Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Juli 2013 SOSIALURIN oyggjaleikirnir 10 1939 golf & tennis Ítróttasamband Føroya Vit stuðla ikki bara einum liði vit stuÐla eini tjóÐ Golf fingið stóran týdning AB ímóti Spania Hóast føroyingar ongantíð hava vunnið nakað heiðursmerki í golfspæli, hevur ítróttargreinin fingið stóran týdning fyri føroyskan ítrótt - Hetta er ikki sum føroyska fótbóltslandsliðið, tá teir spæla móti Týsklandi. Munurin er størri. Kanska um AB spældi móti Spania, sigur Pætur M. Dahl, landsliðsvenjari í tennis, um føroysku luttøkuna á Oyggjaleikum Tróndur Arge Hvør skuldi trú tí. Góðu hugskotini hava verið til leingi, men umstøðurnar eru bara á byrjunarstøðið enn. Men í í einum politiskum spæli um at fáa Oyggjalekirnar til Føroyar í 2019, er ein golfvøllur á Glyvursnesi blivin eitt miðpunkt. Framvegis enda áskoðararnir til matna á árligu rastkjøtaveitsluni, men um dreymurin verður veruleiki, so verður tað á nýggjum og flottum undirlagi, at føroysku golfspælararnir sleppa at royna seg . Íløgan er í fleiri millióna-talinum. Tú kundi verið fyrigivin fyri at halda, at vit eiga ein Tiger Woods, Jack Nicklaus ella Nick Faldo her í landinum. So væl stendur ikki til, men golf hevur framtíðina frammanfyri seg. Ítróttargreinin er tó ikki heilt ung í oyggja­ leikahøpi. Golf var við á fysta sinni á Álandi í 1991. Einki heiðursmerki er komið um hálsin á einum føroyskum golfspælara enn. Vit hava heldur ikki eina »golfstjørnu«, sum kann vísa hinum vegin upp á sama máta sum eitt nú Pál Joensen er í dag fyri svimjingina. Men fyri fyri hvønn bólt, ið rullar í eitt av holunum á Glyvurnesi, eru Føroyar eitt sindur nærri at blíva ein golf-tjóð. Golfvøllur eitt krav Golf í Føroyum er í eini góðari støðu í dag. Tað er kostnaðarmikið at gera ein golfvøll, og enn ber ikki til at siga við vissu, at tað fíggjarliga kemur at loysa seg at hava ein golfvøll í Føroyum. Men tráðani eftir at fáa Oyggjaleikirnar til Føroyar í 2019 er ein gylt høvið hjá golf ítróttini ,at fáa fótin fyri seg í Føroyum eins og hon hevur í fleiri longum kring heimin. Ítróttargreinin er eisini deiliga fyrigevandi, tí golf kann spælast av fólki í næstan øllum aldri, menn sum kvinnur. Komandi árini, eins og á Bermuda, so verður høvðusevnið kring golf kjakið um golfvøllin á Glyvursnesi. Men við tíðini koma golfspælararnir óvia at vinna seg fram á itróttarpallinum. Best umboðað greinin á leikunum Heili 22 av teimum 24 limalondunum hava umboðan í golf. Tað sigur ikki so lítið um áhugan fyri golf. Tá er talan um bæði menn og kvinnur. Fyri Føroyar er ein kvinna við. Tað er Finngerð Sólbjørg Clark. Hinir fýra eru allir menn. Teir eru Jógvan Martin Jespersen, Rói Christiansen, Terje Michelsen og Janus Norðberg. Ferðaleiðari er formaðurin í sersambandinum hjá ÍSF fyri nýstovnaðan ítrótt, Harald Eirikstoft. Tað er ósannlíkt at nakað heiðursmerki kemur heim við golf spælarunum, men kemur ferð á golf í Føroyum, so hví ikki sikta høgt í 2019 á Glyvursnesi? Tróndur Arge Hóast umstøðurnar ikki eru nakað at reypa av í Føroyum, so hevur Havnar Tennis Felag avgjørt at senda fimm mans avstað til Bermuda. Teir eru Jón Brekku, Martin Nolsøe Simonsen, Pætur Marjunarson Dahl, Hjalti Mohr Jacobsen og Rói Agnarsson. Málið er ikki bara at klára seg væl á Oyggjaleikunum, men at fáa tennis á breddan aftur í Føroyum. – Hetta er ein byrjan. Nú er meiningin, at vit skulu verða støðugt við á Oyggjaleikunum í framtíðini, sigur Pætur M. Dahl, tá oyggjaleikablaðið fekk orðið á hann. Tær fimm tennisstjørnurnar Tennislandsliðið er mannað av fimm monnum, sum eru í alt kalla øllum aldri. – Jón Brekku og Martin Nolsøe Simonsen eru gomlu rotturnar í føroyskum tennihøpi, sigur Pætur M. Dahl eitt sindur skemtandi. Millum annað hevur Martin Simonsen verið við til Oyggjaleikirnar fýra ferðir. Umframt Pætur sjálvan, so er tvey nýggja nøvn við. Talan er um 27 ára gamla Hjalta Mohr Jacobsen og 21 ára gamla Róa Agnarsson. – Hjalti hevur ongantíð verið við fyrr. Rói hevur verið á Oyggjaleikunum tvær ferðir fyrr, men sum borðtennisspælari. So hann hevur skift ítróttargrein, sigur Pætur M. Dahl. »AB móti Spania« Tennis í Føroyum hevur ikki ment seg í longri tíð, og tí er eisini ivasamt við møguleikunum fyri at koma víðari. – Hetta er ikki sum føroyska fótbóltslandsliðið, tá teir spæla móti Týsklandi. Munurin er størri. Kanska um AB spældi móti Spania, sigur Pætur M. Dahl og leggur afturat. – Tennis í Føroyum er ein ítróttargrein, har tú hugnar tær og tí kemur familja og arbeiða altíð áðrenn. Vit skulu spæla móti monnum, ið hava roynt seg bæði sum yrkisspælarar í fullatíð og hálva tíð, sigur Pætur. Í einmansleiki skal ongin av føroysku spæl­ arunum møta einum styrkismettum spælara, men í liðkappingini skal Føroyar spæla móti Menorka, sum er styrkismet sum nummar tvey. Síðani skal føroyska liðið spæla tveir dystir afturat fyri at staðfesta hvat nummar Føroyar blíva. – Eg verið nøgdur um vit fáa ein spælara víðari í einmansleiki og vinna ein dyst í lið­ kappingin, sigur Pætur M. Dahl at enda. Tað eru átta lond, sum hava tilmeldað tennis til Oyggjaleikirnar á Bermuda. trondur@sosialurin.fo Golf Rói Christiansen Finngerð Sólbjørg Clark Jógvan Martin Lund Jespersen Terje Michelsen Janus Norðberg Tennis Rói Agnarsson Jón Brekku Pætur M. Dahl Hjalti Mohr Jacobsen Martin Nolsøe Simonsen