Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-09, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2013síða 50

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Juli 2013 SOSIALURIN oyggjaleikirnir 26 1939 Bermuda Ítróttasamband Føroya Vit stuðla ikki bara einum liði vit stuÐla eini tjóÐ Ár Vertur ítróttargr. Lut. oyggjar Ítróttarfólk 1985 Isle of Man 7 15 700 1987 Guernsey 9 18 1049 1989 Føroyar 11 15 800 1991 Áland 13 17 1500 1993 Isle of Wight 14 19 1448 1995 Gibraltar 14 18 1214 1997 Jersey 14 20 2000 1999 Gotland 14 22 1858 2001 Isle of Man 15 22 2020 2003 Guersney 15 23 2129 2005 Hetland 15 24 1658 2007 Rhodos 14 25 2343 2009 Áland 14 25 2286 2011 Isle of Wight 14 24 2311 2013 Bermuda 14 24 1225 2015 Jersey 2017 Gotland 2019 Føroyar? 2021 Minorka? Oyggj Gull Silvur Bronsa Samanlagt 1. Jersey 418 408 387 1203 2. Isle of Man 343 333 353 1029 3. Guernsey 335 349 363 1047 4. Gotland 208 173 170 551 5. Føroyar 162 155 182 500 6. Áland 153 160 134 447 7. Isle of Wight 150 138 182 470 8. Cayman 65 44 49 158 9. Saaremaa 60 72 71 203 10. Bermuda 56 54 64 174 Føroyar vunnið 500 heiðursmerki Síðani Oyggjaleikirnir byrjaðu í 1985 eru hetta oyggjarnar, sum hava vunnið flest heiðursmerki Allar oyggjar, sum hava luttið á Oyggjaleikunum, hava vunnið minst eitt heiðursmerki Oyggjaleikir Heri Simonsen 53,2 ferkilometrar, tað er støddin á Bermuda. Til samanberingar kunnu vit nevna, at Sandoy er 125 ferkilometrar, meðan Viðoy er 41 ferkilometrar. Men góða veðurlagið á Bermuda ger, at oyggin er yvirfólkað. Heili 65.000 fólk hava fastan bústað á hesi lítlu oynni. Stóra fólkatalið elvir eisini til nakrar praktiskar trupuleikar. Tað eru so nógvir bilar á Bermuda, at tað er bert loyvt at koyra 30 km/t á Bermuda. Tað er ikki møguligt hjá ferðafólki at leiga bil, tá tey eru stødd á Bermuda. Ferðafólk kunnu tó leiga skutarar, fyri at koyra spakuliga roynt oynna. Nógv tann størsta inntøkukeldan hjá Bermuda eru rík, amerikonsk ferðafólk, og tey koma at síggjast væl aftur í landslagnum, tá oyggjaleikirnir verða á Bermuda. Hetta gevur sjálvandi eisini ein ávísan ótta um, at leikirnir hesaferð fara at minna um leikirnar á Rhodos í 2007, tá oyggjaleikirnir sóust illa aftur millum øll tey túsindtals ferðafólkini. Gjaldoyra á Bermuda er Bermudian Dollars, sum svara til virðið av tí amerikanska dollaranum. Tjóðarinntøkan er 86.000 dollarar fyri hvønn íbúgva, so nógv eru væl fyri á Bermuda. Shaun Goater er ein so stór hetja á Bermuda, at tey hátíðarhalda ein Shaun Goater dag á Bermuda einaferð um árið. Í Onglandi var Shaun Goater ein av hetjunum hjá Manchester City fjepparunum. Meðan vit sum búgva í norðurlondum hátíðarhalda 21. juni, sum ársins longsta dag, so hava tey á Bermuda ein heilt annan 21. juni. 21. juni er nevnliga ”Shaun Goater Day” á Bermuda. Gamla fótbóltshetjan hjá Manchester City er nógv tann kendasti persónurin úr Bermuda, sum hevur gjørt vart við seg úti í heimi. Tað er kortini eitt sindur margháttligt, at Shaun Goater skuldi gerast tann stóra hetjan hjá Manchester City, tí hann var upprunaliga ein lærlingur hjá Manchester United. Shoan Goater skeyt heili 101 mál fyri Manchester City í 184 dystum fyri teir ljósabláu, tíðar­skeiðið 1998-2003. Shaun Goater spældi við 10 ymiskum feløgum í Onglandi og á Bermuda, og er hann skrásettur fyri 240 mál í 572 dystum. Bermuda hevur sjáldan verið í nøkrum bólkaspølum til HM- kvalifikasjónina í Mið- og Norður-Amerika, men kortini megnaði Shaun Goater at skjóta 32 mál í 36 dystum fyri Bermuda, og tað ger hann ikki til eina minni hetju á Bermuda, har hann er heiðurs­borgari. Minni enn helvtin av Sandoynni og 65.000 fólk Bermuda hevur vunnið eitt olympiskt heiðursmerki Tann sum heldur, at Sandoyggin er ein lítil oyggj fer neyvan at halda nógv um støddina av Bermuda, sum hevur eina stødd, sum svarar til minni enn helvtina av Sandoynni Clarence Hill er eisini millum tær stóru hetjurnar á Bermuda. Neva­ leikarin er tað einasta ítróttar­ fólki av Bermuda, sum hevur vunnið eitt olympiskt heiðursmerki Bermuda hevur ein stóran eydnusaman lut framum Føroyar, nevnliga ta olympisku viðurkenningina. Hetta hevur givið teimum fremstu ítróttarfólkunum av Bermuda møguleikan at kappast við heimsins bestu ítróttarfólk á teimum olympisku summarleikunum. Bermuda hevur ríkisrættarliga eina stjórnarskipan, sum minnir um hana vit hava í Føroyum. Tíbetur fyri Bermuda, so vóru tey tíðliga úti og fingu sína olympisku viðurkenning. Bermuda fekk olympiska viðurkenning longu í 1935, og tók lut á olympisku summarleikunum í Berlin í 1936. Bermuda hevur sent ítróttarfólk til allar teir olympisku summarleikirnar, sum hava verið hildnir í søguna, uttan í 1980, tá Bermuda fylgdi USA og nógvum øðrum londum, sum boykottaðu leikirnar í Moskva, vegna ta sovjetisku innrásina í Afganistan. Í 1976 hendi tann kanska einkulta, størsta ítróttarhendingin í søguni hjá Bermuda. À summarleikunum í Montreal í Kanada eydnaðist tað tungvekts- nevaleikaranum Clarence Hill at vinna tað fyrsta og einasta olympiska heiðursmerki, tá hann vann eitt bronsuheiðursmerki í tungvekts-nevaleiki. Clarence Hill fekk eina stóra hetjumóttøku, tá hann kom heimaftur til Bermuda. Og er tann 62 ára gamli Clarence Hill enn høgt í metum á Bermuda. Shaun Goater er størsta ítróttarnavnið á Bermuda