týsdagur 9. juli 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Juli 2013
SOSIALURIN
oyggjaleikirnir
20
1939
flogbóltur, kvinnur
Ítróttasamband
Føroya
Vit stuðla ikki bara einum liði
vit stuÐla eini tjóÐ
Við fyri at vinna
– Tað er stuttligt at vera millum tær ungu, og eg føli meg ikki
nakað eldri enn tær, tá vit spæla dyst, sigur Margit G. Joensen,
sum fyrstu ferð var á kvinnulandsliðnum í flogbólti í 1995, og eitt
nú hevur verið við til at vunnið gull fýra oyggjaleikir á rað
Hilmar Jan Hansen
Kvinnulandsliðið í flogbólti er ein av stóru
sólstrálusøgunum í oyggjaleikahøpi, tí síðani
1985 er tað blivið til heiðursmerki hvørja ferð –
og tilsamans seks ferðir eru kvinnurnar komnar
heimaftur við gulli. Leggjast kann aftrat, at
kvinnurnar bara ta einu ferðina hava staðið
seg verri enn menninir, og tað var á heimavølli
í 1989, tá Íslands streyk avstað við gullinum,
samstundis sum menninir vunnu sítt higartil
einasta gullmerki.
– Eg minnist væl, tá eg í Gibraltar í 1995 var
við fyri fyrstu ferð, at tá tosaðu hinar um, at enn
hevði kvinnulandsliðið ongantíð verið niðan fyri
triðjapláss, og soleiðis er tað enn. Síðani tá havi
eg verið við hvørja ferð, uttan í 1997 og 2009,
tá eg var í barsil, sigur nú 39 ára gamla Margit G.
Joensen, ið má sigast at vera avgjørdi veteranurin
á liðnum, nú 18 ár eru liðin, síðani hon var við
fyrstu ferð.
– At eg aftur eri við hesaferð, var ikki ordiliga
tað, eg hevði roknað við, og eg kann siga
nú, at fyrst í landskappingini í fjørheyst vóru
oyggjaleikirnir fjarir í mínari verð. Men eg veit, at
eg framvegis kann geva liðnum nakað, eins og
liðið eisini hevur nógv at geva mær, so tí valdi eg
at taka av, tá boð vóru eftir mær.
Trýr upp á tað
Margit spælir libero á kvinnulandsliðnum, eins
og hon ger tað á liðnum hjá Mjølnir, og tað hevur
hon gjørt síðani 1999, tá tað kom fram, og tey
fyrstu ferð royndu tað í oyggjaleikahøpi. Men
hóast nógv er hent við árunum, tímir hon væl at
blíva við.
– Hvørjir leikir eru ein uppliving fyri seg, og
tað er ongantíð heilt líka. Tað er stuttligt at vera
millum tær ungu, og eg føli meg í øllum førum
ikki nakað eldri enn tær, tá vit spæla dyst, sigur
Margit, sum eitt nú hevur verið við til at vunnið
gull fýra oyggjaleikir á rað, frá 1999 til 2005.
Hini liðini í bólkinum eru Grønland, Guernsey
og Áland, og Margit heldur, at liðið eigur at
vinna seg í hálvfinaluna, har mótstøðan helst
verður antin Saaremaa, sum altíð er sterkt, ella
Bermuda, sum helst er sterkt á heimavølli:
– Vit fara til Bermuda fyri at vinna, og hava
bæði gott fólk og høgar spælarar, umframt at vit
hava fleiri, sum smasjað ótrúliga hart. Eisini hava
vit sera góðar servur, so vit eru góðar á øllum
plássum og hava eitt gott lið. Tað hevur gingið
væl í venjingunum, so vit trúgva upp á tað, sigur
hon.
Gott bakland
Sum nevnt omanfyri, hevur Margit G. Joensen
tvær ferðir verið frá vegna barsil, men annars
hevur hon verið við so nógv sum gjørligt. Og hon
er ikki sein at svara, tá vit spyrja hana, hvussu
hon fær alt at passa saman:
– Ja, har er einki at tosa um, at tað kann eg
bara takka mínum góða baklandi fyri, tí eg fái
sera góða hjálp heimanífrá – fyrst og fremst frá
manninum, Allan. Men nú eru tær báðar elstu
døturnar, Katrin og Óluva, eisini so mikið stórar,
at tær kunnu hjálpa til við lítlabeiggjanum,
John Ziska, sum fyllir fýra, meðan eg eri yviri í
Bermuda, sigur Margit.
– Allan og eg hava øll árini funnið útav at lagt
alt soleiðis til rættis, at vit bæði tvey hava havt
pláss til ítróttin. Hann spældi jú nógv fótbólt í
síni tíð, eins og eg eisini gjørdi tað, men í mong
ár hevur tað nú verið flogbólturin hjá mær. At
vit bæði vita, hvat tað er at vera íðkandi, ger tað
nógv lættari, tí tá er lættari at skilja hvønnannan.
Flogbóltur, kvinnur
Anja S. Danielsen
Karina P. Debes
Birgit Guttesen
Birita Joensen
Guðrun S.L. Joensen
Margit Joensen
Eyð Guðrunsdóttir Magnussen
Eina S. Kalsø
Sóley M. Poulsen
Sofía Purkhús
Jastrið Sivertsen
Urd Tórmóðsdóttir Traðará
Úrslit á Oyggjaleikum
2011
Silvur
2009
Gull
2007
Silvur
2005
Gull
2003
Gull
2001
Gull
1999
Gull
1997
Bronsa
1995
Silvur
1993
Bronsa
1991
Bronsa
1989
Silvur
1987
Gull
1985
Silvur