týsdagur 9. juli 2013síða 48
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Juli 2013
SOSIALURIN
oyggjaleikirnir
24
1939
oyggjaleikirnir 2013
Ítróttasamband
Føroya
Vit stuðla ikki bara einum liði
vit stuÐla eini tjóÐ
Oyggjaleikirnir kollveltu alt
– Tá vit sendu nøkur fá fólk til fyrstu leikirnar í 1985, var tað
ein ovurstór avbjóðing, men síðani hava leikirnir verið kelda til
størstu menning, sum føroyskum ítrótti hevur verið fyri, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri í Havn og fyrrverandi ÍSF-forseti
Hilmar Jan Hansen
Heðin Mortensen, sum stóð á odda fyri før
oyskum ítrótti í 28 ár, var ikki við til oyggjaleikir
nar á Isle of Man í 1985 og á Guernsey í 1987,
men síðani 1989 hevur hann verið við hvørja
ferð. Og nú fimtandu leikirnir verða á Bermuda,
eru hann og konan, Hjørdis, aftur mitt í rokanum.
– Um vit hyggja fram til 2019, tá Føroyar
aftur bjóða seg fram, og so hyggja aftur til 1989,
tá vit høvdu leikirnar í Føroyum, er ein øgiligur
munur. Men vit hava flutt okkum rætta vegin,
so ikki skal nógv til, áðrenn vit uppfylla øll krøv,
sigur Heðin.
– Í 1989 vóru umstøður til frælsan ítrótt alt
avgerandi, men syrgdu toftafólk fyri, at vit fingu
tað stóra anleggið á Svangaskarði. Nú er kravið,
at vit hava eina golfbreyt við 18 holum og eina
altjóða góðkenda skjótibreyt, men tað skulu vit
nokk fáa upp á pláss eisini.
Alt tað við golfvøllinum og skjótibreytini
venda vit aftur til, men fyrst skulu vit dvølja eitt
sindur við, hvønn týdning oyggjaleikirnir hava
havt fyri føroyskan ítrótt, og har er Heðin ikki
í iva:
– Eingin ivi er um, at leikirnir hava verið ein
kollvelting fyri føroyskan ítrótt. Tá vit sendu
nøkur fá fólk til fyrstu leikirnar í 1985, var tað
ein ovurstór avbjóðing, men síðani hava leikirnir
verið kelda til størstu menning, sum føroyskum
ítrótti hevur verið fyri, sigur Heðin Mortensen.
– Serliga livnaðu smáu ítróttargreinarnar
upp av hesum, og síðani eru fleiri greinar farnar
uppaftur víðari. Øll árini hava Føroyar staðið seg
einastandandi væl, og úrslitini hava prógvað, at
vit eru komin langt fram á leið.
Golfbreytin kemur
Tá prátið kemur inná, hvat skal til, nú Føroyar
aftur ætla at hýsa oyggjaleikunum í 2019, so er
neyðugt at fáa eina golfbreyt við 18 holum og
eina altjóða góðkenda skjótibreyt.
– Viðvíkjandi skjótibreytini, so fara vit at gera
útbyggingar og dagføringar av skjótibreytini í
Sandvíkum, tí har liggur hon væl. Hetta er arbeiði
fyri einar seks milliónir krónur, men so fáa vit
eisini eina framúr góða skjótibreyt, sigur Heðin
Mortensen.
– Hinvegin er golf tann heilt stóra avbjóð
ingin, tí har er talan um eina nógv størri íløgu.
Vit skulu hava eina golfbreyt við 18 holum, har
nýggjastu útrokningarnar vísa, at hvørt holið
kostar 2,2 milliónir krónur at gera, umframt at
aðrar umstøður eisini skulu fáast, so talan er um
eina fult nøktandi loysn.
Borgarstjórin í Havn vísir á, at ein golfbreyt
snýr seg um meira enn bara ítrótt og oyggjaleikir,
tí hon er ikki minst ein íløga í føroyska ferða
vinnu, so tí er neyðugt, at onnur enn Tórshavnar
kommuna eru við til at fremja hesa verkætlanina.
– Vit tosa um 60 og kanska 70 milliónir
krónur, ið skulu brúkast til golfbreytina, so her
mugu vit fáa fleiri aktørar inn, sum eisini meina
nakað við tað. Vit tosa ikki bara um Havnina,
men um Føroyar, so tí er upplagt, at landsstýrið,
Ferðaráðið og onnur eru við, sigur Heðin
Mortensen, ið vil hava økið á Glyvursnesi til at
fevna um annað enn bara golf.
– Her skulu bæði føroyingar og ferðafólk
kunna fáa heilt serligar upplivingar. Millum
annað skulu vit gera gøtur til fjallasúkkling og
annað, og eisini skal okkurt gerast til froskmenn
beint niðanfyri. Men alt hetta megna vit, so vit til
oyggjaleikirnar í 2019 kunnu bjóða bæði golf og
annað gott fram.
hilmarjan@sosialurin.fo