Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein mánadagsblaðið Føroyski countrykongur fram­førdi saman við ameri­ kansku country­beiggjunum á norskum countryfestivali fríggjakvøldið. Hallur Joensen gav fyri nøkrum vikum síðani fløgu út, har hann syngur saman við kendum útlendskum sang­arum – eitt nú Kris Kristofferson, Bobby Bare og Charley Pride. Bellamy Brothers eru eis­ini við á útgávuni, og teir syngja nýskrivaðan sang saman við Halli. Sang­ ur­in “Send Me A Letter Amanda” er blivin eitt hitt, og fríggjakvøldið framførdi Hallur sangin live saman við Bella­my Brothers. Hetta var á størsta countryfestivalinum í Noregi – Norsk Country Treff í Breim. - Tað var ein stór løta fyri meg at verða á pall­inum og syngja saman við Bellamy Brothers, og fram­førslan gekk sera væl, sigur Hallur Joensen. Hallur hevði eisini fram­ førslu við egnum bólki á norska festivalinum, og ta fram­førsluna var hann eisini væl nøgdur við. Í blaðnum í dag fylgja vit nøkrum av okkara ungu borgarum, sum fáa sær sínar allar fyrstu arbeiðsroyndir. Tey eru Ung í arbeiði, í starvi hjá Tórshavnar Kommunu nakrar vik­ ur í summar. Í kjalarvørrinum á fíggjar­ krepp­uni hava vit lisið um met­ stórt arbeiðsloysi millum tey ungu, serliga í fleiri av londunum í Suðurevropa. Vit hava lisið, at fjórði hvør av teimum ungu hevur einki arbeiði at fara upp til um morgunin. Slíkt er oyðileggjandi fyri ung­ dómin. Tað gongur út yvir sjálvs­ virðingina hjá tí einstaka, umframt at fatanin av pengum og virðum verður skeiklað. Hinvegin kann tað geva árræði, dirvi og sjálvsálit, tá tú sleppur til arbeiðis. Ella, sum 14 ára gamli Bogi Bech Húsgarð væl nøgdur greiðir frá í reportasjuni í dagsins blað: – Nú fái eg pengar í kassan, 4.500 krónur. Tað er ræðuliga nógv í mínum aldri. Tað er deiligt at tjena sínar egnu pengar og bestemma, hvussu pengarnir verða brúktir. Sum greitt verður frá í repor­ tag­uni, so er høvuðsendamálið at geva uppvaksandi ættarliðnum ein góðan forsmakk uppá komandi ar­beiðs­lívið. Tey læra um góðan arbeiðs­moral og virðið í pengum. Tann uppgávan kann ikki undir­ metast. Tiltakið ung í arbeiði tryggjar ikki teimum 14-16 ára gomlu eitt arbeiði, tá tey eru liðug at ganga í skúla. Men arbeiðsroyndirnar her­frá kunnu vera við til at geva teimum tað árræði, sum krevst fyri at finna eitt arbeiði, tá tann tíðin kemur. Fleiri kommunur kring landið hava verið óførar at lata okkara ungu borgarar sleppa til arbeiðis. Fyri mong byrjar arbeiðslívið júst við einum kjansi sum Ung í arbeiði. Kommunurnar eiga tí rós uppiborið fyri at raðfesta hesa uppgávu. Ein síðuvinningur í hesum átaki er sjálvandi, at fríðkað verður um nærumhvørvið, og tað er til gleði fyri okkum øll. Tað ringasta, ið kann henda fyri okkara samfelag er, at uppvaksandi ættarliðið ikki sleppur til arbeiðis. Tí er tað ein samfelagsskylda – bæði hjá tí almenna og privata – at lova unga ættarliðnum fram at arbeiðsplássunum. Eisini í somáta er Ung í arbeiði ein góð barlast at hava hjá teimum ungu. Kommunurnar eiga rós uppiborið fyri Ung í arbeiði Hóast Rakul og Johan Dals­ garð hava fingið boð um, at tey skulu flyta úr Fámará í seinasta lagi í dag, so hava hjúnini onga ætlanir um at fara. Búnaðarstovan hevur tikið avgerð, og Fámará skal framyvir rekast av bónd­ anum Jens Hera Jacobsen úr Sumba. Men Rakul og Johan ætla sær ikki at fara uttan víðari. Tey góðtaka ikki nið­ ur­støðuna hjá Bún­aðar­ stovuni, og tí hava tey als ongar ætlanir um at flyta úr Fámará enn. – Onkur má blaka okkum út, vit fara ongan veg sjálvi, sigur Rakul Dalsgarð. Sum skilst hevur sak­ før­arin hjá Rakul og Jo­ han Dalsgarð sent eina kæru um avgerðina til Bún­aðarstovuna, og sam­ stund­is hevur hann biðið um innlit. Onkur má blaka okkum út Til arbeiðis Leygarkvøldið lat nýggi tíðindaportalurin hjá Miðla­ húsinum upp. In.fo skal fram­eftir veita føroyingum tíðindi hvønn dag allan dagin, og stórur dentur verð­ ur lagdur á at hava før­oysk tíðindi á In.fo. In.fo hevur havt sera nógv vitjandi um viku­skift­ ið, og tað fegnast leiðslan í Miðlahúsinum um. Miðlahúsið hevur brúkt átta dagar um at menna nýggja portalin, og nú verður hildið fram at menna síðuna og tænastur til hana. In.fo góða byrjan Bellamy Brothers á palli við Halli Nú fái eg pengar í kassan Bogi Bech Húsgarð Síða 24-27 Silvur er góðkent Torkil Veyhe Síða 16 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo