Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-11, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 79 · 12. juli 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com – Nógv fólk í Føroyum hava ilt í aftur­ partinum av tí, eg geri, og eg fái javn­ an speiskar viðmerkingar um tað. Men hin­vegin eru eisini fólk, sum rósa mynd­unum, og sum halda tað vera kul, at eg geri tað, eg havi hug til, sigur 30 ára gamla Rannvá Joensen. Hon sigur seg tó ikki taka tað serliga tungt, um fólk koma við keðiligum við­ merkingum. – Fólk skulu hava loyvi at halda tað, tey vilja. Men eg haldi hetta vera stutt­ ligt, og so leingi, eg havi hug, so haldi eg á, slær hon fast. Gamlir grísar 30 ára gamla havnardaman er nógv eftir­spurd sum modell, og hon hevur í minsta lagið eitt arbeiði um vikuna – ofta fleiri, um tíðin loyvir tí. Men modell­starvið er ikki nakar gamal dreym­ur hjá Rannvá. – Tað byrjaði púra tilvildarliga, tá ein make-up artistur setti seg í samband við meg á Facebook. Tað var eitt tíðarskeið, tá eg dyrkaði tann klassiska pin-up stílin við reyðari varrastift, uppsettum hári og vælsmurdum eygum – og eg hevði eina slíka profilmynd á Face­book. Makeup artisturin vildi hava Rannvá til eina pin-up myndatøku, men hon ivaðist. Rannvá tosaði við vinfólkini um til­boðið, og tey ráddu henni øll til at royna tað. – Tað endaði við, at eg fór. Eg var framvegis ivasom, tá eg møtti upp, men tey vóru bæði fitt og professionel. Tað var eitt sindur torført, og eg føldi meg eitt sindur býtta at standa og posera framman­fyri myndatólinum og hálva­ vegna spæla sjónleik við einum flirt­ randi andlitsbrá, sum jú er ein partur av pin-up stílinum, viðgongur Rannvá. Tað gekk tó ikki long tíð, fyrr enn Rannvá var føst fús frammanfyri lins­ uni. Nú hevur hon arbeitt saman við nógvum ymsum fotografum, men tað eru ikki allir, sum hava imponerað hana. – Tað eru heilt ótrúliga nógvir gaml­ ir grísar, sum bara vilja sleppa at av­ mynda konufólk. Og teir royna at trýsta teg, so tú støðugt skalt vísa meiri húð. Men eg standi føst við míni mørk, og eg ansi sera væl eftir, hvørjum eg arbeiði saman við, sigur Rannvá. Hon hevur hvørki fingið sær agent ella modelbureau, sum kunnu finna henni modell-uppgávur. Í staðin nýt­ ir Rannvá serliga Facebook til at fáa ar­beiði. Hon hevur eina síðu, har hon hevur lagt nakrar av sínum model­ mynd­um, og hon er eisini limur í ein­ um netverki fyri fotografar, stylistar og modellir. – Eg vil stýra tí sjálv. Eg geri bara tað, sum eg haldi vera stuttligt, og eg ar­beiði bara saman við fólki, sum eg havi hug til, slær hon fast. Nær uppgávurnar skulu gerast spælir eisini inn, tí umframt at vera í skúla hvønn dag, er Rannvá einlig mamma. Tað er tí avmarkað, nær hon fær møtt til arbeiðis. – Eg havi sagt nei til nógvar upp­ gávur, tí tíðin strekkir ikki til hjá mær. Men eg plagi at taka í minsta lagi eina uppgávu um vikuna. Ymsar myndir Rannvá hevur í størstan mun pin-up uppgávur, og hon er blivin føst modell hjá einum donskum merki, nevnt »Dixie Gray«, sum ger klæðir í pin-up stílinum. Men hon hevur eisini gjørt aðrar myndir, bæði mótamyndir og sonevndar babe-myndir, sum hava meiri sexuellar undirtónar. – Eg haldi tað vera spennandi at gera mótamyndir – og tað er nakað heilt annað enn pin-up. Tú skalt posera øðrvísi og hava eitt heilt annað andlits­ brá. Tað er ikki sjónleikur í so stóran mun, sum pin-up myndirnar. Arbeiðið snýr seg um útsjóndina – Tað eru veruliga nógvir fotografar, sum eru gamlir grísar og bara vilja taka myndir av damum. Men tú lærir at sálda frá, og tú finnir skjótt útav, hvørjir fotografar eru seriøsir og góðir at arbeiða saman við, sigur 30 ára gamla Rannvá Joensen úr Havn, sum starvast sum pin-up modell við síðuna av lesnaðinum Mynd: Jack Høier