hósdagur 11. juli 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 79 · 12. juli 2013
14
VIKUSKIFTI
Fólkatal: 57.000
Høvuðsstaður: Visby
Limur í IIGA: 1985
Gotland
★ Sterkasta norðurlendska oyggin á Oyggjaleikunum higartil.
Gotland hevur vunnið 208 gullmerki higartil – tað 46 fleiri enn Føroyar
★ Gotland verður vertur fyri
Oyggjaleikirnar í 2017.
Fólkatal: 65.000
Høvuðsstaður: St. Peter Port
Limur í IIGA: 1985
Guernsey
★ Kendi fótbóltsspælari Matthew Le Tissier, sum spældi fyri Southampton
og spældi 8 landsdystir fyri Ongland, er ættaður av Guernsey.
★ Fyri týsku hersetingina undir seinna heimsbardaga, vóru nógv børn flutt inn á bretska
meginlandið at búgva. Summi komu ongantíð heimaftur til familjuna á Guernsey.
Fólkatal: 65.000
Høvuðsstaður: Hamilton
Limur í IIGA: 2001
Bermuda
★ Navnið fekk Bermuda eftir spanska sjófaran Juan de Bermúdez,
sum í 1505 fann oyggjarnar.
★ Tað eru so nógvir bilar á Bermuda, at tað er bert
loyvt at koyra 30 km/t á oynni.
Fólkatal: 55.000
Høvuðsstaður: George Town
Limur í IIGA: 1997
Cayman
★ Mæti sjófarin Christopher Columbus fann Cayman oyggjarnar
10. mai í 1503 á síni seinastu ferð til nýggja heimin.
★ Tað eru fleiri fyritøkur skrásettar á Cayman,
enn tað búgva fólk har.
Fólkatal: 3.000
Høvuðsstaður: Stanley
Limur í IIGA: 1991
Falklandsoyggjarnar
★ Í 1982 doyðu 907 fólk, táið Bretland og Argentina
kríggjaðust um oyggjarnar.
★ Hesa tíðina á árinum er miðalhitin á Falklandsoyggjunum
5 hitastig. Í januar er miðalhitin 15 stig.
Fólkatal: 48.000
Høvuðsstaður: Tórshavn
Limur í IIGA: 1985
Føroyar
★ Føroyar hava vunnið 500 heiðursmerki á Oyggjaleikunum
og eru 5. mest vinnandi gjøgnum tíðina.
Fólkatal: 28.000
Høvuðsstaður: Mariehamn
Limur í IIGA: 1985
Áland
★ Forsetin fyri altjóða Oyggjaleikanevndin,
Jørgen Pettersson, er ættaður av Álandi
★ Á Álandi verður tosað svenskt,
hóast Áland hevur tilknýti til Finland.
Fólkatal: 2.400
Høvuðsstaður: St. Anne
Limur í IIGA: 1985
Alderney
★ Alderney hevur gjøgnum árini vunnið 5 heiðursmerki
á Oyggjaleikum – 2 silvur og 3 bronsu.
★ Undir seinna heimsbardaga hersetti Týskland Alderney,
men øll fólkini vóru frammanundan flýdd av oynni.
Fólkatal: 4.000
Høvuðsstaður: Sistranda
Limur í IIGA: 1985
Frøya
★ Frøya hevur vunnið eitt gullmerki á Oyggjaleikunum.
Oyggin hevur eisini 1 silvurmerki og 1 bronsumerki at reypa sær av.
★ Frøya er bundið við grannaoynna Hitra og
norska meginlandið við undirsjóvartunnli.
Fólkatal: 30.000
Høvuðsstaður: Gibraltar
Limur í IIGA: 1987
Gibraltar
★ Almenna málið í Gibraltar er enskt,
men tey flestu tosa eisini spanskt.
★ Dart er stór ítróttargrein, og í 2010 vann Gibraltar Miðalhavskapping
ímóti stóru londunum Fraklandi, Turkalandi, Italia, Malta og Kypros.
Oyggjar í leikum
Komandi vikuna fara 22 oyggjar at kappast á Oyggjaleikum,
sum verða hildnir á Bermuda. Her fæst eitt skjótt yvirlit
yvir oyggjarnar, sum eru við á leikunum hesaferð
lagt til rættis: Eyðun Klakstein