týsdagur 9. juli 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Juli 2013
SOSIALURIN
oyggjaleikirnir
22
1939
flogbóltur, menn
Ítróttasamband
Føroya
Vit stuðla ikki bara einum liði
vit stuÐla eini tjóÐ
Hvør dystur ein finala
– Kappingin hjá okkum er broytt, so øll mansliðini spæla í einum
bólki, heldur enn at vera í tveimum bólkum. At vit so í seinasta
dystinum skulu møta Saaremaa, leggur eitt sindur av trýsti á,
sigur hevarin hjá flogbóltsmonnunum, Thorvald Danielsen
Hilmar Jan Hansen
Flogbóltur telist millum ítróttargreinarnar, ið
sum oftast kemur heimaftur av oyggjarleikum
við tveimum heiðursmerkjum, einum hjá kvinnum
og einum hjá monnum. Men samstundis hava tað
sum oftast verið menninir, ið hava haltað eitt
sindur aftaná.
Síðstu fimm oyggjaleikirnar er tað tó blivið til
tríggjar ferðir silvur, eina ferð bronsu og so eitt
fimtapláss, sum var í Álandi í 2009, so tá tað á
Isle of Wight í 2011 eydnaðist liðnum at koma í
finaluna, var tað stór framgongd.
– Eg helt sjálvur, at tað gekk øgiliga væl síðst,
hóast vit blivu nummar tvey, tí bara tað at koma
í finaluna, kendist fyri okkum sum ein sigur. Sum
eg síggi tað, eru vit hesaferð minst líka væl fyri
sum fyri tveimum árum síðani, so vit hava góðar
vónir, sigur 26 ára gamli hevarin á mansliðnum,
Thorvald Danielsen, sum er við á leikunum fyri
fjórðu ferð.
– Hinvegin kenna vit púrt einki til hini liðini,
so her og nú hava vit einki at samanbera við.
Men eg haldi, at allir eru við, sum roknast kundi
við, og her eru fleiri ungir og góðir, ið halda seg
framat, so tað skuldi sæð gott út. Vit hava fólkið,
so fáa vit spælið at koyra, so gongur tað.
Fýra útisetar
Thorvald er mest kendur sum Mjølnir-spælari,
men nú hann er lesandi niðri, hevur hann síðsta
kappingarárið spælt við felagnum Aalborg HIK,
sum eisini telur tveir aðrar landsliðsspælarar,
Jóhan Petur á Stongum og Gunnar Jørgensen,
umframt at Kristian Mikkelsen áður hevur verið
venjari har.
– Fyrst og fremst fór eg niður, tí eg skuldi lesa
sálarfrøði, men tað taldi eisini við, at eg í Aalborg
kundi sleppa at spæla og venja flogbólt á hægsta
stigi. Tað er ein dreymur at sleppa at spæla
uttanlands, og har eru átta venjingar um vikuna
og ikki minst fleiri kropsligar venjingar, so tað er
stuttligt, sigur Thorvald, sum farna kappingarár
hevur verið annar hevari í felagnum, men væntar
at fáa enn meira spælitíð næsta kappingarár.
– Umframt okkum tríggjar í Aalborg HIK,
spælir Bjarki Enni í Amager VK, so vit eru til
samans fýra útisetar á landsliðnum nú, so tað
átti sjálvandi at givið eitt sindur. Men heimligu
spælararnir eru eisini sera væl fyri.
Alt í einum bólki
Vanliga er kappingin á oyggjaleikunum skipað við
tveimum innleiðandi bólkum, men hesaferð eru
tey sjey mansliðini koyrd í ein bólk, so øll spæla
ímóti hvørjumøðrum, og so er bólkavinnarin
gullvinnari. Tað vil siga, at sum so verður eingin
finala, har alt skal avgerast, og dystarrøðin hjá
Føroyum er henda: Guernsey, Bermuda, Grønland,
Áland, Gotland og at enda Saaremaa.
– Okkara seinasti dystur er tó ímóti Saaremaa,
sum var finalan síðst, so kanska tey vænta, at
tann dysturin verður eitt slag av eini finalu. Men
venjarin hevur sagt við okkum, at vit ikki mugu
hugsa um tann dystin enn, tí har eru nógvir aðrir
dystir, ið skulu spælast og vinnast fyrst, sigur
Thorvald Danielsen.
– Sum sagt, so kenna vit einki til mótstøðu
liðini, men vit rokna við, at Saaremaa kemur
við einum góðum liði, og so er eitt nú torført at
siga, hvat Bermuda kann fáa tað til, tí tað kann
jú vera, at onkur góður amerikanari er við har, nú
teir eru vertir. Men sum heild eru hetta alt góðar
flogbóltsoyggjar, og her eru ikki nógv av teimum
liðunum, ið vanliga eru løtt at vinna á, so allir
dystirnir eru sum finalur.
Flogbóltur, menn
Jóhan Petur á Stongum
Suni Juul Petersen
Thorvald Danielsen
Jón Joensen
Jón Suni Falkvard
Filip Gram
Bjarni Larsen
Trygvi Hansen
Rói Hentze
Bárður Jacobsen
Ólavur Jensen
Gunnar Olsen Jørgensen
Úrslit á Oyggjaleikum
2011
Silvur
2009
Nummar 5
2007
Silvur
2005
Bronsa
2003
Silvur
2001
Nummar 4
1999
Bronsa
1997
Nummar 5
1995
Bronsa
1993
Bronsa
1991
Bronsa
1989
Gull
1987
Silvur
1985
Bronsa