Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stóru byggifeløgini mist áhugan fyri Salt PROJEKT SALT Stóru byggifeløgini í landinum hava ikki longur áhuga fyri at bjóða aftur upp á Projekt Salt á Drelnesi Áki Bertholdsen Talan er um eitt arbeiðið upp á yvir 50 milliónir. Men kortini hevur hevur ongin av teimum stóru arbeiðstak­ar­ unum í Føroyum bjóðað upp á tað. Tað er stórfingna Projekt Salt á Drelnesi, vit tosa um. Mánadagin vórðu tilboð­ ini upp á at gera salthúsið til eitt mentanarhús, latin upp. Men tað var eitt vónbrot, tí tað vísti seg, at ongin av teimum stóru byggifyri­tøk­ unum høvdu bjóðað. Tað komu heldur ongi til­ boð inn upp á tey stóru arb­ eiðini, eitt nú alt timbur­ arbeiðið innan og og uttan og alt lendisarbeiðið. Tilsamans komu bara til­ boð inn upp á nøkur av teim­ um smærru arbeiðnum fyri tilsamans 10 milliónir og tað er bara ein lítil partur av allari verkætlanini. Mistu áhugan Orsøkin til, at tær stóru byggi­fyritøkurnar ikki eru við longur, er rætt og slætt, at tær hava mist áhugan fyri verkætlanini. Tað váttað bæði Høgni Lauritsen, stjóri á TG verk, Stein Olvur Petersen, stjóri á J & K Petersen og Niclas Joensen, fíggjarstjóri í Arti­ con. TG verk hevði lægsta til­ boðið í fyrru lisitatióninini og tað kom púra óvart á teir, at hon var annulerað. – Tá ið vit bjóðaðu upp á arbeiðið í fyrru lisitatiónini, var tað tí, at vit meintu tað í álvara og vit hildu okkum til tær reglur, sum vóru gald­ andi, sigur Høgni Lauritsen við Rás2. - Tilboðið var upp á 62 milliónir og vit vóru eisini í samráðingum um eina sátt­ mála og so var lisitatiónini alt í einum annulerað. Høgni Lauritsen sigur, at tað er rættiliga kostnað­ar­ mikið at vera við í eini lisitatión, men tað er blivið meiri vanligt at lisitatiónir verða annuleraðar. - Tá ið vit so kanska missa eitt sindur av trúnni eitt upp á eina verkætlan, mugu vit velja okkum aðrar verkætl­ anir, sum vit halda eru tryggari at fara í holt við. Tí gjørdi TG Verk av, ikki at brúka pening upp á at bjóða upp á Salt einaferð enn. – Ein missur altíð áhugan tá ið ein skal bjóða upp á sama arbeiðið fleiri ferðir, sigur hann. Tað bøtti heldur ikki um áhugan, at verkætlanini nú er skerd rættiliga fitt. – Men nú hava vit fingið onnur arbeiðið og vit hava ríkiligt at gera og alt hetta tilsamans hevur ført til, at vit ikki longur høvdu áhugað fyri at bjóða upp á Salt einaferð enn. Álitið fýkur Stjórin í J & K Petersen sigur tað sama. – Tá ið vit ikki hava bjóðað upp á Salt hesuferð, er tað ikki endiliga tí at tað er so øgiliga nógv at gera, sigur Stein Olvur Petersen við Rás2. – Tað er rættiliga kostn­ aðarmikið at bjóða uppá eina so stóra verkætlan, tað kostar lættliga 200.000 til 300.000 krónur. - Tað er ein váði, vit taka á okkum. Men í seinastuni hava vit bjóðað upp á ymisk arbeiði, sum eru annulerað. -Vit vilja ikki bjóða upp á slík arbeiði, tí vit føla, at vit verða ikki tikin fyri fult. Hann sigur, at álitið fýkur, tá ið ein lisitatión verður verður annulerað. – Vit hava eina lisita­ tiónslóg og eg ivist í um tað er í lógarinnar anda, at ein lisitatión verður annulerað tí at útbjóðarin er ónøgdur, tí tað ber til at samráðast vi tann, sum hevur lægsta tilboðið. – Vit kunnu ikki standa modell til at bjóða fleiri ferðir upp á sama arbeiði, tí tá ið vit bjóða, avdúka vit eisini rættiliga nógv um okkum sjálvi fyri okkara kappingarneytum, og tað kann koma okum aftur um brekkur í eini seinni lisi­ta­ tion, sigur Stein Olvur Pet­ ersen. Niclas