fríggjadagur 12. juli 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sildastríðið Í trúnaði hevur Løgmansskrivstovan fingið játtað fleiri milliónir frá Fíggjarnevnd Løgtingsins.
Múlaband er sett á øll, ið við málið hava at gera. Fjaldu milliónirnar skulu nýtast til altjóða serfrøði sum
fyrireiking til eitt rættarligt stríð við ES um Norðhavssildina
Rógvi Nybo
Komandi vika kann fáa
avgerandi týdning fyri fram
tíðar viðurskifti Føroya við
Evropasamveldið. Í seinasta
lagi mikudagin fæst svar, um
ES ger álvara av hóttanunum
við
handilsátøkum
móti
Føroyum, sum revsing fyri at
vit hava ásett okkara egnu
kvotu á 17 prosent av saml
aðu tilráddu kvotuni til
Norðhavssildina.
Nógv verður tutlað í krók
unum í høvuðsborgini hjá
Samveldinum í Brússel. Um
handilsátøk og ymisk dato.
Sumt fellur eisini føroysku
fyrisitingini fyri oyra. Og í
farnu viku er okkurt komið
fram, sum bendir á, at álvari
verður gjørdur av handils
átøkunum
fyrsta
dagin.
Hvøkkur er lopin á Lands
stýrið. Løgmansskrivstovan,
sum eisini umsitur uttan
ríkisviðurskifti Føroya, og
Fiskimálaráðið hava í skundi
og trúnaði fundast við bæði
Uttanlandsnevnd og Fíggjar
nevnd Løgtingsins. Eitt fíggj
arnevndarskjal – sum er ein
umbøn um eykajáttan uttan
um Løgtingið – er borið í
Fíggjarnevndina. Einki fæst
at vita um innihaldið í skjali
num, hvat pengarnir skulu
nýtast til ella hvussu stóra
upphædd talan er um. Múla
band er lagt á øll, ið hava bert
tað minsta at gera við málið.
Tað einasta, ið fæst at vita er,
at talan er um fyrireikingar
til eitt møguligt stríð við ES
um Norðhavssildina.
Best at vit einki vita
Mikumorgunin viðgjørdi
Fíggjarnevnd Løgtingsins
fíggjarnevndarskjalið
frá
Løgmansskrivstovuni,
har
biðið verður um eitt ókent tal
av milliónum – onkrastaðni
millum fimm og sjey milli
ónir – til at loysa eina ókenda
uppgávu. Eftir fundin søgdu
bæði Kaj Leo Holm Johan
nesen, løgmaður, og Kristina
Háfoss, virkandi forkvinna í
Fíggjarnevndini, at avrátt er,
at málið verður í trúnaði.
- Tað er altíð ein meting, í
hesum førinum hjá Løg
mansskrivstovuni, um eitt
mál skal verða í trúnaði ella
ikki. Og hetta er so eitt av
teimum málunum, har mann
metir, at tað gagnar øllum
føroyingum
og
føroysku
tjóðini, at málið er í trúnaði
og at upplýsingar ikki koma
út fyrr enn seinni, segði
Kristina Háfoss eftir fundin.
Heldur ikki Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður, vildi
siga tað stóra, tá hann kom
úr Fíggjarnevndini, har hann,
saman við Bjørn Kunoy,
løgfrøðiligum rágeva í Uttan
ríkistænastuni, og Marjun
Hanusardóttir,
løgmans
stjóra, hevði greitt frá um
bønini um eykajáttan.
– Eg fái ikki havt nakra
viðmerking, annað enn at
hetta eru nakrar fyrireiking
ar, sum eru í gongd, og sum
vit hava havt í gongd í nakrar
mánaðir. Annað fái eg ikki
sagt um málið, segði Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmaður.
Sambært
løgmanni
er
hetta »bert ein liður í teimum
strategium, vit hava lagt í
mun til eitt eventuelt boy
kott ella ikki« og hava vit
bæði eina plan A, plan B og
plan C.
Løgmaður,
Uttanlands
nevndin og Fíggjarnevndin
eru altso samd um, at best
fyri Føroya fólk er, at vit
einki vita um, hvat pengarnir
skulu brúkast til.
Fyrireika seg til
Havrættardómstólin
Okkurt álvarsligt mann tó
verða áfatt, nú Løgmans
skrivstovan í skundi og trú
naði biður Fíggjarnevnd Løg
tingsins um eina eykajáttan
upp á nakrar milliónir uttan
um Løgtingið – sum annars
kundi viðgjørt eina eyka
játtanarlóg tá tað kemur
saman
aftur
beint
eftir
Ólavsøku.
Fíggjarnevndin
hevur annars verið rættiliga
afturhaldandi við at góð
kenna fíggjarnevndarskjøl,
ið játta pengar uttan at Løg
tingið sleppur at viðgerða
umbønina. Men ein samd
Fíggjarnevnd játtaði Løg
mansskrivstovuni
pengar
nar.
