hósdagur 11. juli 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 79 · 12. juli 2013
11
Nevnd burturúr
Í komandi Summar útgávunum fara vit at hyggja nærri at børnum
undir skúlaaldri, sum eru nevnd burturúr. Vit fregnast um
søgurnar handan serligu nøvnini, og hvørjar tankar foreldrini
hava gjørt sær, áðrenn børnini fingu navn.
Lesarar eru vælkomnir at senda inn uppskot um børn við serligum
nøvnum – og søgum tengdar at nøvnunum – til post@sosialurin.fo
Hesaferð lesa vit, hví sjey ára gamla Flykra
fekk júst hetta navnið
– Vit hugsaðu um nógv ymisk gentu-
og dreingjanøvn, tí vit vistu ikki
frammanundan, um vit fingu eina
gentu ella ein drong. Tað, vit ynsktu
við navninum, var, at tað skuldi
vera eitt altjóða navn, og so dámdi
okkum væl at tað eisini var bíbilskt,
greiðir Noomi S. Christiansen frá.
Nakrar vikur áðrenn dóttirin bleiv
fødd, kom Noomi S. Christiansen
fram á navnið Hadassa.
– Tað er eitt bíbilskt navn, og
mær dámar væl søguna um Hadassa
úr Bíbliuni. Tað var jú Hadassa, sum
bleiv drotning og skifti navn til Ester
tá, fortelur Noomi S. Christiansen og
leggur afturat, at navnið Hadassa er
hebraiskt og stavar frá orðinum hadas,
sum merkir vælangandi myrtutræ.
– Eg fortaldi manninum um
navnið, og honum dámdi tað
beinanvegin. Okkum báðum dámar
væl søguna og hava altíð hildið, at
Hadassah er eitt vakurt og serligt
navn, sigur Noomi S. Christiansen.
Søktu um loyvi
Navnið Hadassah stendur ikki í
navnabókini, og tí máttu Noomi og
Eli Christiansen søkja um navnaloyvi,
áðrenn dóttirin fekk navnið.
– Vit ivaðust eitt sindur um navnið,
beint áðrenn vit skuldu søkja um loyvi.
Vit hugsaðu, at kanska var tað í so
serligt og so framvegis, men okkum
dámdu so væl navnið, at vit tóku tó
avger um at søkja um navnaloyvi,
sigur Noomi S. Christiansen.
Tey fingu játtað navnið
Hadassa, og tá fortaldu tey
eisini familjuni um navnið.
– Familjan fekk navnið at
vita beinanvegin, tá loyvið var
komið í hús. Tey vóru øll ógvuliga
positiv um tað, men søgdu eisini,
at tey ongantíð høvdu hoyrt um
nakran í Føroyum við tí navninum,
minnist Noomi S. Christiansen.
Fáa nógvar viðmerkingar
Tað er ymsikt, hvussu fólk reagera,
tá Noomi og Eli Christiansen siga
teimum navnið á dóttrini.
– Vit eru altíð noydd til at
endurtaka tað, tá fólk spyrja, hvussu
hon eitur. Og tá vit so enn einaferð
siga Hadassa, siga tey typisk »Hvussu
eitur hon?«, men tað bilar einki,
vit leggja ikki so nógv í tað, sigur
Noomi S. Christiansen og smílir.
Ikki øll hava verið positiv um navnið.
– Onkur hevur sagt “navnið spillir
ongan” og “hatta kunnu tit ikki kalla
barnið”, men slíkum viðmerkingum
taka vit okkum ikki veruliga av,
sigur Noomi S. Christiansen.
– Sjálv haldi eg, at vit blíva glað
ari og glaðari fyri navnið, tí nú er
Hadassa tvey ára gomul og hevur
fingið eina persónligheit, og vit halda
at navnið er júst tað rætta til hana.
Tá tey bæði Noomi og Eli Christiansen fyri
tveimum árum síðani skuldu hava sítt fyrsta
barn hugdu tey fleiri ferðir í navnabókina
Foreldur:
Noomi S. Christiansen
og Eli J. Christiansen
Bústaður:
Tórshavn
Navn: Hadassa 2 ár
Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg