fríggjadagur 12. juli 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79
Oddagrein
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
vikuskiftisblaðið
Fyri 17 árum síðani var Sosialurin
fyrsta, føroyska blaðið á internet
inum. Síðstu 13 árini hevur Miðla
húsið verið veitari av redaktionella
tilfarinum á Portalinum. Tí taka vit
okkum, í allari eyðmýkt, okkara part
av heiðurinum fyri, at Portalurin
er meira enn fimm milliónir verdur
ídag.
Leygardagurin er ein serligur
dagur í søguni hjá okkum í Miðla
húsinum. Tá taka vit stigið fult út
og flyta okkum frá at vera veitari av
tíðindum til at standa fyri okkara
egna portali, sum kemur at eita
In.fo.
Miðlalandslagið broytist alla
tíðina, og somuleiðis økjast krøvini
um at fáa tíðindi so skjótt sum
tilber – helst alla tíðina. Úti í heimi
flytir prentaða blaðið seg alsamt
meira yvir á internetið. Tað er ein
avbjóðing fyri miðlarnar, tí lesarar
eru vanir við, at á internetinum eru
tíðindi ókeypis.
Miðlahúsið roynir støðugt at
broyta og laga seg til framtíðar av
bjóðingar. Málið er framhaldandi at
vera fremsti tíðindamiðil hjá før
oyingum. Vit vilja varðveita okkara
rótfesti í prentaða blaðnum, sam
stundis sum vit vilja vera fremst á
internetinum. Tað krevur royndir,
styrki og nærlagni.
Tí hava vit síðstu mongu árini
lagað okkara arbeiðsgongdir eftir
broyttu fortreytunum. Og tí eru
vit til reiðar til øktu kappingina í
miðlaheiminum. Okkara nýggi por
talur verður staðið, har føroyingar
fáa nýggjastu tíðindini og feskasta
ítróttin – bæði í teksti, myndum og
ljóði.
In.fo letur upp sama dag sum
Oyggjaleikirnir á Bermuda verða
settir. Tað er eingin tilvild, tí Miðla
húsið hevur raðfest Oyggjaleikirnar.
Vit ætla okkum at fylgja neyvt við,
hvussu okkara ítróttarfólk standa
seg í kappingum við hini oyggja
samfeløgini. Tað nýggjasta av Ber
muda verður tí altíð at finna á
In.fo
Fyri okkum í Miðlahúsinum er
leygardagurin ein varði á vegnum.
Sosialurin, Rás2 og Vikublaðið eru
grundarlagið undir okkara verandi
virksemið. Við In.fo fáa vit eitt bein
aftur at at standa á, og enn eitt
tilboð til føroyingar. Gerið so væl!
Málið er framhaldandi at
vera fremsti tíðindamiðil hjá
føroyingum
Miðlahúsið
hevur
sent
fýra fólk til Bermuda, har
Oyggjaleikirnir verða hild
nir komandi vikuna.
Oyggjaleikinir
verða
settir leygardagin, og kapp
ingarnar byrja sunnumorg
unin. Síðani verður hildið
fram við at kappast til
fríggjadagin í næstu viku.
Umleið 100 føroysk ítrótt
arfólk og leiðarar taka lut
á leikunum, og harafturat
eru eisini aðrir føroyingar
til Oyggjaleikirnar.
Miðlahúsið hevur eisini
sent fólk avstað at dekka
leikirnar, og tað fer at síggj
ast aftur her í blaðnum og
in.fo og hoyrast á Rás2.
Hilmar
Jan
Hansen,
Heri Simonsen, Tróndur
Arge og Eyðbjørn Jacobsen
umboða Miðlahúsið á Ber
muda, og teir fara at senda
greinar, myndir, ljóðupp
tøkur og kykmyndir heim
til miðlarnar hjá Miðla
húsinum.
Eitt stig víðari á miðlaleið
Leygardagin letur nýggi tíð
indaportalurin hjá Miðla
húsinum upp. In.fo fer at
veita føroyingum tíðindi alt
samdøgrið hvønn dag í árin
um.
– Vit hava áður ment
og røkt mest lisnu miðlar í
Føroyum, og tað fara vit nú
at endurtaka, sigur Jonhard
Hammer, stjóri í Miðlahús
inum.
Sosialurin, sum er partur
av virkseminum hjá Miðal
húsinum, var fyri 17 árum
síðani fyrsta føroyska blaðið
á internetinum, og seinastu
13 árini hevur Miðlahúsið
saman við Føroya Tele ment
og rikið Portal.fo, sum hevur
verið mest lisna føroyska
internetsíðan.
Í summar seldi Føroya
Tele Portal.fo til Knassar, og
frá 1. august er Miðlahúsið
leyst av sínum tilknýti til
Portal.fo.
– Tíðin er nú komin, at vit
av álvara fara at menna og
reka okkara egnu tíð–inda
síðu á internetinum, og tað
fara vit at gera við tí styrki
og nærlagni, sum vit hava
røkt Portal.fo við. Miðlahúsið
er í toppformi til at skriva
tíðindi á netinum, og tað fer
at síggjast aftur á In.fo, sigur
Jonhard Hammer.
Miðlahúsið hevur um
leið 30 fólk kring landið og
í útlandinum, sum fara at
skriva tíðindi, taka myndir,
gera kykmyndir og ljóðupp
tøkur til In.fo. Nýggi tíðinda
portalurin fer eisini at bjóða
ljóðbrot úr sendingum hjá
Rás2. Miðalhúsið hevur fólk
á Oyggjaleikunum, og tað fer
fyrstu tíðina at síggjast aftur
á In.fo.
Løgin
avtala um
tunnil
Bjarni Djurholm
Tíðargrein á síðu 16
Um
hugsa
nýggjan
leist fyri
Salt
Ólavur Rasmussen
síða 4
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Miðlahúsið á
Oyggjaleikum
In.fo letur upp leygardagin