hósdagur 11. juli 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tiðargrein
Bjarni Djurholm
tingmaður
Farna hálva árið hevur ljóðað, at
Innlendismálaráðið hevur havt
ætlanir um at lata donskum
investorum arbeiðið at gera og
reka Skálafjarðatunnilin.
Fyri at fáa greiðu á hvat
fyrifórst, setti undirritað lands
stýrismanninum skrivligan
fyrispurning um verkætlanina
13. februar í ár. Svarið frá
landsstýrismanninum var vøkkult
og lítið ítøkiligt. Áhugin í tinginum
var eisini samsvarandi. Burtursæð
frá undirritaða tók nærum eingin
annar orðið.
Nú er so komið í ljósmála,
at Copenhagen Infrastructure
Partners hava samráðst seg til ein
sáttmála við Innlendismálaraðið.
Sáttmáli, sum verður duldur og
sum tí gevur uttanfyristandandi
kensluna av, at hann kanska ikki
tolir dagsins ljós.
Ístaðin hevur landsstýrismað
urin um dagarnar sent lógarupp
skot til hoyringar, sum skal geva
honum óskerda heimild at lata
verkætlanina til CIP at hoyggja
við.
Ójavni
Tað sum er komið undan kavi
higartil er á mangan hátt ringt at
skilja. Fyri tað fyrsta tykist tað
rættuliga løgið, at samráðingarnar
hava verið førdar í loyndum. Hetta
hevur havt við sær sjálvsagdar
gitingar um orsøkina til, at eingin
sleppur at síggja avtaluna.
Øll tilgongdin - og tað vísir
lógaruppskotið eisini - ber brá
av ójavna millum partarnar.
Landsstýrið bindur seg til eina
rúgvu, meðan mótparturin lítlar
og ongar bindingar hevur.
Í verandi lógaruppskoti verður
beinleiðis sagt, at loyvishavin,
uttan nakrar avleiðingar, kann
fara burtur úr avtaluni, um
hann ikki innan 2018 hevur latið
landsstýrinum eitt forprojekt,
hvat so tað merkir? Loyvishavin
kann eisini við reinum passiviteti
í 12 mánaðir sleppa burtur úr
projektinum.
Eingin javnstøða
Heldur ikki er javnstøða
millum partarnar. Hví kann
landsstyrið ikki uppsiga
avtaluna, um loyvishavin einki
ger við projektið? Hví er tíðar
freistin longd í mun til tað,
sum upprunaliga hoyrdist um
tíðarfreistina, tá loyvishavin
skuldi hava eina freist uppá 2 ár.
Nú verður landsstýrið bundið
í 5 ár til einki at gera, meðan
tað í veruleikanum stendur
loyvishavanum frítt at gera tað
honum lystir.
Í uppskotinum verður eisini
sagt, at landsstýrið bindur seg
til ikki at broyta normar fyri
tunnlar. Ger landsstýrið tað, so
skal landsstyrið enntá rinda
loyvishavanum endurgjald! Tað
má metast at vera óhoyrt at
frítaka privatan loyvishava fyri
allar broytingar í galdandi byggi
normum, og sum vituliga fara at
verða samtyktir framyvir.
Galda fyri øll
Eisini er tað skeivt at samtykkja
nýggjar skattareglur í einum upp
skot um ein undirsjóvartunnil. Tað
er í skattalógini broytingar skulu
gerast, og skulu tær tá galda fyri
øll feløg.
Harafturat er reglan um, at
kommunur sum byggimyndugleiki
kunnu verða tiknar av ræði,
ikki væl umhugsaðar. Nakað,
sum helst fer at orsaka politiskt
rumbul og skilnað millum land og
kommunur.
Reglan um, at avtalan millum
partarnar ikki má almannakunn
gerast fyrr enn í fyrsta lagi 6
mánaðir eftir, at tunnilin er tikin
í nýtslu, er eisini serstakliga løgin.
Tað finst ongin saklig grundgeving
fyri, at almenningurin ikki
skal kenna innihaldið í eini so
týdningarmiklari avtalu fyrr enn
eftir at projektið er liðugt og tikið í
nýtslu. Hvør er grundgevingin fyri
hesum?
Eingin má síggja
Grundleggjandi er tað eisini
sjáldsamt við uppskotinum,
at Løgtingið gevur
landsstýrismanninum heim
ild til at undirskriva sáttmála,
sum Løgtingið ikki má síggja. Til
samanberingar hevði tað verið
óhugsandi, at danskur ministari
fekk heimild at undirskriva eina
avtalu um einkarætt til brúnna
um Oyrasund, sum Fólkatingið
ikki kendi innihaldið av.
Eisini er tað eisini óskiljandi,
at íløgan øll sum hon er skal for
rentast við 10%. Tað er neyvan
nakar, sum klárar at garantera
eitt slíkt avkast í 10 ár. Hóskandi
kundi verið at spurt, um einki
er í avtaluni við loyvishavan um
maksimala forrentning?
Og hvussu er viðurskiftini
millum lánsveitararnar (donsku
pensiónsfeløgini) og stovnararnar
av sjálvum tunnilsfelagnum
reguleraði? Hvørja samsýning fáa
stovnararnir fyri ómakin?
Heldur ikki er ásett nøkur regla
um, at landstýrið skal hava eftirlit
við felagnum og skal góðkenna
raksturin, herundir prísáseting.
Og hvør skal hava hetta eftirlit?
Hvat hendur t.d. um felagið fer
á húsagang. Er yvirhøvur nakað
sum regulerar hesi viðurskifti?
Tað er óskiljandi, at hesin parturin
verður óreguleraður.
Spurningarnir eru margfaldir.
Tað er ringt at skilja, at Innlendis-
málaráðið (løgmálaráðið) leggur
navn til lógaruppskot, sum á so
nógvum økjum víkir frá teimum
treytum og mannagongdum, sum
higartil hava verið mettar at verða
trygdin fyri, at Løgtingið viðgerð
uppskot, ið eru í samsvari við
neyvt og dygt lógarsmið.
Skálafjarðatunnilin –
møguleiki og/ella gávubúð?
Tað er ringt at skilja, at Løgtingið nú skal viðgera uppskot, har tingið
einki veit um avleiðingarnar av møguligari samtykt
Landsstýrið
bindur seg til
eina rúgvu,
meðan mót
parturin lítlar
og ongar
bindingar
hevur
Nú verður landsstýrið bundið í 5 ár til einki
at gera, meðan tað í veruleikanum stendur
loyvishavanum frítt at gera tað honum lystir
Reglan um, at avtalan millum
partarnar ikki má almanna
kunngerast fyrr enn í fyrsta
lagi 6 mánaðir eftir, at
tunnilin er tikin í nýtslu, er
eisini serstakliga løgin