á Bermuda
Luttakaratølini fyri Oyggjaleikirnar vísa, at tað
gongur eitt sindur upp og niður við luttakara
talinum. Seinastu árini hevur tað mest gingið
upp. Á leikunum á Guernsey í 2003 vóru 2129
ítróttarfólk við. Síðani minkaði talið munandi til
leikirnar í Hetlandi í 2005, sum vóru avbjóðandi
við kostnaði og ferðing. Á næstu leikunum
vaks talið væl upp um tvey túsund aftur, men
nú Bermuda er vertur fyri leikirnar, verða 1225
ítróttarfólk við. Orsøkin er, at ferðingin til
Bermuda og uppihaldið har er ein stór avbjóðing
– serliga fíggjarliga – fyri flestu oyggjarnar. Tí
hava Oyggjaleikirnir mist eini túsund ítróttarfólk
hesaferð.
Jørgen Pettersson sær tó ikki tann stóra
trupulleikan í hesum.
– Vit vistu frá byrjan, at leikirnir á Bermuda
fóru at verða ein stór avbjóðing, og at tað fóru
at verða færri luttakarar. Men tað gongur upp
og niður, tá ið kostnaðurin fyri ferð og uppihald
hækkar og lækkar, og tað tola vit. Tá ið leikirnir
vóru í Hetlandi minkaði luttakaratalið, og
vit kunnu eisini rokna við, at luttakaratalið í
Føroyum í 2019 verður minni enn tað er nógva
aðrastaðni.
– Á leikunum á isle of Wight fyri tveimum
árum síðani var fimtahvørt ítróttarfólk antin
fótbóltsspælari ella kurvabóltsspælari, og tað er
serliga liðítrótturin, sum verður verri umboðaður
á Bermuda. Tað síggi eg ikki sum tann stóra
trupulleikan, tí tey koma viðaftur næstu ferð, og
hesaferð fáa aðrar ítróttargreinar so betri umtalu
og pláss á leikunum, sigur Jørgen Pettersson.
– Harafturat skulu vit eisini kunna hava
leikirnar á Bermuda, í Hetlandi og í Føroyum,
sigur Jørgen Pettersson.
eydun@sosialurin.fo
– Føroyar eru sera væl egnaðar til at hýsa Oyggjaleikunum. Tit hava góð ítróttaranlegg, tit duga
væl at fyriskipa, eru blíð og fyrikomandi, og eg havi eina greiða kenslu av, at fólk standa saman um
Oyggjaleikirnar, sigur Jørgen Pettersson, formaður í altjóða Oyggjaleikanevndini
Mynd: Álvur Haraldsen
Altjóða Oyggjaleikanevndin ætlar, at Oyggja
leikirnir í 2019 verða hildnir í Føroyum.
Oyggjarnar samdust fyri nøkrum árum síðani
um, at tað skuldi ikki verða beinleiðis kapping
um at fáa leikirnar, men oyggjarnar skuldu
samráðast seg til, hvør skuldi hýsa Oyggja
leikunum. Og semja er um, at Føroyar fáa
leikirnar í 2019.
– Ein avbjóðing er sjálvandi golfvøllurin,
sum tað er brúk fyri til Oyggjaleikirnar, og eg
vóni, at føroyingar fáa gjørt hendan vøllin,
sigur Jørgen Pettersson.
– Føroyar eru sera væl egnaðar til at hýsa
Oyggjaleikunum. Tit hava góð ítróttaranlegg,
tit duga væl at fyriskipa, eru blíð og fyri
komandi, og eg havi eina greiða kenslu av,
at fólk standa saman um Oyggjaleikirnar,
sigur Jørgen Pettersson. Hann rósar eisini
forsetanum í Ítróttarsambandinum, Petur
Elias Petersen, fyri at gera eitt sera gott
arbeiði í sambandi við ítróttin og Oyggja
leikirnar.
– Í heyst skulu Føroyar lata eina formliga
umsókn til Oyggjaleikanevndina, og so vænti
eg, at tað verður staðfest endaliga næsta
summar, at leikirnir í 2019 verða hildnir í
Føroyum, sigur formaðurin í IIGA.
eydun@sosialurin.fo
Føroyar fáa leikirnar