mikudagur 10. juli 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 10. juli 2013 · Nr. 78
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Byrjar 16.sept. 2013
Vinnu
kaVaraskeið
faroedive@faroedive.fo • tel. 218929
Commercial Diver
Training Facility
Sosialurin 341800
Summarfrí
Skrivstovan er stongd vegna summarfrí frá mánadegnum 15. juli 2013.
Opið verður aftur mánadagin 12. august 2013.
Staravegur 17
Postsmoga 3258
110 Tórshavn
Telefon 34 34 34
Telefaks 34 34 35
spekt@spekt.fo
www.spekt.fo
Hevur tú áhuga í at royna teg sum undir
vísari og granskari innan søgu og samfelag,
so hava vit tvey tíðaravmarkað størv í 1 ár,
við ávísum møguleika til leingjan. Annað er
vísindaligt hjálparfólk og hitt er náms
lektari. Annað starvið er í høvuðsheitum
eitt gransk ara starv, hitt starvið er í
høvuðsheitum eitt undirvís ingarstarv.
Vísindaligt hjálparfólk
Hetta starvið er knýtt at eini tvørvísinda
ligari verkætlan um føroysk samfelags
viðurskifti í 1800talinum, byrjað á Søgu
og
Sam felags deildini
við
stuðli
frá
Granskingarráði Føroya. Tín uppgáva verð
ur at arbeiða við skjølum, dokumentasjón
og dátuviðgerð. Eisini vænta vit, at tú í
samstarvi við granskingarbólkin í ávísan
mun fert at luttaka í skriviarbeiði, eitt nú at
gera samandráttir og arbeiðsútkast.
Førleikakrøv
Vit ímynda okkum, at tú hevur eina master
útbúgving í søgu ella samfelagsvísindum.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir
við tvørvísindaligum arbeiði. Tað er eisini
ein fyrimunur, um tú hevur royndir við
arkiv arbeiði, kennir til brúk av dátugrunnum,
royndir við at lesa eldri skrift og annars
aðrar metodiskar royndir. Hevur tú við
komandi bachelorútbúgving, ert tú eisini
vælkomin at søkja.
Námslektari
Tann, ið sett/ur verður í hetta starvið,
kemur í høvuðsheitum at takast við undir
vísing innan grundfakini á Søgu og Sam
felags deildini, alt eftir hvørjar førleikar
viðkomandi hevur. Tað er ein fyrimunur, um
tú kanst dekka partar av fleiri enn einari av
okkara útbúgvingum, til dømis um tú hevur
ein samansettan master.
Eftir nærri avtalu ber eisini til at fáa tillutað
part av tíðini til gransking, ið skal verða
innan tey av deildini raðfestu økini. Nærri
kunning um granskingarøki og útbúgvingar
á Søgu og Samfelagsdeildini finnast á
www.setur.fo.
Førleikakrøv til námslektarastarvið
Námlektari skal hava góðan fakligan og
náms frøðiligan førleika, vísindaligan før
leika og fyrisitingarroyndir í sambandi við
hægri undirvísing. Serligan týdning hevur
tað, at víst verður á, hvørjar pedagogiskar
førleikar ein hevur.
Umsókn
Umsókn við viðkomandi skjølum, cv, prógv
um o.a, umframt møguligum vísindaligum
av rikum, vera at senda til: umsokn@setur.
fo í seinasta lagi mánadagin 5. august
2013, kl. 12. Tilskilast skal í umsóknini, hvat
av størv unum søkt verður.
Sett verður setanarnevnd at meta um før
leikar umsøkjaranna.
Onnur viðurskifti:
Bæði størvini ynskjast sett skjótast til ber.
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála
millum Føroya Landsstýri og avvarðandi
yrkis felag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda tær til Hans Andrias Sølvará, deildar
leiðara (tlf. 292583; mail: hansas@setur.fo)
ella til Gest Hovgaard, lektara (tlf. 292595;
mail: gesturh@setur.fo).
Upplýsingar um virksemið á Fróðskapar
setrinum eru at finna á heimasíðuni:
www.setur.fo.
2 tíðaravmarkað størv á Søgu og samfelagsdeildini
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya
er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
110 Tórshavn • www.setur.fo
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.