fríggjadagur 12. juli 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
barnavernd og pedofili
Heldur einaferð ov nógv
enn einaferð ov lítið
Fráboðanarskyldan:
Fráboðanarskylda – Tað er ikki neyðugt at vera vísur í, at okkurt er
galið. Ein illgruni er nóg mikið til, at tú eigur at boða frá. Tað sigur Jeannet
Ryggshamar Bech, sosialráðgevi, sum arbeiðir í donsku Barnaverndini
Barbara Holm
Jeannet Ryggshamar Bech
hevur starvast í ungdóms og
familjudeildini í Danmark
– sum svarar til føroysku
Barnaverndina – seinastu
tíðina, og hennara royndir
siga, at fólk grundleggjandi
misskilja barnaverndina og
tess uppgávu.
– Tað er einki at óttast. Vit
vilja ikki taka barnið ella gera
nøkrum nakað ringt. Einasta
endamálið hjá Barnaverndini
er at tryggja, at barnið fær
eitt gott lív. Og tað kunnu
vit millum annað gera við at
vegleiða familjurnar og geva
teimum hjálp, sigur Jeannet
Ryggshamar Bech.
Hon vísir á, at í Føroyum
kunnu fólk hava trupult við
at siga frá, og mong teirra,
sum hava staðið fram í sam
band við seksuelt misbrúk
siga, at eingin meldaði teirra
tilburð til Barnaverndina,
hóast fleiri vóru greið yvir, at
okkurt ikki ruggaði rætt.
– Vit hoyra mangan fólk
siga, at tey vistu, at okkurt
var á vási, men at tey ikki
tordu at boða frá, greiður
Jeannet frá.
Í einum lítlum samfelag
kann orsøkin vera, at sosialu
avleiðingarnar eru stórar, og
tí halda fólk seg aftur.
– Tað er umráðandi, at
fólk skilja uppgávuna hjá
Barnaverndini. Tað er ikki at
taka barnið frá familjuni, ella
at gera støðuna verri. Tað er
snøgt sagt at finna útav hvat
er galið, og síðani hjálpa sum
best ber til, sigur Jeannet.
Hon vísir á, at seinasti út
vegurin hjá Barnaverndini í
Danmark er at taka børnini
frá familjunum, men hetta
verður ikki gjørt, um nøkur
vón er fyri, at familjan kann
fáa tað betri.
Í sínum starvi hevur
Jeannet mangan upplivað, at
mál vera fráboðað til Barna
verndina, hóast pedagogar
vita, at talan ikki er um álvar
som mál.
– Men tey melda kortini, tí
tað skulu tey sambært lógini.
Og við at praktisera lógina
til fulnar hvørja ferð, sleppa
skúlarnir ella dagstovnarnir
frá at meta um hvørja ein
støku støðu, sigur Jeannet
Ryggshamar Bech.
Barbara Holm
Allan Mortensen hevur
arbeitt sum pedagogur í
mong ár. Umframt hetta
hevur hann eisini gjørt
ungdómsarbeiði í sam
komum, og hevur tí nógv
ar royndir við at arbeiða
við børnum.
Men
tíðirnar
eru
broyttar. Seinastu árini
hevur Allan hugsað al
samt meira um hvussu
hann skal uppføra seg í
sínum starvi, og í dag er
støðan tann, at Allan syrg
ir fyri, at hann ongantíð
er einsamallur við børn
unum.
– Eg havi ongantíð
áður hugsað um hvussu
eg skal vera og ikki yvir
fyri børnunum. Men í dag
hugsi eg nógv um tað, sig
ur Allan Mortensen.
Tað er í kjalarvørrinum
av pedofili kjakinum, sum
hevur verið seinastu árini
í Føroyum, at hugburðurin
hjá Allan er broyttur.
– Um tey smærru børn
ini sita á vesinum, og rópa
at tey eru liðug, so fari
eg heldur eftir einum
kvinnuligum
pedagogi,
enn at fara inn sjálvur,
sigur Allan.
Hann heldur, at tað eru
serliga teir mannligu peda
gogarnir, sum noyðast at
hugsa um, at ikki enda í
støðum, har ivi kann vera
sáddur um teirra atferð
mótvegis børnunum.
Kann gerast ov nógv
Allan Mortensen heldur
tað vera gott, at føroyingar
hava tikið kjakið upp um
kynsligan ágang. Men hin
vegin vísir hann á, at tað
kann gerast ov nógv.
– Tað kann væl vera, at
orsøkin til, at færri mann
ligir lærarar og pedagogar
søkja inn á skúlarnar í dag
er, at alt kjakið um pedo
fili hevur ført við sær, at
menn halda seg aftur frá
hesum
størvum,
sigur
Allan Mortensen.
