hósdagur 11. juli 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fótbóltur
ítróttur
Sundalagið skrivaði søgu
5-1 sigurin á Lusitans var tann størsti, sum føroyskt felag hevur vunnið í europeisku kappingunum,
har tað er avbjóðing at leggja ferðingina til rættis, tá ið skotbráið er so stutt
Jóannes Hansen
EB/Streymur skrivaði søgu í
europeisku
meistarakapp
ingini týskvøldið. 5-1 heima
sigurin í góðveðrinum týs
kvøldið var tann størsti, sum
føroyskt
felag
nakrantíð
hevur vunnið í altjóða kapp
ing.
Bara eina ferð áður hevur
føroyskt felag megnað at
spæla seg víðari í meistara
kappingini. Tað var í 2006, tá
ið
B36
sendi
maltesiska
Birkikara úr kappingini við
at vinna 3-0 á útivølli og við
at spæla 2-2 á heimavølli. Ta
ferðina hitti B36 turkiska
Fenerbahce í næsta um
farinum, og tá var talan um
aðra mótstøðu, tí turkiska
liðið vann 4-0 á heimavølli og
5-0 á útivølli.
Stór avbjóðing
Nú fyrireikar EB/Streymur
seg at spæla á útivølli ímóti
Dinamo Tbilsi í Georgia. At
fyrri dysturin er á útivølli
ber við sær, at tað er ógvuliga
stutt tíð at leggja til rættis í.
Sofus D. Johannesen hevur
fyri EB/Streym ábyrgdina av
ferðingini:
– Vit fara til Keypmanna
havnar leygarkvøldið. Eftir
venjing á Amager sunnu
dagin, fara vit til Tbilsi. Tað
verður neyðugt at ferðast í
trimum ferðaløgum. Eitt fer
umvegis Warzawa, eitt annað
umvegis Istanbul og tað
triðja umvegis Riga. Ferða
tíðin verður ymisk, men tað
kemur væl við, at vit øll
lenda
í
Georiga
millum
klokkan 3 og 4 mánanáttina,
sigur Sofus D. Johannesen.
Rúni Nolsøe, venjari, var
fegin um 5-1 sigurin. Hann
var ikki heilt nøgdur við
leikliga avrikið, men tað
hevði sína frágreiðing, at tað
ikki var so polerað:
– Okkara menn gjørdu
tað, sum teir skuldu. At tað sá
so primitivt út komst av, at
mótstøðumenninir ætlaðu
sær at vinna og bjóðaðu av
frammarlaga á vøllinum og
harvið vóru orsøk til, at tað
var trongt at spæla hjá
okkum, segði Rúni Nolsøe,
sum var serliga fegin um, at
Arnbjørn Hansen hesa ferð
var førur fyri at spæla í 72
minuttir, at hann skoraði eitt
mál, og at hann var við í
uppspælinum til onnur.
– Vit hava brúk fyri hon
um í landskappingini, so tað
kemur væl við, at hann
spælir seg í form, segði
venjarin, sum nú fyrireikar
seg til næstu altjóða av
bjóðingina.
– Eg kenni einki til teir, tí
vit hava savnað okkum um
fyrstu dystirnar, men nú fara
vit at kanna og leggja
tilrættis, og vit ætla okkum
at gera tað, sum vit eru
mentir. Men tað verður
torført, serliga á útivølli, tí
tað eru 35 hitastig har
eysturi.
Síðani hava teir í EB/
Streymi funnið útav, at Tbilsi
er
mannað
við
lokalum
spælarum
burtursæð
frá
einum, ið er av Fílabeins
strondini.
Úrslitið hjá NSÍ ímóti
Dinamo Tbilsi í 2008 kundi
bent á, at talan er ikki um
heilt ómøguligan setning hjá
EB/Streymi, sum eigur væl
fleiri altjóða royndir, enn NSÍ
átti fyri fimm árum síðani.
Ta ferðina vann Dinamo
Tbilsi 3-0 á heimavølli, og so
vann NSÍ 1-0 á heimavølli.
EB/Strreymur-Lusitans, Andorra 5-1 (2-0)
Innleiðandi umfar í europeisku meistarakappingini 2.
dystur
Á Tórsvølli týsdagin 9. juli 2013 kl. 19.00
Dómarakvartett úr Norðurírlandi: Dómarakvartett úr
Norðurírlandi: Raymond Crangle, Gareth Eakin,
Andrew Neeson og Raymond Hetherington.
1221 áskoðarar
1-0: Arnbjørn Hansen 3.
2-0: Levi Hanssen 38.
2-1: Luis Dos Reis 66.
