Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-11, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 79 · 12. juli 2013 2 VIKUSKIFTI Dag og dagliga hoyrist, at nú er hasin stjórin settur í starv ella farin/koyrdur úr starvi. So er hann settur í annað stjórastarv. So gongur ein tíð, so er hann stjóri á tí triðja staðnum. Og arbeiðsplássini kunnu vera fullkomiliga ymisk. Henda stjóraringrás gongur so at siga bara fyri seg á almennum stovnum og í almennum partafeløgum. Nógvar privatar fyritøkur hava stjórar, sum umframt viðkomandi útbúgving eis­ ini hava drúgvar arbeiðsroyndir í fyri­ tøk­uni ella líknandi fyritøku. Almennir stjórar fara ofta beinanvegin í gongd við bygnaðarbroytingar. Sjáldan hoyrist, hvussu tær hepnaðust, tí stjórin longu er farin víðari til næsta stjórasess. Haldi ikki man hoyrir so nógv um kollveltandi bygnaðar­broytingar í privatu fyritøkunum. Heldur útbyggingar ella niðurlaðingar. Má spyrja, hví hesin munur á starvsleið man vera? Er tað ikki líka neyðugt hjá einum almennum stjóra at kenna sítt arbeiðspláss, sum tað er hjá tí privata? Ella eru heilt aðrar fortreytir galdandi? Haldi veruliga hetta eru áhugaverdir spurningar. Á einum arbeiðsplássi hava vit øll ymiskar uppgávur. Hvør einasta uppgáva hevur eitt endamál, sum ymsu liðini skulu syrgja fyri verður fullført. Og so fært tú »produktið«, sum tað nú fyri tað mesta verður kallað, um tað so er eitt fryst flak, eitt útgjald ella hetta blaðið at bera út! Fyri at fáa besta »produktið«, haldi eg, tað er ein treyt, at stjórin veit, hvat hvørt liðið ger. So er minni vandi fyri, at hann tekur skeivar avgerðir. Man tað ikki vera so? Og eru ivamál, so hevur tað nógv at siga at hava álit á, at stjórin veit, hvat hann ger. At hann brúkar sítt vald við skili. Haldi hetta er eitt sera við­komandi mál, tí vit eru so nógv, sum liva í hesum aftur- og-fram gerandisdegnum. Og nokkso troyttandi, at vit starvs­fólk – sum í »Sangi um flyting«, sum Hanus Kamban yrkti og Kára P syngur – bara eru finnur í talvinum, um stjórar í blind­um ovfara­kæti og stórlætisørsku partú vilja sleppa at seta síni fingramerki á. Nei, hatta var ikki pent hugsað. Men veru­ leikin er ikki altíð so penur. So tað man vera OK. Og kanska er ikki so galið statt hóast alt. Tí tað er ivaleyst nógv, eg ikki veit um. Til dømis um tað kanska finnist ein stjóraskúli? Finnist hann, stjóraskúlin? Simona Weihe Súsið á Selatrað Spurningurin er, hvar tú setur tíni mørk. Á Selatrað liggja skótarnir inni við mest umfatandi upplivingarútgerðini í Føroyum, og í summar bjóða skótarnir fólki at snorkla, síga, klatra, skjóta við boga, rógva í kano og mangt annað. Hvønn dag í vikuni, tríggjar ferðir um dagin, frá 10. juli til 10. august ber til at royna upplivingarnar á Selatrað. Upplivingar Skótadepilin á Selatrað Frá 10. juli til 10. august Fiskikapping á Eiðis vatni Hetta vikuskiftið verður árliga fiskikappingin á Eiðisvatni. Byrjað verður fríggjakvøldið og hildið verður fram til middagin leygardagin. Umframt at fiska síl, ber eisini til at verða við í kvøldsetu við felagssangi og røðu. Fiskikapping Eiðisvatn Fríggjakvøldið 12/7 kl. 18.00 Vestanstevna í Sørvági Hetta vikuskiftið er summarstevna í Vágum. Vestanstevna, sum gongur upp á skifti millum stóru bygdirnar í Vágum, verður í ár hildin í Sørvági. Á skránni er alt tað, sum hoyrir einari góðari summarstevnu til, og leygardagin er sjálvsagt spenningur um FM-kappróðurin. Vestanstevna Sørvágur Fríggjdagin 12/7-Sunnudagin 14/7 In.fo letur upp Leygardagin fáa føroyingar nýggjan tíðindaportal. Tað er Miðlahúsið, sum seinastu árini hevur samstarvað við Føroya Tele um Portal.fo, sum nú ger sín egna portal. Navnið verður In.fo, og frá leygardegnum bjóðar In.fo tíðindi døgnið runt hvønn dag í árinum. In.fo Nýggjur portalur Frá leygardegnum 13/7 11 ára gomul við fløgu Í næstu viku kemur nýggj fløga út við 11 ára gomlu Mariu á Lakjuni úr Fuglafirði. Allir sangirnir á “Vøkur er verðin” eru á føroyskum við føroyskt framleiddum løgum. Umframt løg, sum pápi Mariu, Eyðun á Lakjuni, hevur skrivað, eru løg hjá Niclasi Johannesen, Øssuri Berghamar, Jógvani á Lakjuni og Jens Guttesen, sum er langabbi Mariu, á fløguni. Tekstirnir eru skrivaðir av Mikkjali á Ryggi, Ismari Joensen, Hilmari Petersen, Niclasi Johannesen, Øssuri Berghamar, Peturi W. Háberg, Hans Andresa Djurhuus, Frits Johannesen og Eyðuni á Lakjuni. Fólkið uppgivið »Høgligari at hava seyð á útoyggj« Sosialurin Har sært tú! »Leopardsnigilin rekur morsnigilin burtur« Vikublaðið Kunnu eg eisini? »Løgmaður biður fíggjar­ nevndina um pengar« Portal.fo klumma Nýtt konsept! »Føroyski búnin sum magnet« kringvarp.fo Sangari ella flytimaður? »Beinur smekkfullur av orku og leveraði vøruna« Vikublaðið