Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juli 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juli 2013 · Nr. 78 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Púra ørt av Kára EYSTUROYARTUNNILIN Vit fara aldrin í lívinum at góðtaka ætlanina hjá landsstýrismanninum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í Kommunusamskipan Føroya Áki Bertholdsen – Hetta er púra ørt! Heðin Mortensen, borg­ar­ stjóri í Havn, og formaður í Kommunusamskipan Før­oya, er púra óvfarin um ætlanina hjá Kára P. Højgaard, lands­ stýrismanni, at lata eitt privat felag byggja, fíggja og reka ein Eysturoyartunnil. Í sambandi við tunnilin ætlar Kári P. Højgaard at smoyggja sær uttanum gald­ andi lóggávu, og at taka Tórs­ havnar Kommu av ræði fyri at tryggja sær, at tunnilin kann verða gjørdur ótarn­ aður. Á Streymoyarlandinum skal tunnilin upp í Tórs­ havnar kommunu. – Tað er Tórshavnar Kom­ muna, sum er byggi­mynd­ ugleiki og skal geva loyvi til, at tunnilin kemur upp og verður bundin í vegin á landi, sigur Heðin Mortensen. Men Tórshavnar Býráð hevur einmælt samtykt at seta nakrar treytir fyri yvir­ høvur at góðkenna tunnilin. Og tær treytirnar eru, at allir innkoyringarvegir til Havnina skulu vera lidnir samstundis sum tunnilin, fyri ikki at elva til ferðslu­ ruðuleika í Havn. Kári tekur ræðið Men hesum ætlar Kári P. Højgaard nú at snúgva sær uttan um. Fyri at tryggja sær, at Tórs­ havnar Kommuna makk­ar rætt, ætlar hann nú at taka myndugleikan frá Tórs­havn­ ar Kommuna, so at tað verður hann sjálvur, sum kann geva tunnilsfelagnum øll loyvini, sum kommunan annars skal veita. Á ólavsøku fer Kári P. Højgaard at leggja uppskot fyri Løgtingið um Eystur­ oyartunnilin. Í uppskotinum, sum lands­stýrismaðurin vil hava Løg­tingið at samtykkja, stendur, at landsstýris­mað­ ur­in kann sjálvur geva tun­ linum tær góðkenningar, sum kommunurnar annars skulu geva. Grundgevingin fyri hes­ um er í tveimum. Í fyrra lagi kann Kári P. Højgaard sjálvur geva tun­li­ num øll loyvini, vissi kom­ munurnar vilja tað. Í øðrum lagi kann hann gera tað, vissi tað er neyðugt av fíggjarligum orsøkum hjá privata tunnilisfelagnum, ella tað er neyðugt fyri at tunnilin yvirhøvur kann gerast. Aldrin góðtikið Borgarstjórin í Havn, og formaðurin í Kommunu­sam­ skipan Føroya, sigur, at hetta verður aldrin góðtikið. – Tann fyrra grund­gev­ing­ in er eitt grundleggjandi inn­ triv í kommunala sjálvræðið. Endamálið við hesum kann eina og aleina vera at av­ montera Tórshavnar Kom­ munu í sambandi við Eyst­ uroyartunnilin, sigur Heðin Mortensen. – Men tað sleppur hann ikki, staðfestir hann. – Tá ið landsstýrismaðurin leggur upp til, at kom­mun­ urnar vilja kanska hava hann at geva tey kommunalu loyv­ ini eisini, fær hann tað at ljóða, sum um at hetta er fyri at tæna áhugamálunum hjá kommunum. – Men hetta er heilt burturvið, tí hóast talan er um størsta verklag í Føroya søgu, fara kommunurnar ikki at avhenda byggi­mynd­ ugleikan til landið. – Kommunurnar, sum hava samband við tunnilin er stórar og fult førar fyri at taka tey neyðugu atlit sum byggivald, ið skulu takast. – Fyri at taka mína egnum kommunu, kann eg eisini staðfesta, at Tórshavnar Kom­muna hevur eina nógv sterkjari og professionellari umsiting á økinum, enn hvat landið hevur, sigur Heðin Mortensen. Óviðkomandi og ósakligt Men heldur Heðin Morten­ sen, at fyrra grundgevingin heilt burturvið, heldur hann harafturat, tann seinna er uppaftur verri. – At landsstýrismaðurin skal taka byggimyndugleikan