Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juli 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Jørgen á Nesi var ein Jørgen Davidsen, Jørgen á Nesi, er framvegis eitt kent navn, hóast tað eru 100 ár síðani hann doyði. Hansara søga er kend á manna munni, men sum við øllum søgum, kemur altíð okkurt nýtt fram Óli Jacobsen 1. partur Tey gomlu bløðini eru eitt gull­ nám full av søguligum tilfari. Hig­ ar­til hevur kortini verið nokk so trupult at leita í hesum bløð­um. Hetta letur seg kortini gera við teimum mikrofilmum, sum eru á Landsbókasavninum, og har øll bløðini eru við, heilt frá Dimma­ lætting í 1878. Men útgerðin at lesa filmirnar er ikki nakað serliga góð. Tí vóru at stór tíðindi herfyri, at tað endiliga var eydnast at fáa játtan til at digitalisera bløðini, sum tað kallast. Hetta merkir, at tað fer at bera til at leita i bløðunum í telduni heima við hús. Verður sóknast eftir einum navni, sum t.d. Jóannes Patursson, so kann lættliga finnast øll bløðini, har hann er nevndur. Hetta vildi verið ein kollvelting á hesum øki. Tað ljóðaði, at henda digitali­ser­ ing longu skuldi havt verið framd. Men so kom fram, at ætlanin varð seinkað. So er at vóna, at hetta ikki fer fyri bakka. Sum tað framvegis er, so er tað ofta av tilvild, at komið verður fram á áhugavert tilfar. Men tað hendi nú um dagarnar, tá ið eg í einum Tingakrossi fyri 1904 kom fram á eina grein um Jørgen á Nesi. Greinin var skrivað av Sverra Patursson, sum fyrst í greinini hevði hugleiðingar um útróður við opnum bátum, sum hann var tá. Ein tíð, sum skapti hetjur undir umstøðum, sum vit als ikki kunnu hugsa okkum í dag. Høvuðs­inni­ haldið í greinini er so ein samrøða við Jørgen, og er hon ein góð lýsing av hesi tíðini fyri meira enn 100 árum síðani. Um Jørgen skrivar Sverri millum annað: Ein hetja millum hetjur Eg skal hesa ferð skrivað nakað lítið um ein av okkara ítastu út­róð­rar­ monnum. Eg haldi, at teir, sum eru á odda í tí strævna og vandamikla fiskiskapi við opnum bátum eru verdir, at vit fult út forstanda teirra gerning. Tá ið vit skulu taka ein fram og siga eitt sindur frá honum, so er ikki gott at velja burtur úr. Tí hvør er hann, ið tolir at nevnast fram um annan? Eru ikki mætir kappar í hvørji bygd, ja, á hvørjum báti næst­ an. Og hvat váðaferðum viðvíkir, hvussu mangur veit ikki at siga frá, at “ta ferðina var tað ikki øðrvísi enn vit slitu upp land”, ella “vit visti ikki, hvussu vit komu fram” ella “har hugsaði eingin um lív.” Ein hetja millum tær nógvu sjó­ hetjurnar er Jørgen á Nesi. Hann er nú ein maður uppá 62 ár. Hann hevur sitið í báti frá barnsbeini. Hevur flotið á sjónum alt árið runt “stundum í logn og møkum, stund­ um í ódn og hørðum tøkum”. Hann hevur roynt tær longu, kol­svørtu, ófýsiligu vetrarnæturnar so væl sum tað blíða stutta summarnátts­ dimmið. Mangur ein, sum nú er ungur, hevði neyvan rósað av at vera á einari av hansara røttu línuferðum. Eg stúri fyri, at at teimum vildu tykst eina slíka ferð heldur ófýsiliga og takka til at sleppa aftur til lands. “Má altíð vera á sjónum” Tað var eitt kvøldið í fjør summar nakað um skýming, at eg kom inn til Jørgen á Nesi. Í roykstovuni hitti eg eina fryntliga birga eldri konu, sum beyð mær at sita. Tað var kona Jørgen. “Er Jørgen við hús?” “Nei, hann dyrgir, men nú man hann skjótt fara at vera aftur. Hann fór eina løtu út við barnabørnum sínum – hann má altíð vera á