Fyrr í vikuni skrivaði Sosi
alurin um samskiftið millum
Mariu Damanaki, ES-kommi
ser í fiskivinnumálum, og
Jacob Vestergaard, lands
stýrismann í fiskivinnumál
um, og hvussu samskiftið í
roynd og veru er glantri
leikur, meðan ein nógv álv
arsligari politiskur leikur fer
fram handan leiktjaldið. Og
tá Løgmansskrivstovan nú
biður um eina milliónaupp
hædd til at fyrireika seg til
eitt møguligt boykott frá ES,
kundi tað sæð út til, at Løg
mansskrivstovan hevur tikið
ræðið av Fiskimálaráðnum.
Men so er ikki, sambært
fiskimálaráðharranum, Jacobi
Vestergaard.
- Hetta er ein samskipað
tilgongd millum Fiskimála
ráðið og Løgmansskrivstov
una. Fiskimálaráðið tekur
sær av øllum samskifti við
ES-kommiserin, samráðingar
og slíkt, meðan Løgmans
skrivstovan tekur sær av
handilsmálum og samskifti
við aðrar stovnar, sigur Jacob
Vestergaard, lansstýrismað
ur í Fiskivinnumálum.
Tá tað er Løgmansskriv
stovan, sum hevur biðið um
eykajáttan, og hon tekur sær
av samskifti við aðrar stovn
ar enn ES-kommisiónina, so
gangi eg út frá at tað er
Altjóða Havrættardómstólin,
tit vilja venda tykkum til?
- Ja, tað er tað millum
annað, sigur Jacob Vester
gaard.
Okkurt í umbúna
í Brússel
Sambært landsstýrismanni
num í fiskivinnumálum vita
vit, at okkurt er í umbúna
niðri í Brússel.
– Longu tá Maria Dama
naki hevði fund við evro
peiska fiskaídnaðin tann 26.
maj, vistu vit at ein tilgongd
er sett í gongd fyri at fáa
ásett handilsátøk mótvegis
Føroyum. Og nú halda vit
okkum vita, at okkurt kon
kret er í umbúna, og tað er
hetta, vit nú fyrireika okkum
uppá, sigur Jacob Vestergaard.
Síðst í mánaðinum, tann
31. Juli verður ein avgerandi
fundur í Brússel, har avgerð
kann
verða
tikin,
hvørt
handilsátøk skulu setast í
verk móti Føroyum og hvørji
hesi verða. Og tað er ein
reellur møguleiki fyri, at
handilsátøkini móti Føroy
um verða á dagsskránni tann
31. Juli. Og verða tey tað,
kunnu
ES
havnir
verða
stongdar
fyri
føroyskum
skipum innan heilt stutta tíð.
- Enn er tað bara gitingar,
men vit halda okkum vita, at
okkurt nú er í umbúna. Men
partarnir skulu hava dags
skránna í hendi 14 dagar
áðrenn fundin, so um longu
hálvan juli (í síðsta lagi
mikudagin, red) vænta vit at
verða klókari upp á, hvat tey
vilja, sigur Jacob Vestergaard.
Er tað so hetta, lands
stýrið er við at fyrireika seg
til?
- Ja, hetta er ein liður í
teimum fyrireikingum. Vit
skulu verða klár at handla, til
tað
hava
vit
brúk
fyri
fremstu ráðgeving í altjóða
rætti, og tá tú skal hava
fremstu ráðgeving, kostar
tað pengar, staðfestir Jacob
Vestergaard.
Er hetta so meira ein
heilgardering enn at okkurt
álvarsligt er hent í seinast
uni?
- Ja, hetta er ein heilgar
dering upp á allar eventu
alitetir. Vit hava fyrr luftað
møguleikan fyri seming, um
samráðingarnar ikki bera á
mál. Og nú royna vit at
hyggja eftir, hvørjir aðrir
møguleikar eru fyri at steðga
handilsátøkunum
frá
ES,
sigur
Jacob
Vestergaard,
landsstýrismaður
í
fisk
ivinnumálum.
Tað er alt í alt rættiliga
nógv, ið bendir á, at lands
stýrið nú hevur biðið um
eina ókenda milliónaupp
hædd til at fyrireika at leggja
ósemjuna inn fyri Altjóða
Havrættardómstólin
hjá
Sameindu Tjóðum, og har fáa
steðgað
handilsátøkunum
frá ES.
Komandi vika kann fáa
avgerandi týdning fyri fram
tíðar viðurskifti Føroya við
Evropasamveldið, og í sein
asta lagi mikudagin fæst
svar, um ES ger álvara av
sínum hóttanunum mótvegis
Føroyum.
rogvi@sosialurin.fo
Fyrireiking fyri
fjaldar milliónir