Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sildastríðið Í trúnaði hevur Løgmansskrivstovan fingið játtað fleiri milliónir frá Fíggjarnevnd Løgtingsins. Múlaband er sett á øll, ið við málið hava at gera. Fjaldu milliónirnar skulu nýtast til altjóða serfrøði sum fyrireiking til eitt rættarligt stríð við ES um Norðhavssildina Rógvi Nybo Komandi vika kann fáa avgerandi týdning fyri fram­ tíðar viðurskifti Føroya við Evropasamveldið. Í seinasta lagi mikudagin fæst svar, um ES ger álvara av hóttanunum við handilsátøkum móti Føroyum, sum revsing fyri at vit hava ásett okkara egnu kvotu á 17 prosent av saml­ aðu tilráddu kvotuni til Norð­havssildina. Nógv verður tutlað í krók­ unum í høvuðsborgini hjá Samveldinum í Brússel. Um handilsátøk og ymisk dato. Sumt fellur eisini føroysku fyrisitingini fyri oyra. Og í farnu viku er okkurt komið fram, sum bendir á, at álvari verður gjørdur av handils­ átøkunum fyrsta dagin. Hvøkk­ur er lopin á Lands­ stýrið. Løgmansskrivstovan, sum eisini umsitur uttan­ ríkisviðurskifti Føroya, og Fiskimálaráðið hava í skundi og trúnaði fundast við bæði Uttanlandsnevnd og Fíggjar­ nevnd Løgtingsins. Eitt fíggj­ arnevndarskjal – sum er ein umbøn um eykajáttan uttan­ um Løgtingið – er borið í Fíggjarnevndina. Einki fæst at vita um innihaldið í skjali­ num, hvat pengarnir skulu nýtast til ella hvussu stóra upphædd talan er um. Múla­ band er lagt á øll, ið hava bert tað minsta at gera við málið. Tað einasta, ið fæst at vita er, at talan er um fyrireikingar til eitt møguligt stríð við ES um Norðhavssildina. Best at vit einki vita Mikumorgunin viðgjørdi Fíggj­arnevnd Løgtingsins fíggjarnevndarskjalið frá Løg­mansskrivstovuni, har biðið verður um eitt ókent tal av milliónum – onkrastaðni millum fimm og sjey milli­ ónir – til at loysa eina ókenda uppgávu. Eftir fundin søgdu bæði Kaj Leo Holm Johan­ nesen, løgmaður, og Kristina Háfoss, virkandi forkvinna í Fíggjarnevndini, at avrátt er, at málið verður í trúnaði. - Tað er altíð ein meting, í hesum førinum hjá Løg­ mans­skrivstovuni, um eitt mál skal verða í trúnaði ella ikki. Og hetta er so eitt av teimum málunum, har mann metir, at tað gagnar øllum føroyingum og føroysku tjóðini, at málið er í trúnaði og at upplýsingar ikki koma út fyrr enn seinni, segði Kristina Háfoss eftir fundin. Heldur ikki Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vildi siga tað stóra, tá hann kom úr Fíggjarnevndini, har hann, saman við Bjørn Kunoy, løgfrøðiligum rágeva í Uttan­ ríkistænastuni, og Marjun Hanusardóttir, løgmans­ stjóra, hevði greitt frá um­ bønini um eykajáttan. – Eg fái ikki havt nakra viðmerking, annað enn at hetta eru nakrar fyrireik­ing­ ar, sum eru í gongd, og sum vit hava havt í gongd í nakrar mánaðir. Annað fái eg ikki sagt um málið, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Sambært løgmanni er hetta »bert ein liður í teimum strategium, vit hava lagt í mun til eitt eventuelt boy­ kott ella ikki« og hava vit bæði eina plan A, plan B og plan C. Løgmaður, Uttanlands­ nevndin og Fíggjarnevndin eru altso samd um, at best fyri Føroya fólk er, at vit einki vita um, hvat pengarnir skulu brúkast til. Fyrireika seg til Havrættardómstólin Okkurt álvarsligt mann tó verða áfatt, nú Løgmans­ skriv­stovan í skundi og trú­ naði biður Fíggjarnevnd Løg­ tingsins um eina eykajáttan upp á nakrar milliónir utt­an­ um Løgtingið – sum annars kundi viðgjørt eina eyka­ játtanarlóg tá tað kemur saman aftur beint eftir Ólavsøku. Fíggjarnevndin hevur annars verið rættiliga afturhaldandi við at góð­ kenna fíggjarnevndarskjøl, ið játta pengar