Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Føðingar 1. juli fingu Helen á Lakjuni og Gunnar Hjelm, Fuglafjørđur, eina dóttur. Hon var 37 cm long og vigaði 990 gr. 4. juli fingu Helga Susanna Johansen og John Havn ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4500 gr. 4. juli fingu Ingunn Jacobsen, og Regin Lamhauge, Toftir/Tórshavn, ein son. Hann vigaði 3640 gr og var 53 cm langur. 1. juli fingu Rannvá Holm og Búgvi Poulsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 60 cm long og vigaði 4900 gr. 19. juni fingu Emma Ósk & Ragnar Joensen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3950 gr. 19. juni fingu Brynhild Olsen og Torkil Sørensen, Tórshavn, ein son. Hann vigaði 4540 gr og var 55 cm langur. 6. juli fingu Sóley Johannesen og Otto Justinussen, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3970 gr. 3. juli fingu Elin Bech og. Andrew Christiansen, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3910 gr. Tøkk Vit vilja við hesi heilsan takka øllum tykkum, sum fylgdu okkara kæra manni, pápa, abba og verpápa Tummas Ingibjartur Jacobsen Leynum til jarðar. Takk fyri hjálpsemi og umsorgan frá starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum og á Mørkini, sum vóru um hann. Eisini ein tøkk til tykkum sum trúfast vitjaðu hann. Takk til Jógvan Fríðriksson, Bergtórur Bjarkhamar og Theodor Olsen fyri góð og troystarrík orð, tá ið Tummas fór av Mørkini, og var jarðaður úr Kvívíkar kirkju. Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravarar og øll tykkum sum hjálpti til ervið. Takk fyri heilsanir og vitjanir. Takk fyri blómur, peningagávur til Mørkina, og takk til tykkum mongu sum fylgdu honum til hansara hvíldarstað. Vinaliga Sólbjørg og Fríðunn við familju 1. juli fingu Marjun S. Joensen og Ólavur J. Debes, Oyri, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3960 gr.