Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-12, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juli 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 79 · 12. juli 2013 12 VIKUSKIFTI Rumenia Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@olivant.fo Ferðalagið, sum vitjaði í Rumenia í døgunum 13 - 22. mai, er kom heim­- aftur eftir eina sera væl eydnaða ferð. Tað var Birgir Andreasen, sum var stigtakari til ferðina, og sum eisini hevur gjørt íløgu í ein “nýggjan” buss til endamálið. Ferðalagið fór við Norrønu av Havnini Kristi Himmalferðardag 9. mai, og kom aftur á Havnina við Norrønu mánadagin 27. mai. Átta fólk vóru við í ferðalagnum: Birgir Andreasen, Victor Carlsen, Jóhannes Poulsen, Kjartan Petersen av Sandi, Poul Færø, Katrin og Páll Mørkøre og Poul Jóhan Djurhuus. Hetta var fyrstu ferð, at Poul Færø, Kjartan Petersen og Victor Carlsen vitjaðu í Rumenia. Fríggjakvøldið varð lýst til sang­ løtu í Saga-Caféini umborð, har Victor var í sínum rætta essi, tá hann setti seg við klaverið og leiddi ferðafólkið meistarliga ígjøgnum eina væl eydnaða sangløtu, har eisini var rúm fyri vitnisburði, samrøðu, sangi og talu. Poul Færø segði nøkur orð í endanum av løtuni, Jóhannes Poulsen sang solo, og ein samrøða var við Birgir Andreasen, har hann greiddi frá arbeiðinum í Rumenia, sum nú hevur 20 ár á baki. Saga-Caféin var fullsett. Eftir motorvegnum Leygarmorgunin 11. mai kl.10.00 kom ferðalagið til Hirtshals, og longu kl.10.30 var farið at koyra, eftir at vit høvdu havt eina andakt í bussinum. Nú fekk ferðalagið av sonnum sannað hvat hetta er fyri eitt stásiligt far, sum koyrt verður við. Bussurin var fulllastaður við uml. 700 svørtum plastiksekkum við klæðum til gentur, dreingir, menn og kvinnur. Tey, sum pakka sekkirnar syrgja altið fyri, at tað liggur ein Rumensk traktat ovast í sekkinum, so tey, sum fáa sekkin eisini kunnu fáa eitt orð úr bíbliuni. Bussurin er bert 6 ára gamal og hevur einans koyrt 300.000 kilometrar. Stólarnir kunnu leggjast munandi niður, og toilet er í bussinum. Bussurin hevur tríggjar akslar, og vendur eisini við einum av teim aftaru, so hann fer um trongu húsahornini úti á smáplássunum sum ein annar ormur. Páll Mørkøre av Eiði er bussførari, og hevur hann nógvar royndir at koyra hesar túrarnar - bussurin er ein sannur dreymur at sita í! Veðrið er frálíkt og stemningurin í bussinum eins frálíkur. At koma í land í Hirtshals er ein stórur fyrimunur, tí ein er á motorvegnum beinanvegin og hevur beina kós suðureftir. Vit komu um markið til Týsklands longu kl.15.15, og settu kós eftir E 45 móti Hamburg og Hannover. Kl.18.00 gjørdu vit døgurðasteðg. Seinni um kvøldið komu vit til býin Hildesheim í Týsklandi, har vit fingu okkum innivist á Hotel Lindemann. Sunnudagin koyrdu vit m.a. ígjøg­ num býirnar Kassel, Fulda, Wursburg og Nurnberg, og fóru inn í Eysturríki við markabýin Passau. Sunnukvøldið gjørdu vit steðg í Eysturríkska býnum Melk, har vit gistu á hotel Wachau, har mong føroysk ferðaløg ávegis til Rumenia hava gist ígjøgnum árini. Birgir hevði guitara við, og saman við Jóhannes Poulsen og Victor Carlsen, gekk sangurin óføra gott í bussinum, sum vit koyrdu eftir E45 suður ígjøgnum Jylland, Týskland, Eusturríki, Ungarn og inn í Rumenia. Servisustøðirnar framvið motorvegunum eru nógvar og sera innbjóðandi, og tað kennist gott, tá ein hevur sitið í fleiri tímar í sama stillingi, at kunna strekkja beinini eina løtu og sessast undir øðrum umstøðum við einum leskiligum drekkamunni. Í Rumenia Vit komu um Rumenska markið við býirnar Nagylak og Arad mánadagin 13. mai, og komu á Barnaheimið Betania í Uricani týsdagin kl.14.00, har føroyingar, ikki minst Birgir og Jóhannes, eru sera væl kendir. Har verða vit altið møtt av einum flokki av børnum, sum koma at umfavna okkum saman við “foreldrum” teirra, Maria og Kristian, sum hava verið fyristøðufólk og foreldur á heiminum í mong ár. Ein segði við Kristian, at hann var ein sannur George Múller fyri hesi børnini, men tað vildi hann ikki hoyra um at verða samanborin við George Múller. Hann og konan gera eitt stórt og persónliga uppoffrandi arbeiði, sum vit eiga at minnast í okkara forbønum. Uricani Í Uricani búgva vit altið á barna­ heimi­num, har eini gestahús eru til vitjandi gestir. Allar tríggjar høvuðsmáltíðirnar hava vit saman við børnunum á barnaheiminum, sum eru ógvuliga fegin um, at vit eru saman við teimum. Býurin var ein kolanámsbýur við nógvum kolaminuarbeiðarum, og tá var arbeiðsloysið lítið, men síðani kolaminurnar vórðu stongdar, hevur stórt arbeiðsloysið tikið seg upp í býnum saman við einum vaksandi fátækradømi. Sólskinssøgan um feliciu Í Uricani býr einkjan Felicia, sum Birgir Andreasen og Páll Mørkøre komu í samband við fyri 20 árum síðani. Tá hevði hon nýliga mist mannin, sum var kolanámsarbeiðari. Av tí, at maðurin gjørdi nógv brúk av rúsdrekka, so kendi hon og børnini, á teirra egna kroppi, hvat rúsdrekka kann gera av ringum við eina familju. Hon sæt eftir við 8 smáum børnum, tað yngsta var ein genta, bert 9 mánaðar gomul. Hendan gentan er 21 ár í dag, og eitur Esteria, og hevur vitjað á fyrsta sinni í Føroyum í hesum døgum. Hon kom til Føroyar saman við ferðalagnum. Einkjan Felicia og faðirleysu børn hennara var fyrsta neyðstadda familja, sum Birgir møtti í Rumenia. Har var veruliga talan um eina kvinnu, sum var komin í djúpa neyð, og ikki visti síni livandi ráð hvussu hon skuldi klæða og matskaffa sínum átta børnum. Men Felicia var ein trúgvandi millum sigoynarar í Rumenia Í Rumenia hjálpa føroyingar familjum, sum eru raktar av arbeiðsloysi, sjúku ella missi. Poul Jóhan Djurhuus hevur skrivað ferðafrásøgn frá hjálparferð til Rumenia