Tað er serliga kjakið í
miðlunum og aðrastaðnis,
sum hevur ført hesar
broytingar við sær. Í ger
andisdegnum
merkir
Allan ikki, at hann ella
aðrir mannligir pedagogar
vera mistonktur fyri at
uppføra seg skeivt.
– Foreldrini vísa ikki
nakra misnøgd við okkara
arbeiði, men tað eru tank
ar sum eru komnir, eftir
at kjakið um pedofili hev
ur tikið dik á seg, sigur
Allan.
Hann vísir samstundis
á, at hann er fegin um, at
almennu Føroyar nú gera
meira fyri at hjálpa teim
um, sum hava verið fyri
kynsligum ágangi.
Pedofili – Tað er langt úti,
at mannligir pedagogar nú
noyðast at halda eina ónatúrliga
frástøðu til børnini. Tað sigur
Allan Mortensen, pedagogur
Ikki longur tabu at boða frá
Fráboðanarskylda Foreldrini skilja, at vit hava eina
fráboðanarskyldu, og tí eru vit noydd at boða Barnaverndini
frá, um vit hava illgruna um, at barnið verður misrøkt, sigur
Høgni Joensen, stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt
Tá ið Høgni Joensen, skúla
stjóri í Skúlanum við Løg
mannabreyt
byrjaði
sum
lærari fyri gott 30 árum síð
ani, var tað als ikki vanligt, at
lærarar høvdu samband við
Barnaverndina. Men støðan
er broytt, og nú er samstarvið
millum Barnaverndina og
skúlarnir gerandiskostur.
Høgni Joensen heldur, at
samstarvið millum Barna
verndina og skúlarnar rigga
væl, og at tøgnin er brotin,
tá ið umræður misrøkt ella
harðskap móti børnum.
Ikki bara harðskapur
og misnýtsla
Tey flestu hugsa allarhelst
um harðskap ella kynsliga
misnýtslu, tá ið Barnaverndin
kemur upp í leikin. Men tað
er verri enn so allur sann
leikin. Um børn eru ov feit,
ikki gera lektiur ella eru
skitin, so er tað eisini mál,
sum Barnaverndin skal taka
støðu til.
Høgni Joensen vísir á, at
tá ið talan er um mál, har
foreldrini á onkran hátt ikki
geva barninum tað neyðugu
røktina, so vera foreldrini
innkallað til ein fund, har
lærarar og skúlastjórin greiða
frá, at nú verður málið meld
að til Barnaverndina.
Um talan er um harðskap
ella kynsliga misnýtslu, so
fer málið beinleiðis víðari til
Barnaverndina og løgregluna,
uttan at foreldrini vera kunn
að um hetta.
– Um vit til dømis síggja, at
eitt barn ikki ger lektiur, kem
ur skitið í skúla og líknandi,
so eygleiða vit støðuna í eitt
tíðarskeið, og um vit meta,
at talan ikki er um eitt ein
gangsdømi, so venda vit okk
um til Barnaverndina, greið
ur Høgni Joensen frá.
Skúlin
ger
altíð
eina
heildarmeting av støðuni,
áðrenn farið verður víðari til
Barnaverndina.
Ikki trupult at síggja
familjurnar aftur
Mangan hevur verið nevnt,
at tað er torførari at boða frá
í Føroyum enn aðrastaðni, tí
samfelagið er so lítið. Men
Høgni Joensen vísir á, at tað
ikki longur er hvørki flovisligt
ella niðurgerandi fyri fam
iljurnar, at Barnaverndin
kemur uppí leikin, og mangan
eru familjurnar fegnar um at
fáa hjálp.
– Tað eru nógv, sum hava
fíggjarligar
ella
sosialar
trupulleikar, og tey njóta gott
av, at Barnaverndin kann
hjálpa teimum at fáa skil á
heima við hús, sigur Høgni
Joensen.
Hann vísir á, at fyri nøkr
um árum síðani var tað
ógvuliga pínligt fyri før
oyskar familjur, at Barna
verndin kom uppí leikin,
men soleiðis er støðan ikki
longur.
– Lógin er ógvuliga greið
um hvør hevur fráboðanar
skyldu o.s.fr., og tí skilja fólk
eisini, at vit mugu boða frá.
Tað ger eisini, at tað ikki
longur er eins flovisligt fyri
familjurnar at Barnaverndin
verður kunnað, sigur Høgni
Joensen, stjóri í Skúlanum
við Løgmannabreyt.
barbara@sosialurin.fo
Mannligir
pedagogar
halda seg aftur
Allan Mortensen