uttan at Løg­ tingið sleppur at viðgerða umbønina. Men ein samd Fíggjarnevnd játtaði Løg­ mans­skrivstovuni pengar­ nar. Fyrr í vikuni skrivaði Sosi­ alurin um samskiftið millum Mariu Damanaki, ES-kommi­ ser í fiskivinnumálum, og Jacob Vestergaard, lands­ stýrismann í fiskivinnu­mál­ um, og hvussu samskiftið í roynd og veru er glantri­ leikur, meðan ein nógv álv­ arsligari politiskur leikur fer fram handan leiktjaldið. Og tá Løgmansskrivstovan nú biður um eina millióna­upp­ hædd til at fyrireika seg til eitt møguligt boykott frá ES, kundi tað sæð út til, at Løg­ mansskrivstovan hevur tikið ræðið av Fiskimála­ráðnum. Men so er ikki, sambært fiskimálaráðharranum, Jacobi Vestergaard. - Hetta er ein samskipað tilgongd millum Fiskimála­ ráðið og Løgmans­skriv­stov­ una. Fiskimálaráðið tekur sær av øllum samskifti við ES-kommiserin, samráðingar og slíkt, meðan Løgmans­ skrivstovan tekur sær av handilsmálum og samskifti við aðrar stovnar, sigur Jacob Vestergaard, lansstýris­mað­ ur í Fiskivinnumálum. Tá tað er Løgmans­skriv­ stovan, sum hevur biðið um eykajáttan, og hon tekur sær av samskifti við aðrar stovn­ ar enn ES-kommisiónina, so gangi eg út frá at tað er Altjóða Havrættardómstólin, tit vilja venda tykkum til? - Ja, tað er tað millum annað, sigur Jacob Vester­ gaard. Okkurt í umbúna í Brússel Sambært landsstýris­manni­ num í fiskivinnumálum vita vit, at okkurt er í umbúna niðri í Brússel. – Longu tá Maria Dama­ naki hevði fund við evro­ peiska fiskaídnaðin tann 26. maj, vistu vit at ein tilgongd er sett í gongd fyri at fáa ásett handilsátøk mótvegis Føroyum. Og nú halda vit okkum vita, at okkurt kon­ kret er í umbúna, og tað er hetta, vit nú fyrireika okkum uppá, sigur Jacob Vester­gaard. Síðst í mánaðinum, tann 31. Juli verður ein avgerandi fundur í Brússel, har avgerð kann verða tikin, hvørt handilsátøk skulu setast í verk móti Føroyum og hvørji hesi verða. Og tað er ein reellur møguleiki fyri, at handilsátøkini móti Før­oy­ um verða á dagsskránni tann 31. Juli. Og verða tey tað, kunnu ES havnir verða stongdar fyri føroyskum skipum innan heilt stutta tíð. - Enn er tað bara gitingar, men vit halda okkum vita, at okkurt nú er í umbúna. Men partarnir skulu hava dags­ skránna í hendi 14 dagar áðrenn fundin, so um longu hálvan juli (í síðsta lagi mikudagin, red) vænta vit at verða klókari upp á, hvat tey vilja, sigur Jacob Vestergaard. Er tað so hetta, lands­ stýrið er við at fyrireika seg til? - Ja, hetta er ein liður í teimum fyrireikingum. Vit skulu verða klár at handla, til tað hava vit brúk fyri fremstu ráðgeving í altjóða rætti, og tá tú skal hava fremstu ráðgeving, kostar tað pengar, staðfestir Jacob Vestergaard. Er hetta so meira ein heilgardering enn at okkurt álvarsligt er hent í sein­ast­ uni? - Ja, hetta er ein heil­gar­ dering upp á allar eventu­ alitetir. Vit hava fyrr luftað møguleikan fyri seming, um samráðingarnar ikki bera á mál. Og nú royna vit at hyggja eftir, hvørjir aðrir møguleikar eru fyri at steðga handilsátøkunum frá ES, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fisk­ ivinnu­málum. Tað er alt í alt rættiliga nógv, ið bendir á, at lands­ stýrið nú hevur biðið um eina ókenda milliónaupp­ hædd til at fyrireika at leggja ósemjuna inn fyri Altjóða Havrættardómstólin hjá Sam­eindu Tjóðum, og har fáa steðgað handilsátøkunum frá ES. Komandi vika kann fáa avgerandi týdning fyri fram­ tíðar viðurskifti Føroya við Evropasamveldið, og í sein­ asta lagi mikudagin fæst svar, um ES ger álvara av sínum hóttanunum mótvegis Føroyum. rogvi@sosialurin.fo Fyrireiking fyri fjaldar milliónir