Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juli 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juli 2013 · Nr. 78 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Livar Nysted og hinir umborð á bátinum tRIO er nú komin hálva leið á teininum úr Australia til Mauritius. Teir hava brúkt ein mánað um at rógva slakar 3.100 kilometrar, sum er á leið helvtin av tein­ inum. Livar og teir rógva ikki stytsta teinin í beinari linju, men gjørdu teir tað, var helvtin av teininum 2.930 kilo­metrar. Nú teir hava róð umleið 3.100 kilometrar, má roknast við, at teir hava róð minst hevltina av teininum. Stjórin fyri Almannaverkið er send til hús, tí landsstýriskvinnan hevur mist álitið á henni. Annika Olsen sigur seg hava fingið at vita ov seint, hvørjar avleiðingarnar vera fyri tey gomlu, tá pengar skulu spar­ast á eldraøkinum. Í september 2011 var Petra Johns­ dóttir Joensen mett at vera rætti persónurin at standa á odda fyri Almannaverkinum. Avgerðin bygdi millum annað á hennara royndir sum stjóri fyri Almannastovuna síðani ár 2000. Nú er hon mett til at vera ein forðing fyri, at neiliga gongdin innan eldraøkið kann rætt­ ast uppaftur. Tað kostar eina stjóraløn í eitt ár, umframt tað leysa, at loysa Petru Johnsdóttir Joensen úr stjóra­stól­ in­um á fíggjarliga sperda Almanna­ verkinum. Afturfyri fær Annika Olsen tik­ ið broddin av áhaldandi atfinn­ing­ unum móti sparingunum innan eldra­økið. Søgurnar um skerda røkt og skerd tilboð til okkara gomlu enda í síðsta enda á borðinum hjá landsstýriskvinnuni. Annika Ol­ sen umboðar samgonguna, og sam­gongan hevur gjørt av, hvussu nógv­ar pengar samfelagið skal brúka til okkara gomlu og veiku borg­ar­ar. Tí peika søgurnar um tey gomlu, sum samfelagið ikki hevur ráð til at fáa upp úr songini um morgunin og geva ein virðiligan gerandisdag, beint á landsstýriskvinnuna. Og tað kann sum frálíður gerast ein politiskur trupulleiki fyri Anniku Olsen. Eftir stendur spurningurin, um eldraøkið verður betri uttan Petru Johnsdóttir Joensen. Givið er, at hevur ein landsstýriskvinna ikki álitið á sínum mest sentrala stjóra, so er ringt at koma víðari. Hinvegin mugu vit krevja, at eitt tílíkt stig eisini sæst aftur hjá okkara eldru, sum hava tænasturnar frá Almanna­verkinum fyri neyðini. Vit kunnu gita okkum til, at næstu søgurnar um støðuna á eldra­ økinum verða svaraðar við at peika á stjóraskiftið í Almannaverkinum. At nú verður arbeitt við at fáa yvir­ lit yvir støðuna og fáa økið aftur á rætta kós. Tað svarið kunnu vit bara ikki brúka til so nógv. Føroyska samfelagið hevur skyldu at taka sær av okkara eldru og veiku borgarum. Tann ábyrgdin kann ikki turkast av uppá eitt stjóraskifti. Og tí fara vit framhaldandi at fortelja søgurnar um støðuna á eldraøkinum. Ringt at koma víðari uttan álit á mest sentrala stjóran ???? Stjórahøvd fyri arbeiðsfrið Føroya Myndakalendari 2014 er nú komin út. Kalendarin er sera væl umtóktur mill­ um bæði føroyingar og ferða­fólk, og nógv eintøk av kalendaranum fara av land­ inum – antin við ferðafólki, sum hava vitjað í Føroyum, ella til føroyskar útisetar. Myndakalendarin bjóðar 12 myndir av føroyskum bygd­um og bý­ um, og hesar mynd­ir hevur Jens Kristian Vang tikið. Føroya Mynda­kalend­ ari fæst til keyps kring landið. Livar komin hálva leið Púra ørt av Kára P. Højgaard Heðin Mortensen Síða 4 Kann ikki liva við ógvus­ligum inntrivum Annika Olsen Síða 6 Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Nú ein dagin greiddi ein út­ varps­kvinna okkum frá, at í Roskilde, har fólk í hópatali vóru komin saman at lurta eftir tónleiki, var so snildis­ liga skipað fyri, at tey, ið vóru í uppi­setri við streym, kundu fara á eitt stað til at “lada” tele­fon­ina upp. Her hava vit okkara egna orð, og tað er at “løða”, og tað merkir umframt mangt annað at “fylla við ravmagns­ streymi”, og tá kann tað eyð­ sæð eisini snúgva seg um aðrar lutir, ið skulu løðast, t.d. ein akkumulator. Og nú á døgum er enntá møguligt at keypa bilar, ið kunnu løðast upp, so tað slepst undan at nýta bensin. Tá ið vit keypa eina telefon, so fylgir ein “løðari” við, so vit kunnu løða telefonina upp. Tíverri hoyrist javnan “lad­ari”, og tað sæst eisini á onkrari heimasíðu, ið selur ymsa tøkniliga útgerð, at tey selja “ladarar”. Orðið at løða verður eisini nýtt um at ferma bát ella at fylla lóður í t.d. byrsu. Og so er tað fólk, sum taka sær frí, tí tey mugu “lada upp”, t.e. taka sær av løttum, so tey orkuliga gerast væl fyri aftur. Her má bera til at nýta “løða upp”. Nøkur orð um telefon til umhugsanar: Chr. Matras evnaði orðið ein “røðil” til (av at røða, t.e. tala), og seinni hev­ur Jóhan Hendrik W. Poul­sen evnað orðið eitt “teli” til (verður framborið “tele”). Snýr tað seg um leysa­telefon, ber til at tosa um “farrøðil” ella “farteli”. Hóast hesi orð eru komin heldur seint, t.e. tá var orðið tele­fon vorðið vanligt, so eru tey verd at hava í huga sum møgu­leikar. Lada – løða­ Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Nýggjur myndakalendari