Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Juli 2013 SOSIALURIN oyggjaleikirnir 6 1939 súkkling & fjallasúkkling Ítróttasamband Føroya Vit stuðla ikki bara einum liði vit stuÐla eini tjóÐ Torkil Veyhe er heiðursmerkjavónin Fimm mans umboða Føroyar í fjallasúkkling Íðkandi landsliðsvenjarin hjá súkklulandsliðnum er ikki í iva. Torkil Veyhe er heiðursmerkjavónin. Súkklararnir hava brúkt nógvar venjingartímar í hitanum í svimjihøllini í Havn, fyri at venja seg við at súkkla í nógvum hita Høgni R. Øster hevur vónir um, at Helgi Winther Olsen fer at gera ein vørr í fjallasúkklingini á Bermuda, har kappast verður í tveimum ymiskum teinum Heri Simonsen Torkil Veyhe, Jóanis Albert Nielsen, Bogi Kristiansen, Guðmundur Joensen, Gunnar Dahl Olsen og Súsanna Skylv Sørensen, sum skulu kappast fyri Føroyar í teimum siðbundnu súkkluteinunum á oyggjaleikunum á Bermuda. Á oyggjaleikunum er skráin fyri súkklingina rættiliga føst. Kappast verður fyrst í landavegssúkkling, ella »roadrace«, sum tað verður nevnt á enskum. Talan er um ein tein, sum er millum 100 og 140 kilometrar. Eftir tað kemur einkultstarturin, sum verður ótrúliga langur í mun til hvat føroysku súkklararnir eru vanir við. Tá skulu meir enn 40 kilometrar súkklast. Seinasta kappingin er býarsúkklingin, ella »Criterium«, sum kappingin verður nevnd á enskum. Tá verður koyrt í ein tíma pluss fimm umfør aftrat. Torkil Veyhe er stóra vónin Gunnar Dahl Olsen blunkar ikki, tá hann verður spurdur um hvør er tann stóra føroyska heiðursmerkjavónin, tá tað kemur til súkklingina. – Tað er heilt víst, at eg havi góðar vónir til Torkil Veyhe. Hann hevur ment seg ótrúliga nógv tey seinnu árini hann hevur búð niðri í Danmark, har hann hevur tikið lut í nógvum kappingum. Hann hevur strítt seg upp til tann sterkasta bólkin í Danmark, har hann hevur fingið góð úrslit, har hann hevur koyrt aggresivt, og hevur verið har, sum tað hendir nakað. Torkil hevur staðið sterkur í myndini higartil í ár, so eg havi ótrúliga góðar vónir, at hann fer at standa seg væl á Bermuda, slær Gunnar fast. Hava vant í svimjihøllini Gunnar og súkklararnir hava gjørt nógv burturúr, fyri at venja seg við hitan á Bermuda. Nógv hevur verið vant á kondisúkklum uppi í svimjihøllini í Havn, fyri at hava ein temperatur at súkkla í, sum í størst møguligan mun minnir um hitalagið á Bermuda. Súkklararnir hava eisini verið skjótir at renna og fylla sær vatnfløskurnar av nýggjum, tí teir hava veruliga sveitta fyri søkini í svimjihøllini í Havn. So er at vóna, at nágreiniligu fyrireikingarnar fara at geva úrslit. heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Fimm mans fara at umboða Føroyar í fjalla­súkklingini á oyggjaleikunum á Bermuda. Teir eru Helgi Winther Olsen, Bogi Kristiansen, Jógvan Højgaard, Sigmund Olsson og Høgni R. Øster. Fjallasúkklararnir skulu kappast í tveimum teinum. Tann eini nevnist »Criterium« á enskum. Talan er um eina 50 minuttir kapping, har kappast verður á einum avmarkaðum øki, har ein kemur oftani runt á teininum. Hendan kappingin gerst ofta intens, greiðir Høgni R. Øster frá. Hin teinurin er ein teinur, sum stendur til at verða millum 100 og 110 minuttir. Tá er talan um eitt størri øki, sum kappast verður á, og um eina kapping, sum er minni teknisk, enn kappingin á tí styttra teininum. Frægast vónir um Helga Spurdir hvør er frægasta vónin hjá Føroyum í fjallasúkklingini, er Høgni R. Øster ivaleysur, og staðfestir, at tað er Helgi Winther Olsen. Helgi Winther Olsen hevur tikið lut í danmarks­ meistara­skapinum í vikuskiftinum, og hevur fingið eina góða endastøðu. Tó heldur Høgni, at vónirnar til Sigmund Olsson til ta stuttu kappingina, ikki eru heilt sørar. – Kanska Sigmund á einum góðum degi kann gera ein vørr, sigur ein vónríkur Høgni. Ein liðkapping verður eisini tann dagin, tá kappast verður á tí longra teininum, og har heldur Høgni, at vónirnar eru ikki heilt sørar fyri einum góðum úrsliti. – Har verða sterk lið at kappast ímóti, men vit fara so at gera okkara besta, staðfestir Høgni. Hevur ikki vant í svimjihøllini Høgni hevur ikki gjørt, sum súkklulandsliðið hjá Gunnari Dahl Olsen, sum hevur vant á kondisúkklum í svimjihøllini í Havn, fyri at kunna súkkla í høgum inni-temperaturi. Frimilin hjá fjallasúkklarunum hevur heldur verið at súkkla í hálvum vetrarklæðum. Fjallasúkklararnir hava heldur valt at priortera at hava fleiri tekniskar venjingar uttandura. Høgni var sjálvur við á Rhodos í 2007, og sjálvur var hann ikki darvaður av hitanum tá. Høgni vil heldur sleppa til eitt land við heitum veðurlagi at kappast, enn at fara til eitt land við køldum veðurlagi at kappast. So er at vóna, at føroysku fjallasúkklararnir verða kaldir í teimum avgerandi løtunum. heris@sosialurin.fo Fjallasúkkling Jógvan D. Højgaard Bogi Kristiansen Helgi Winter Olsen Sigmund Olsson Høgni Rúnason Øster Súkkling Susanna Skylv Sørensen Torkil Veyhe Jóannis Albert Nielsen Gudmundur Joensen Gunnar Dahl Olsen Bogi Kristiansen