Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Juli 2013 SOSIALURIN oyggjaleikirnir 8 1939 fimleikur & triathlon Ítróttasamband Føroya Vit stuðla ikki bara einum liði vit stuÐla eini tjóÐ Liðkappingin er besti møguleikin Bermuda er stóra málið Hjá kvinnum er Bermuda vanliga sera sterkt, meðan Isle of Man hevur gjørt bart hjá monnum. Sjálvandi ynskja einstaklingar eisini at standa seg væl, men tað er fyrst og fremst í liðkappingini, at vónirnar eru stórar Gudmunur Joensen hevur í fleiri ár verið fremsti triatlon-íðkari á føroysku mannfólkasíðuni. Í seks ár hevur Bermuda verið stóra málið, og hann er til reiðar geva alt til tess at røkka stóra málinum Jákup Mørk Tað var við buldur og brak, at Bermuda gjørdist limur í oyggjleikafamiljuni. Í øllum førum, tá tosað verður um fimleik hjá kvinnum. Her hevur Bermuda støðugt verið landið, sum hini skulu máta seg við, og tað er eingin orsøk at rokna við, at talan ikki verður um krútsterkt lið, nú Bermuda er vertur fyri leikunum. Hjá monnunum hevur Bermuda tó ikki gjørt eins nógv um seg. Her eru tað fyrst og fremst Føroyar og Isle of Man, sum hava verið odda­ fiskarnir, og har eru tað helst ensku oyggja­ búgvarnir, sum hava havt munin. Tað merkir tó ikki, at føroyska legan ikki hevur vónir um gull á leikunum hesaferð. – Tað hava vit avgjørt. Ikki minst í lið­kapp­ ing­ini, har reglurnar eru okkum til fyrimunar. Tað er so, at í liðkappingini sleppur tú ikki sjálvur at velja torleikastigið, og tí er talan kanska um lættari seriur, enn tær annars eru hjá fremstu íðkarunum. Tað merkir, at vit her hava ein betri møguleika, men tað krevur so eisini, at vit ikki gera mistøk, sigur Øssur Debes Eiriksfoss, ið uttan iva er tann føroyski íðkarin, sum størstu vónirnar eru til. Á einstaklingasíðuni ætlar Øssur sjálvandi eisini at kappast við teir fremstu, men hóast málið er høgt, so ásannar hann, at Isle of Man hevur ein sera sterkan íðkara, sum helst er greiður favorittur, har hann tekur lut. Hjá kvinnunum er støðan á leið hin sama. Vertstjóðin hevur væntandi eitt krútsterkt lið, so tað skal nógv riggað framúr væl, um Føroyar skulu ota seg upp á fremsta heiðursplássið. Men møguleikin fyri heiðursmerkjum er avgjørt til staðar – ikki minst í liðkappingini, har Bermuda sjálvandi er favorittur, men har kappingin um næstu sessirnar er sera hørð. Fimleikur hevur ikki verið fastur partur av oyggjaleikunum, men tær ferðirnar, tá leikirnir ikki hava rúmað fimleikinum, hevur verið skipað fyri fimleikaoyggjaleikum, og eisini her hava Føroyar staðið seg væl. Enn hevur tó ikki eydnast at vinna lið­kapp­ ingina. Á Isle of Man í 2001 kendu føroy­ingar seg burturdømdar, tá eitt blaðungt heima­lið fekk sigurin, men í einstaklinga­kapp­ingini gjørdu føroyingarnir bart. Bæði hjá kvinnum og monnum gjørdist talan um somikið stórt hál, at leikirnir ta ferðina gjørdust teir næst ríkastu yvirhøvur, tá talan er um heiðursmerki. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Fyrstu ferðina at Gudmunur royndi seg í triathlon var á Guernsey í 2003. Ta ferðina var tað mest sum av tilvild, at hann yvirhøvur tók lut, men nógv er hent síðani tá. – Eg var jú gamal svimjari, men var givin við tí. Evald Rasmussen var lærari hjá mær, og hann visti, at eg eisini orkaði hampuliga væl at renna, og tí eggjaði hann mær til at taka lut í triathlon. Gudmundur fekk tó av at vita í kappingini, sum tá var dominerað av íðkarum úr bretsku kanal-oyggjunum. – Síðani gjørdi eg ikki stórvegis við tað, men til leikirnar á Rhodos vandi eg aftur nakað, og hóast tað gekk betur, so var eg langt frá teimum fremstu. Men tað var kortini um hetta mundið, at eg ítróttin veruliga fekk fastatøkur á mær. Her heima var Gunnar Dahl-Olsen at kalla einaráðandi, og ikki minst fekk eg av at vita frá honum á súkkluteinunum. – Tá setti eg mær fyri, at hetta skuldi broytast. Eg visti, at triathlon ikki var á Oyl- skránni aftur fyrr enn á Bermuda, og eg setti mær fyri, at tá skuldi eg veruliga gera vart við meg, sigur Gudmundur. Hann vísir tó eisini á, at tað ikki bert er Bermuda, sum hevur rúgvað í tonkunum. Tað hevði kanska verið heldur langligt, tá seks ár vóru fram til leikirnar. Hinvegin heldur hann, at ein tann fremsta orsøkin til stóru framgongdina, sum hann hevur havt, er, at hann støðugt hevur havt møguleika at kappast móti dønum, sum hava fleiri heilt góðar íðkarar í krevjandi ítróttini. Somikið stór eru framstigini, at Gudmunur nú torir at seta sær sum mál at fara fremstur um málið, tá triathlon er á skránni sunnudagin á Oyggja­leikum. Ítróttin hevur vanliga verið dominerað av íðkarum frá kanal-oyggjunum, men hóast hann als ikki kennur feltið, so heldur Gudmunur, at møguleikin er har. – Mett eftir teimum tíðum, sum áður hava verið, so haldi eg, at eg havi ein realistiskan møgu­leika. Og tað er eisini tí, sum eg fari eftir, tá kapp­ast verður, sigur hann. Umframt Gudmund telur føroyska liðið eisini David Arge Klevang Petersen, sum annars er búsit­andi í Danmark. Hetta er tó ikki nóg mikið til at telja sum eitt lið á mannfólkasíðuni, men hvør í sínum lagi tykjast føroysku umboðini til reiðar at geva alt fyri at røkka stóra málinum. Tá leikirnir vóru á Rhodos, vunnu Føroyar tvey heiðursmerki. Karina Ottesen vann bronsumerki í einstaklingakappingini, og saman við Joan Bláfoss vann Karina silvur í liðkappingini hjá kvinn­um. Hvørgin teirra er tó við hesaferð, og tí verða tað menninir, ið mugu standa fyri roynd­ unum at toga heiðursmerki heim til Føroya. Fimleikur Bogi Berg Jóni Brandsson Christiansen Eydna Eivindardóttir Danielsen Anita Sigmarsdóttir Davidsen Olivur Debes Eiriksfoss Øssur Debes Eiriksfoss Aron Jacobsen Fríðhild Reinert Norðgerð Birita Poulsen Valerijs Savins Katrin Sólrunardóttir Wardum Triathlon Gudmundur Joensen David Arge Klevang Pedersen