3-1: Gunnar Zachariasen 72.
4-1: Levi Hanssen 85.
5-1: Leif Niclasen 90.+3.
EB/Streymur samantaldur vinnari við málmuninum
7-3
EB/Streymur: René Tórgarð – Dánjal Davidsen, Egil á
Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Pætur Dam
Jacobsen (Gunnar Zachariasen, 69./Brian Olsen, 88.),
Arnar Dam, Levi Hanssen - Leif Niclasen, Arnbjørn
Hansen (Niels Pauli Danielsen, 72.), Hans Pauli
Samuelsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jákup Andrias
Hansen, Árni G. Olsen, Jóhannes Hansen, Hanus Olsen
Gult kort: Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen,
Pætur Dam Jacobsen
Venjari: Rúni Nolsøe
Hjálparvenjari: Meinhardt Dalbúð
Lusitans: Ricardo Fernández – Leonel Maciel (Franklim
Soares, 80.), Rafael Brito, Sonejee, Martinez - Jiménez
(Puente, 65.), Pinheiro (Zarioh, 58.) – Machado, Juli
Sánchez, Bruninho - Luis Dos Reis
Gult kort: Sonejee, Juli Sánchez, Leonel Maciel,
Pinheiro,
Reytt kort: Machado 55. (beinleiðis reytt)
Venjari: Carlos Sanchez
ÍF hevði ongan kjans
Linfield úr Belfast vann mikukvøldið 3-0 á
heimavølli ímóti ÍF, sum ongan málmøguleika
hevði. Harvið heldur norðurírska liðið fram í
kappingini við samantalda málmuninum 5-0.
Hóast tapið, so var Albert
Ellefsen, ÍF venjarin, ikki so
illa nøgdur við avrikið í 1.
hálvleiki. ÍF ferðalagið bíðaði
eftir flogfari úr London
fyrrapartin í gjár, og úr
metropolinum segði Albert
Ellefsen soleiðis:
– Fyrri hálvleikur líktist
nógv fyrra hálvleiki, tá ið vit
áttu heimavøll. Vit vóru heilt
væl við, og tí kendist tað
meint, tá ið teir stutt undan
steðginum løgdu seg á odda.
Tá var samantalt 3-0, og
harvið var møguleikin hjá
okkum burtur. Í steðginum
tosaðu vit um, at tað nú ráddi
um at koma burturúr hesum
við heiður og æru. Tað
eydnaðist ikki heilt, tí teir
skoraðu tvey mál aftrat,
staðfesti ÍF venjarin.
Tølini siga, at ÍF hevði
onga roynd innanfyri mál
karmin, og ÍF hevði heldur
onga roynd, sum fór uttan
fyri málkarmin. Heimaliðið
hevði fimm royndir innan
fyri málrammuna aftanfyri
Jákup Mikkelsen, og seks
ferðir fór bólturin við síðuna
av málinum. ÍF hevði eitt
hornaspark,
og
Linfield
hevði trý hornaspørk.
Linfield-ÍF 3-0 (1-0)
Innleiðandi umfar í Europa liguni 2.
Dystur. Linfield vann fyrra dystin 2-0 og
fer harvið víðari í kappingini við
samantalda málmuninum 5-0.
Á Windsor Park í Belfast í Norðurírlandi
mikudagin 10. juli 2013 kl. 19.45
Dómarakvartett úr Makedonia: Dejan
Jakimovksi, Nikola Karakolev, Isa
Emurli og Dimitar Meckarovski.
1-0: Gault 40.
2-0: Mulgrew 55.
3-0: Lowry 60.
Linfield: Tuffey – Ervin, Clarke, A. Burns
(McAllister, 46.), B. Burns – Knowles,
Mulgrew, Lowry – Carvill, Gault –
Thompson
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn:
Ross Glendinning, Armstrong, Reace
Glendining, Quinn, Henderson, Tipton
Gult kort: Carvill
Venjari: David Jeffrey
ÍF: Jákup Mikkelsen – Heri Nesá, Bartal
Eliasen, Poul Nolsøe Mikkelsen (Fritleif í
Lambanum, 67.), Jan Ó. Ellingsgaard -
Bogi Reinert Petersen, Høgni Madsen
(Jákup Johansen, 70.), Aleksandar
Jovevic – Ari Ó. Ellingsgaard, Nenad
Saric – Øssur Dalbúð (Áki Petersen, 89.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn:
Hallgrímur Gregersen Hansen, Poul
Magnus Petersen, Arnhold Kristiansen,
Margar Toftegaard
Gult kort: Heri Nesá, Ari Ó. Ellingsgaard
Venjari: Albert Ellefsen