fríggjadagur 12. juli 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 79 · 12. juli 2013
15
Fólkatal: 57.000
Høvuðsstaður: Nuuk
Limur í IIGA: 1989
Grønland
★ Grønland hevur gjøgnum árini vunnið
15 gullmerki á Oyggjaleikunum.
★ Tríggir fjórðingar av heimsins
størstu oyggj liggja undir ísi.
Fólkatal: 98.000
Høvuðsstaður: Saint Helier
Limur í IIGA: 1985
Jersey
★ Jersey er tann størsta av oyggjunum, sum liggja í Ermasundi. Mest vinnandi
oyggin á Oyggjaleikunum gjøgnum tíðina. Jersey hevur higartil vunnið 418 gullmerki
★ Jersey verður vertur fyri
Oyggjaleikirnar í 2015
Fólkatal: 94.000
Høvuðsstaður: Port Mahon
Limur í IIGA: 2004
Minorka
★ Tað liggur í kortunum, at Minorka skal verða vertur
fyri Oyggjaleikunum í 2021 – eftir føroyska vertsskapin.
★ Miðalhitin á Minorka liggur sum
25 hitastig hesa ársins tíð.
Fólkatal: 4.000
Høvuðsstaður: Fillan
Limur í IIGA: 1985
Hitra
★ Hitra hevur vunnið 1 gullmerki á Oyggjaleikunum gjøgnum árini.
Hitra hevur eisini vunnið 2 silvurmerki, men einki bronsumerki.
★ Hitra hevur samband til grannaoynna Frøya og norska
meginlandið við undirsjóvartunlum.
Fólkatal: 20.000
Høvuðsstaður: Kirkwall
Limur í IIGA: 1985
Orkney
★ 70 oyggjar eru á Orkney, sum liggur 16 kilometrar
norðanfyri Skotland. Fólk búgva á 20 av oyggjunum.
★ Orkney hevur vunnið 87 heiðursmerki á
Oyggjaleikunum síðani 1985.
Fólkatal: 39.000
Høvuðsstaður: Kuressaare
Limur í IIGA: 1991
Saaremaa
★ Saaremaa er væl umtókt feriuoyggj. Triðja hvørt útlendskt
ferðafólk, sum vitjar Saaremaa, vitjar aftur.
★ Kriminaliteturin á Saaremaa er fýra
ferðir lægri enn í Estlandi annars.
Fólkatal: 85.000
Høvuðsstaður: Douglas
Limur í IIGA: 1985
Isle of Man
★ Isle of Man var vertur fyri fyrstu Oyggjaleikirnar í 1985. Næstmest vinnandi oyggin
á Oyggjaleikunum gjøgnum tíðina. Isle of Man hevur vunnið 343 gullmerki higartil.
★ Heimskendi súkklarin Mark Cavendish er ættaður av Isle of Man
og luttók í 2003 á Oyggjaleikunum.
Fólkatal: 138.000
Høvuðsstaður: Newport
Limur í IIGA: 1985
Isle of Wight
★ Isle of Wight er størsta enska oyggin og var
í 2011 vertur fyri Oyggjaleikirnar.
★ Kendi sjónleikarin Jeremy Irons
er føddur á Isle of Wight.
Fólkatal: 22.00
Høvuðsstaður: Lerwick
Limur í IIGA: 1985
Hetland
★ 25.000 tons av alilaksi verða
framleidd í Hetlandi um árið.
★ Hetland hevur vunnið 170 heiðursmerki
á Oyggjaleikunum síðani 1985.
Fólkatal: 4.000
Høvuðsstaður: Jamestown
Limur í IIGA: 1985
Saint Helena
★ Saint Helena er minst vinnandi oyggin á Oyggjaleikunum
gjøgnum árini. Oyggin hevur bert vunnið 2 bronsumerki.
★ Napoleon Bonaparte varð settur í varðhald á
Saint Helna í 1815 og doyði har seks ár seinni.
Fólkatal: 26.000
Høvuðsstaður: Stornoway
Limur í IIGA: 2003
Hebridurnar
★ Fólk búgva á 15 av oyggjunum í Hebridunum,
meðan meira enn 50 oyggjar eru manntómar.
★ Hebridurnar hava vunnið 3 gullmerki
á Oyggjaleikunum síðani 1985.
Fólkatal: 69.000
Høvuðsstaður: Holyhead
Limur í IIGA: 1985
Ynys Mon
★ Ynys Mon er walisiska navnið fyri oynna,
sum bretar kalla Isle of Anglesey.
★ Tvær brýr binda Ynys Mon saman við Wales.
Fyrra brúgvin var gjørd í 1826.