Joensen, fíggjar­ stjóri í Articon, sigur, at tað vóru fleiri orsøkir til, at teir ikki bjóðaðu hesuferð. – Ein orsøk er, at Articon hevur nógv at gera. Men ein orsøk er eisini, at lisitatiónin varð annulerað og at tað er dýrt at rokna tilboð út. – Tá ið orkan er avmark­að, má hon brúkast, har mest fæst burtur úr, sigur hann. Men hann sigur eisini, at teir hava hoyrt nevnt, at tað eru 40 milliónir at byggja fyri og teir duga ikki at síggja, hvussu húsið kann byggjast fyri teir pengarnar. – Tí boðaðu vit beinan­ vegin frá, at vit fóru ikki at bjóða aðru ferð, sigur fíggj­- arleiðarin í Articon. Melda pass Tær tey stóru byggifeløgini eru ikki longur áhugað í at byggja Projekt Salt, mentanarhúsið á Drelnesi. Avleiðingin er, at tilboð eru bara komin inn upp á ein lítlan part av arbeiðnum, men øll tey stóru arbeiðini hanga í leysum lofti Góðar vónir PROJEKT SALT Stigtakarin hevur framvegis góðar vónir um, at Projekt Salt verður bygt Áki Bertholdsen Nú er stór óvissa um, hvussu verður við stór­ fingna Projekt Salt á Drel­ nesi, tí lítil og eingin áhugi er fyri at gera arb­eiðið. Arbeiðið at gera salt­ húsið til mentanarhús, varð boðið út, men tá ið tilboðini vórðu latin upp 7. februar, vístu tað seg, at tey vóru alt ov dýr. Síðani varð varð nakað skarvað burtur verkætl­ anini fyri at fáa hana bíligari, áðrenn hon varð boðin út av boðið út av nýggjum. Men tá ið tilboðini vórðu latin upp mána­ dagin, var greitt, at tað hevði ikki gingið sum ætlað. Tað vísti seg nevniliga, at ongi tilboð komu inn upp á tey stóru arbeiðini, sum eru alt timbur­arb­ eiðið innan og uttan, lendisarbeiðið og annað. Einastu tilboð, sum komu inn vóru upp á tey smærru arbeiðini, men eisini har var ógvuliga avmarkaður áhugi at bjóða. Eitt tilboð kom inn upp á múraraarbeiðið. Tað var frá Roest á Tvøroyri, sum kann gera arbeiðið fyri stívliga 1,2 millión. Tvey tilboð komu inn upp á málaraarbeiðið. Har var Martin í Nesi lægst­ur, hann kann mála ætlaða mentanarhúsið fyri 665,120 krónur. Trý tilboð komu inn upp á el-arbeiðið, har var El-Service lægst við stív­ liga 3,6 milliónum. Tvey tilboð komu inn upp á HVS arbeiðið. Har var Reno Vent lægst við einum tilboði á góðar 2,4 milliónir. Hinvegin hevði Tanga­ virkið lægsta tilboðið av tveinum upp á ventila­ tiónsarbeiðið, tað var upp á góða 1,7 millión Og loksins komu tvey tilboð inn upp á CTS atomatikkin, har hevði Klima.fo lægsta tilboðið upp á eina slaka hálva millión. Sostatt komu tilboð bara inn upp á arbeiðið fyri góðar 10 milliónir, ella minni enn ein fimting av tí, verkætlanin kostar tilsamans. Hevur enn góðar vónir Ólavur Rasmussen, sum er drívmegin aftanfyri projekt Salt á Tvøroyri, hevur framvegis góðar vónir um, at verkætlanin verður veruleiki. Hann dugir ikki at siga, hví tilboð bara komu inn upp á tey smærru arbeið­ ini. Hann sigur kortini, at tilboðini, sum komu inn, gingu teimum til vildar. Hann veit heldur ikki, hvat nú fer henda. – Saman við stuðuls­ veitarunum, fer Salt­silo­ grunnurin nú at umhugsa ein leist fyri, hvussu trupulleikin við teimum entre­prisunum, ið mang­ la, skal loysast, sigur hann. - Vit royna at arbeiða skjótt, bæði fyri bygg­ ingina og fyri at kunna at geva almenninginum neyv­ari kunning, sigur Ólavur Rasmussen. Men hann metir ikki, at hetta setir projektið í vanda. Sjálvur metir hann, at úrslitið verður, at sam­ ráðingar fara at vera við ymsar arbeiðstakarar, sum kunnu hugsast at vera sinnaðir at gera tey arbeiðini, ongin hevur bjóðað upp á.