hósdagur 11. juli 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað var eitt flott arkitekta
verk, ið BankNordik saman
við MAP arkitektum legði
fram í høvuðssætinum í
Húsagøtu hósmorgunin.
– Hetta verður ein vakur,
rundur og eyðkendur byg
ningur, ið fer at liggja á
høvdini millum Tjaldursveg
og R. C. Effersøesgøtu. Og so
verður tað fyri okkum ein
bygningur, ið fer at rúma
øllum kundunum hjá banka
num, sigur Janus Petersen.
Og tað vil siga øllum
priatkundum, vinnukundum,
tryggingarkundum og eftir
lønarkundum, sum bankin
hevur.
– Allir kundar skulu ken
na seg heima í bygninginum,
sum
er
innrættaður
til
kundavirksemi soleiðis, at
kundarnir skulu kenna seg
vælkomnar,
sigur
Janus
Petersen.
Hann heldur, at talan er
um eina góða loysn bæði fyri
kundarnar og fyri starvs
fólkið.
– Vit fingu fýra uppskot
inn til ein bygning frá okkara
frægastu arkitektum í Før
oyum, og vit kendu, at vit
fingu sera áhugaverd upp
skot, ið góvu okkum nógvan
íblástur. Vit valdu so eitt út,
og tað gjørdu vit bæði út frá
okkara egna sjónarmiði um,
at
tað
skuldi
vera
ein
bygningur, ið skuldi vera
innbjóðandi fyri kundar og
arbeiðsligur
fyri
okkara
starvsfólk, men eisini út frá
arkitektoniskum virði. Og
har høvdu vit tveir arkitekta
ráðgevarar, Gunnar Hoydal
og Ósbjørn Jacobsen, til at
hjálpa okkum at velja út,
sigur Janus Petersen.
Úrslitið fall á uppskotið
hjá MAP arkitektum, sum
var mett at vera bæði snøgt,
eyðkent og sera kundavinar-
ligt.
Alt á einum stað
Virksemið verður nú savnað
á einum stað, og tað hevur
týdning fyri bankan.
– Tað verður nógv stutt-
ligari sum arbeiðspláss, at øll
eru saman. Tú hittist, og tað
skapar nakað av nýggjari
orku, so tað verður huga
ligari, tá øll eru saman, sigur
Janus Petersen.
Talan verður eisini um
eitt størri útboð til kundar
nar.
- Nú savnar tú øll útboð á
einum stað, og tað halda vit
hevur stóran týdning fyri
kundarnar,
sigur
Janus
Petersen.
Sambært bankastjóranum
fer bygningurin fíggjarliga
ikki at tyngja so nógv.
- Hann fer at kosta á leið
tað sama, sum vit seldu
okkara verandi bygningar
fyri. Vit seldu teir fyri 92
milliónir, og tað verður har á
leið, sigur Janus Petersen.
Skotbráið er stutt, og tí
verður farið í gongd beinan
vegin.
- Vit fara í gongd fyrst í
komani ári og arbeiða eftir
einari trongari tíðarætlan, tí
arbeiðið skal verða boðið út
longu í ár. So vónandi kunnu
vit sleppa í gongd longu í
heyst og byrja upp á høv
uðsbygningin komandi vár,
sigur Janus Petersen.
Málið er, at arbeiðið skal
verða liðugt í fyrsta árs
fjóðringi 2015.
– Leisturin er ikki heilt
avgjørdur enn, hvør sleppur
at byggja, men sjálvandi
sleppa føroyskar fyritøkur at
bjóða upp á arbeiðið, sigur
Janus Petersen, forstjóri í
BankNordik.
Hósmorgunin legði BankNordik fram skitsutekning av nýggja høvuðssætinum hjá bankanum. Tað vóru MAP
arkitektar, ið vunnu arkitektakappingina um verkætlanina, og væntandi verður byrja upp á sjálva byggingina í
februar
Eitt høvuðssæti ið savnar