Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juli 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í dag sunnudagin lufttrýstið í morgin Lot til andøvsgul av útsynningi, 3-8 m/s, seinni í dag vestan, og í kvøld veksur vindurin. Skýggjað og támut, nakað av regni av og á, men út á dagin turrari. Hitin millum 10 og 13 stig. Leygarnáttina 8-13 m/s, hitin um 10 stig. Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8-13 m/s. Turt og nakað av sól, men seinnapartin fer at regna. Hitin um 10 stig. Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8-13 m/s. Minkandi til 3-8 m/s. Skýggjað og regn av og á. Hitin um 10 stig. 8-13 m/s 3-8 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s 3-8 m/s 10/13°C 10 °C 10 °C Big brother Tórshavnar býarfaðir nøktar vakmyndatólstørv borgaranna! Marner veit av ongum - Eg kann greitt avsanna, at eg havi fingið nakra fráboðan um, at eg skal verða meldaður til bakmansløgregluna. Tað sigur Marner Jacobsen, sum var forstjóri í gamla Eik Banka í árunum upp til húsagangin tann 30. september 2010. Í farnu viku viku boðaði Fíggjareftirlitið frá, at tað hevði meldað nøkur viðurskifti til bakmansløgregluna til víðari kanningar, eftir at tvær greiningar, av Eik Banka avdúkaðu fleiri føri, har lógin um fíggjarligt virksemi er álvarsliga bend ella brotin. Mánadagin segði kunningarstjórin í Fíggjareftirlitinum, Søren Møller Christensen, við Sosialin, at talan er um brot av slíkum álvara og grovum karakteri, at Fíggjareftirlitið metir seg hava eina góða sak. Fíggjareftirlitið kundi tó ikki siga hvønn tey hava meldað, ella um hesi eru partur av nevnd ella leiðslu bankans. Nógv bendir tó á, at tað eru fólk í leiðslu og nevnd bankans, ið skulu kannast nærri av bakmansløgregluni. Eitt nú stendur í greiningini, at »Samlað sæð metti advokaturin, at brot vóru framd á lógina um fíggjarligt virksemi, sum kunnu viðføra revsiábyrgd, at stjórn og nevnd bankans høvdu virkað á ein hátt, ið er ábyrgdandi, og at uttanveltað grannskoðan átti at verðið løgd fyri grannskoðaranevnið«. Nakað tað sama kom frágreiðingin hjá advokatinum Carsten Fode av Eik Banki P/F fram til. Tá vóru forstjórin, fyrrverandi stjórar og nevndarlimir nevnd við navni sum. Tann frágreiðingin munnaði út í einari stevning, har bæði nevnd og stjórn bankans eru stevnd eftir hundraðtals milliónum krónum í endurgjaldi. Alt í alt er tað mangt, ið peikar móti leiðsluni. Men Marner Jacobsen avsannar, at hann skal verða meldaður.