Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-09, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Juli 2013 SOSIALURIN oyggjaleikirnir 12 1939 badminton & frælsur ítróttur Ítróttasamband Føroya Vit stuðla ikki bara einum liði vit stuÐla eini tjóÐ Stíla eftir finaluni í liðkappingini Síggja møguleikar fyri fleiri heiðursmerkjum Hóast ein av profilunum frá seinastu Oyggjaleikunum manglar, roknar venjarin hjá badmintonlandsliðnum við, at lið og einstaklingar fara at vinna heiðursmerki á Bermuda Landsliðið í frælsum ítrótti hevur góðar møguleikar at vinna heiður­smerki á Bermuda. Ein av favoritt­unum luttekur fyri fyrstu ferð á Oyggjaleikum Eyðun Klakstein Badmintonspælararnir plaga at standa seg væl í kappingunum á Oyggjaleikunum, og tey plaga at draga heiðursmerki – eisini av tí fínasta slagnum – heim við sær. Hesaferð stíla tey aftur eftir at vinna heiðursmerki, og vónirnar eru góðar, hóast kanska sterkasti einstaklingurin, Aksel Poulsen, ikki er við hesaferð, tí hann ikki hevur havt umstøður at venja við fullari ferð seinastu tíðina. Magnus Gaard, sum er annar av venjaranum, heldur tó, at góðir møguleikar eru fyri at vinna heiðursmerki á Bermuda. – Tað er sjálvandi saknur í Akseli Poulsen, men vit hava aðrar góðar mannligar spælarar við okkum, og hesaferð er kvinnusíðan sterkari, enn hon var seinast. Tað gevur okkum góðar vónir um at náa málinum um at koma í finaluna í liðkappingini, sigur hann. Stíla eftir finaluni Hildið verður, at Føroyar, Guernsey og Grønland hava sterkastu liðini, og Føroyar eru slopnar undan bæði Grønlandi og Guersney í innleiðandi bólkinum, og tí eru góðar vónir í føroysku leguni um at spæla seg víðari og eisini at spæla seg í finaluna. Men landsliðsvenjararnir skulu eisini gera upp við seg sjálvar, hvussu teir brúka teir føroysku spælararnar í teimum fimm dystunum, sum eru í hvørjum dysti. Tveir einmansleikir og tvímansleikir hjá monnum og kvinnum og blandaður tvímansleikur skulu spælast í hvørjum landsdysti, og hvør spælari kann bert spæla tveir dystir. Tað ber til at skifta spælarar frá einsmansleiki til tvímansleikirnar frá dysti til dyst, og venjararnir skulu royna at síggja taktiskar møguleikar í hvørjum einstøkum dysti. Niclas Eysturoy stendur nú fremstur at spæla einmansleikin hjá monnum, og hjá kvinnum er stóra vónin Rannvá Carlsen, sum verður mett sum størsta føroyska gullvónin í badminton hesaferð. Fleiri av hinum spælarunum hava eisini víst góðan form seinastu tíðina, og tí eru vónir til, at okkurt heiðursmerki kann spyrjast burtur úr einmans- og tvímansleikunum. eydun@sosialurin.fo Eyðun Klakstein 9 ítróttarfólk eru á landsliðnum í frælsum ítrótti á Oyggjaleikunum hesaferð. Teirra millum eru trý ítróttarfólk, sum ikki áður hava verið á Oyggjaleikum. – Vit senda eitt javnt, sterkt landsliðið avstað, og í grundini hava øll ítróttarfólkini møguleika at vinna heiðursmerki, sigur Hallur Holm, formaður í felagnum Frælsur Ítróttur Føroya. – Tað verða færri luttakarar við á leikunum hesaferð, og tí kann tað verða, at tað verður lættari at vinna onkur heiðursmerki, enn tað onkuntíð hevur verið, sigur hann. Liggja til heiðursmerki Tann luttakarin, sum helst liggur best fyri at vinna heiðursmerki á Oyggjaleikunum hesaferð, er Valborg Heinesen, sum skal renna 10.000 metrar og hálvt marathon. Hon er nýtt navn í hesi ítróttargrein, lesur til lækna í Pólandi og hevur havt góð úrslit í kappingum har. Hevði Bjørk Herup Olsen, sum hevur drigist við skaða, eisini verið við á leikunum hesaferð, høvdu Føroyar havt veruligan møguleikan at vunnið fín heiðursmerki í liðkappingini. Marnar Djurhuus hevur havt góð úrslit seinastu árini, og hann hevur longu vunnið heiðursmerki á Oyggjaleikum. Marnar hevur havt skaðar og verið sjúkur seinastu tíðina, og tí hevur formurin ivaleyst verið betur, enn hann hevur verið seinastu tíðina. Rebekka Fuglø, sum kappast á teimum styttru teinunum, hevur í summar havt sera góð úrslit í kapping í uttanlands, og tí er eisini spenningur um hennara kappingar á Bermuda. Rúni Seloy og Rói Holgarsson eru eisini við í rennikappingum á styttri teinum, men teir standa iki fremstir í røðini at vinna heiðursmerki. Umframt rennarar eru ítróttarfólk eisini við í øðrum greinum innan frælsan ítrótt. Heri Ziska skal luttaka í klingruvarpi, Rógvi Højgaard er við í spjótkasti, Øssur D. Eiriksfoss skal verða við í hæddarlopi og trístøkki, Trygvi Z. Laksáfoss verður við í hæddarlopi. Badminton Brynhild Djurhuus Carlsson Rannvá Djurhuus Carlsson Magnus Dal-Christiansen Kristina Eriksen Niclas Højgaard Eysturoy Sólfríð Hjørleifsdóttir Hilmar Kass Jacobsen Flóvin Skaalum Mikkelsen Guri Poulsen Rógvi Poul Poulsen Frælsur ítróttur Marner Djurhuus Rebekka Fuglø Valborg Heinesen Rúni Seloy Øssur Debes Eiriksfoss Rógvi Højgaard Rói Holgarsson Trygvi Z. Laksáfoss Heri Ziska