sjónum. Eg skal senda onkran at rópa hann at landi.” “Nei, ikki nýtist, eg kann gott bíða, til hann kemur av sær sjálv­ um.” Nú sótu vit og tosaðu um eitt og annað, um veðurlagið, um grøðina, og hvat ið fyrifall. So kemur Jørgen inn og afturat árunum bar hann ein stóran byrð­ ar­leyp, smokkfullan av seiði og reyð­fiski, sum hann setti á royk­ stovu­gólvið. “Gott kvøld, tygum hava fingið eina rætta veiðu á dyrging.” “Ikki veit eg, tað var sovorðið smátt, eg hevði við mær.” “Væl hevur borið til álíkavæl... ja, eg vildi ellars orðað eitt sindur við tygum, um tað ber tygum til”, skundaði eg mær at siga, tí eg sá, at hann gjørdi seg til at kryvja alt fyri eitt. “Gaman í tí .. nei seiðurin vildi ikki bíta væl í kvøld, men so fingu vit nakað fitt av reyðum”. Og so leitaði hann í leypinum og lyfti teir størstu reyðfiskarnar upp eftir stertinum. Ja, stórir vóru teir, og Jørgen kíndi við eygunum, somuleiðis sum bóndin ger við sínar bestu kýr ella sín besta seyð. “Hvar er livrarfatið?” spurdi hann, og so setti hann á at kryvja, með­an vit tosaðu um fisk og fiski­ skap inntil konan kom og segði, at kaffið var liðugt, og at ljós var tendrað í stovuni. So legði hann knívin frá sær og vaskaði sær, og so fóru vit inn. Meðan vit sótu væl hýrdir við kaffikopparnar, fekk eg góðar stundir til at skoða henda merkis­ mann­in, sum hevur sveimað runt allar føroyastrendur við línu síni. Aldurin hevði merkt hann ikki so lítið, men útslitin vísti hann seg ikki at vera. Tað var vist seigt sum var eftir av honum, og hann var ivaleyst enn førur fyri longri sjó­ ferðum. Hevði fiskað um alt landið “Tygum hava farið víða um á fiski­ veiði, havi eg frætt”. “Á jú. Eg havi verið bæði á Norð­havinum og Vesturhavinum, heima­leiðirnar rokni eg ikki uppí. Eg havi verið við línu um Viðoynna og Fugloynna, Borðoynna og Kals­ oynna. Frá Eiði havi eg roynt eystur móti Gjógv og runt Nólsoynna, frá Kirkjubønesi vestur eftir heilt undir Sørvágsbjørgini. Eg havi roynt runt Stóru Dímun og frá Søltuvík vestur á Trøllhøvda og eystur aftur innan fyri Sandoynna – vestur til Skarvanesar.” Ja, hetta var víða rásað, so víða at ivaleyst eingin ger honum tað eftir – ikki eingang kendi út­róðrar­ maðurin Jóan Karl á Skála! Og í tí sama rann mær í huga, hvat ein framligur eystr­ingur hevði sagt við meg: “Tit halda so lítið um eystringar, men hvar finna tit betri út­róðrarmenn. Tað kalli eg dugna­ skap, at okkara út­róðrar­menn føra stóra veiðu heim frá tykk­ara sjó- leið­um.” Ja, eg kom hesi orð hans­ara í huga, og sannaði tey, tá ið Jørgen segði frá ferðum sínum. “Hvat halda tygum geva meira vinning, snørið ella línan?” “Tað er sum á ber. Yvirhøvur man línan vinna. Hann ið hevur nakað fyri hendurnar á landinum og bara uppí millum søkir sjógvin, stendur seg tó betur við snøri. Út frá landi í ringum sýni er línan gjarna hentari.” “Duga tygum at síggja nakran mun á fiskiskapinum í tygara tíð. Er framgongd ella afturstig.” “Framgongd. Tað verður fiskað meira nú enn fyrr uppá bátin.” Meðan vit sótu soleiðis og tosaðu kom dóttir hansara og beyð okkum uppí aftur kopparnar. Systkini vóru júst eitt dusin í tali, 8 dreingir og 4 gentur (ein gentan var deyð). Nú eru øll tilkomin og tey flestu gift og komin sær væl fram. Allir synirnir hava stigið í fað­ irs­ins fótaspor og hava kjósað sær sjógvin, og ikki kann sigast annað Jørgen og Katrina Sofía Barndómsheimið hjá Jørgen uppi á Gørðum á Nesi