Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juli 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juli 2013 · Nr. 78 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Í einum kjallarakontóri í Hvannasundi sita teir báðir menninir, sum júst hava keypt tíðindaportalin, portal. fo. Talan eru um 32 ára gamla Nikláa Nysted og 34 ára gamla Jón Nysted, ið eru beiggjar og starvsfelagar. – Vit sóu, at hann var til sølu, og prátaðu nógv um, hvussu spennandi tað var, hvør nú mundi fara at keypa hann, sigur Jón, og Niklái heldur fram: – So fóru vit at hugsa, at um vit nú keyptu portalin, so var tað ein smart íløga. Við portalinum fáa vit eina størri slagkraft við teimum skip­ aninum, vit longu hava ment. Eitt nú okkara lýsingaskipan, greiðir Niklái frá. Seinastu ellivu árini hava teir rikið fyritøkuna Knassar og hava ment telduskipanir og gjørt heimasíður fyri fyritøkur. Men sum lítil fyri­ tøka á einum stórum mark­ naði hevur tað ikki verið heilt lætt. – Trupulleikin hevur ofta verið, at vit hava gjørt tæn­ astur, og so eru tær blivnar kopieraðar av øðrum, ið eru størri enn vit. Tá vit nú fara at gera tænastur, fara onnur ikki avstað við tí, sigur Jón. Høvuðsorsøkin til keypið av tíðindaportalinum, sum er ein av Føroya mest vitjaðu síðum, er, at hann skapar góða inntøku. Og hetta kann verða við til at hjálpa knass­ unum báðum út í heim. – Við portalinum kunnu vit fáa eitt so mikið stórt inntøkugrundarlag, at vit kunnu fara út í heim at menna útlendskar tíðinda­ portalar og lýsingaskipanir. Tað hevur altíð verið okkara ultimativa mál, sigur Niklái. Forritaðu á pappír Áhugan fyri teldum, heima­ síðum og menning av teldu­ forritum hava beiggj­arnir úr Hvannasundi havt frá heilt ungum árum. – Eg haldi, at áhugin stav­ ar frá, tá vit fyrstu ferð sóu eina teldu. Vit fóru á bóka­ savnið og læntu haðani bøk­ ur um teldur og internetið, fortelur Jón. – Eg minnist eisini væl, at vit keyptu okkum skrivihefti, sum mann plagdi at brúka í skúlanum, og so forritaðu vit í tey pappírini. Tá vit so vóru eini 10-12 ár, fingu vit teldu heima, og tá fóru vit alt fyri eitt í gongd við at forrita, sigur Niklái. Í 2000 stovnaðu teir sína fyrstu fyritøku, Nyzac, har teir gjørdu lýsingar og onkrar heimasíður. Eisini fingust teir eitt skifti við sølu av teldum umvegis netið. - Tað riggaði ikki so væl, men í 2003 skiftu vit navn til Knassar, og eftirhondini hava vit gjørt fleiri enn 600 heimasíður við okkara heima­ síðuskipan, og harafturat er lýsingaskipanin, vit hava ment, blivin ein stórur lýs­ ingamiðil, sigur Jón. og eftir­hondini hava vit gjørt fleiri enn 600 heima­ síður við okk­ara heima­síðu­ skipan, og harafturat er lýsinga­skip­anin, vit hava ment, blivin ein stórur lýs­ ingamiðil, sigur Jón. Starvsfelagar og beiggjar Báðir halda teir, at tað riggar væl at arbeiða saman og eisini vera beiggjar. – Eg haldi, at vit brenna líka nógv fyri hesum arb­ eiðinum. Nú hava vit eftir­ hondini eisini arbeitt saman í nógv ár og hava fleiri ferðir samstarvað um ymsar stórar verkætlanir, so vit kenna hvønn annan ógvuliga væl, greiðir Niklái frá, og Jón leggur afturat: – Hóast vit eru ólíkir, so nýtast vit sjáldan at kjakast Knassar vilja út í heim - Portalurin skal verða okkara lopfjøl út í heim, og tað er tí, vit hava keypt hann. Tað siga teir báðir brøðurnir úr Hvannasundi, Niklái og Jón Nysted, sum eiga og reka fyritøkuna Knassar. Í farnu viku keyptu teir Føroya størsta tíðindaportal Fólk skulu ikki vænta at fáa ein hypermodernaðan portal við eini rúgvu av animasjónum og slíkum