týsdagur 9. juli 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Juli 2013
SOSIALURIN
oyggjaleikirnir
14
1939
Tróndur Arge
Tað ljóðar ikki heilt rætt.
Beach Volley og Føroyar í
sama setningi. Eitt sindur
sum tiltikna bobsletan og
Jameika í Calgary í 1988.
Tað skal altíð onkur til
at dríva verkið og fáa
hugskotið. Tann maðurin er
Alex Troleis.
– Eg hoyrdi, at tað var
ein møguleiki fyri at senda eitt lið við til Beach
Volley, so eg setti meg í samband við Magnus
Tausen, formann í Flogbóltssambandunum og
spurdi um vit kundu melda eitt lið til, sigur Alex
Troleis.
Tað gekk eitt sindur av tíð. So var ein kapping
í Havn, har vinnarin slapp til oyggjaleikirnar. Hjá
monnum vunnu Alex
Troleis og Jens Heri
Bolstad Mortensen.
– Tað endaði við, at
trý lið meldaðu til og
eg og Jens Heri vunnu
kappingina, fortelur Alex
Troleis.
Hjá kvinnunum
luttaka Lena í Buð og
Guðrið Syderbø.
Venja við A-landsliðnum
Beach Volley krevur eina strond og helst gott
verður. Tað skal tí bara ein feril av umhugsni
til, áðrenn tú dugur at síggja, at tað blívur ein
trupulleiki á nøkrum forblástum regn oyggjum
mitt í norður atlantshavninum.
- Hetta er sjálvandi ein óvanlig ítróttargrein
í Føroyum, men vit hava vant við A-landsliðnum
í flogbólti, meðan kvinnuliðið hevur vant við
A-landsliðnum hjá kvinnum, greiðir Alex Troleis
frá.
So hvørt sum summarið er nærkast, so hevur
eisini verið møguligt at venja uttanfyri. Síðst í
mei mánaði byrjaði veðrið eisini at spæla við, so
møguleiki hevur verið fyri at venja á sandinum.
Har millum annað gøtusandur hevur verið ein
brúktur.
– Teknist eru vit væl fyri, men vit fáa trupul
leikar við sandinum og hitanum. Her fáa liðini hjá
millum annað Bermuda ein fyrimun, heldur Alex
Troleis fyri.
Mugu gera ein »Jameika«
Hugskotið aftanfyri bobsletuna og Jameika var
skjótleikin hjá fleiri av ungu monnum úr Jameika.
Hann hevur nógv at siga í tí ítróttargreinini og
tí var mett, at hetta kundi geva summaroyggini
uttan kalda veturin ein fyrimun.
Í Føroyum hava vit fleiri góðar flogbólts
pælarar og helst kann tað geva okkara spælarum
nakrar góðar eginleikar til at spæla stranda
flogbólt eins væl og vanligan flogbólt.
– Eg trúgvi upp á, at vit teknist eru betri enn
hini liðini, so vit mugu bara royna at vinna á
teimum á tí økinum, er seinasta viðmerkingini hjá
Alex Troleis.
Føroyar og beach volley – hví ikki?
Beach volley & skjóting
Ítróttasamband
Føroya
Vit stuðla ikki bara einum liði
vit stuÐla eini tjóÐ
Á flogvøllin at skjóta
Teknikkurin skal bera Beach Volley liðini
– Serligar umstøður eru galdandi á Bermuda, tá talan er um
skotvápn, so tí fáa vit ikki byrsurnar við okkum, men noyðast at
fara ígjøgnum trygdarportrið á flogvøllinum, hvørja ferð vit skulu
skjóta, sigur Johnhard Klettheyggj frá Skjótisambandi Føroya
Hóast lítið og einki verður gjørt við strandarflogbólt í Føroyum, senda
Føroyar tvey lið avstað til Oyggjaleikirnar at kappast í beach volley
Hilmar Jan Hansen
Tað eru skjúttar við góðum vónum, sum fara
at kappast á Bermuda, og serliga í skeet síggja
teir ein møguleika fyri at gera seg galdandi,
samstundis sum tað ein góðan dag eisini kann
koma okkurt burturúr í trap. Sporting er ikki við
hesaferð, tí tey á Bermuda ikki hava neyðugu
umstøðurnar.
– Á leikunum á Isle of Wight fyri tveimum
árum síðani vóru tað bara vit, sum fingu tveir
skjúttar í finaluna, men tó eydnaðist ikki at
fáa heiðursmerki. Men bæði Marius Joensen og
Sámal Debes hava skotið øgiliga væl í síðstuni,
so vit hava vónir um bæði einstaklinga- og lið
kappingina, sigur Johnhard Klettheyggj, formaður
í Skjótisambandi Føroya, sum sjálvur er við sum
eykaskjútti.
– Vit hava heilt avgjørt skjúttarnar til heiðurs
merki, so vónirnar eru góðar. Nú hava vit eisini
tveir heilar venjingardagar, áðrenn kappingarnar
byrja, meðan vit á Isle of Wight skuldu skjóta
longu dagin eftir, sum var heitasti dagurin og alt
skjótøkið var sum í einum potti.
Hin skjótigreinin, trap, hevur ligið í dvala
í Føroyum í eina tíð, og eingin kláraði krøvini,
sum vóru sett til leikirnar seinast. Nú er tó aftur
komin gongd á, so nógvir skjóta regluliga, og á
leikunum eru Esmar Andreasen og Ragnar við
Streym við í kappingini í trap.
– Ein góðan dag kann alt henda, men vónirnar
ikki so góðar til trap, sum tær eru til skeet, sigur
Johnhard.
Byrsurnar tiknar
Skjúttarnir koma at kappast undir heilt øðrum
umstøðum enn onnur á oyggjaleikunum, tí tá teir
koma til Bermuda, stendur politiið fyri teimum
og tekur byrsurnar frá teimum.
– Serligar umstøður gera seg galdandi har, tá
talan er um skotvápn, so tí fáa vit ikki byrsurnar
við okkum, men noyðast at fara ígjøgnum
trygdarportrið á flogvøllinum, hvørja ferð vit
skulu skjóta, sigur Johnhard Klettheyggj.
– Tað er ikki loyvt at eiga skotvápn yvirhøvur
á Bermuda, so tí er alt við vápnunum so øgiliga
strangt. Tí mugu vit inn á flogvøllin hvørja ferð,
og eitt nú áskoðarar og pressa verða koyrd í
sokallaðum shuttle-bussum til eitt stað, sum
er avstongt frá sjálvari flúgvibreytini, og har
kappingin so er.
Skjóting
Skeet: Marius Joensen
Sámal Debes
Trap: Esmar Andreasen
Ragnar við Streym
Eykaskjútti: Johnhard Klettheyggj
Beach volley
Menn: Alex Troleis
Jens Heri Bolstad Mortensen
Kvinnur: Lena í Buð
Guðrið Syderbø