frá kommununi fyri at taka fíggjarlig atlit til privata felagið, sum skal gera tunn­ ilin, er púra óviðkomandi og ósakligt. – Hvussu kunnu fíggjar­ ligu viðurskiftini hjá privata felagnum gera tað neyðugt, at tvangsflyta byggimyndug­ leikin frá kommununum til landið, spyr borgarstjórin. – Hetta kann ikki tulkast øðrvísi enn, at landið vil gera tað lættari hjá privata felagnum og kanska slóða fyri, at innkomuvegir og íbindingar verða gjørdar, sum ikki lúka tær treytir, kommunan annars setir. – Slíkt kann rætt og slætt ikki góðtakast, sigur Heðin Mortensen. Hann staðfestir, at inn­ komuvegirnir mugu vera klárir, tá ið tunnilin er klárur. – Tað er eingin meining í at tað skal vera skjótt og lætt at koma úr Eysturoy til Streymoy, og so sita føst í einum ferðsluruðuleika norð­ anfyri Havnina, tí inn­koyr­ ingarvegirnir ikki eru gjørdir. – Tosað hevur verið um innkoyringarvegirnir til Havnar í eini 15 ár, men enn er lítið og einki hent, uttan við tí partinum, Tórshavnar Kommuna skuldi gera. – Landið hevur rætt og slætt einki gjørt og tí hava vit sett hesar treytirnar, sigur Heðin Mortensen. – Nú ætlar landið so harafturat at skúgva Tórs­ havnar kommunu til viks. Men tað verður av ongum, at vit lata okkum seta út av spælinum, hvørja ferð, tað tænir einum ávísum lands­ stýrismanni, sigur Heðin Mortensen. Einki at reypa av Heðin Mortensen staðfestir, at landið og kommunurnar hava nógv samstarv og í næstu framtíð er ætlanin atleggja stórmál, sum eldra­ økið, undir kommunurnar. - Í eini slíkari tilgongd er álit ímillum partarnar av­ gerðandi. Álitið hjá kommun­ unum á landsins myndug­ leikar er milt sagt einki at reypa av frammaundan. Men verður hetta framt, er tann seinasta restin fokin og tað verður til óbótaligan skaða fyri samskiftið ímillum land og kommunu. Heðin Mortensen heldur eisini, at tað er ein óskikkur, at landið ger serlógir í sam­ band við einstøk mál. – Tað er eisini ein spur­ ningur um tað er lógligt, og verðururslitið, landsstýrið tekur kommunurnar av ræð­ ið í sambandi við undir­ sjóvartunnilin, fara vit at kanna møguleikan fyri at stevna landsstýrinum, leggur borgarstjórin í Havn afturat. Verður hetta framt, er tann seinasta restin fokin og tað verður til óbótaligan skaða Kári avmonterar Heðin Í sambandi við ætlanina at gera Eysturoyartunnilin vil Kári P. Højgaard tryggja sær, at Heðin Mortensen og Tórshavnar Kommuna, makka rætt og tí vil hann hava Løgtingið at samtykkja, at hann kann taka byggimyndugleikan frá Tórshavnar Kommunu í hesum føri Havnin skúgvast til viks Hetta er tað, Kári P. Højgaard ætlar at fáa Løgtingið at samtykkja og sum hevur loypt hvøkk á Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn. Hann sigur, at hetta er eina og aleina ein roynd av skúgva Havnina til viks. Grein 15 b. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta, at hann hevur tær heimildir, sum kommunurnar hava til at veita myndugleikagóðkenning viðvíkjandi tunnilsverk­ætl­an­ ini, um so er, at kommunurnar seta fram ynski um tað, ella um so er, at tað er neyðugt grundað á fíggjarlig atlit hjá loyvishava heruppií, at verkætlanin kann fremjast. Stk. 2. Avgerðir hjá landsstýrismanninum sambært stk. 1 verða tiknar aftaná, at kommunalu myndugleikarnir eru hoyrdir í málinum. Hoyringsfreistin hjá kommununum í slíkum málum sambært hesi lóg er 4 vikur. Stk. 3. Avgerðir, sum landsstýrismaðurin tekur sambært stk. 1, verða tiknar sambært somu reglum og hava sama rættargildi, sum vóru avgerðirnar tiknar av kommun­ unum.”