Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Hví eru tey arbeiðsleys? Hvar starvaðust tey, áðrenn tey komu upp í ALS skipanina? Og hvussu leingi hava tey verið í ALS? Hesir eru bert nakrir av spurningunum, ið verða viðgjørdir og greinaðir í eini stórari kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri ALS, har hugt verður eftir viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum. Kanningin varð gjørd í fjør, tá heitt varð á 1500 fólk, sum hava verið inni í ALS skipanini styttri ella longri tíðarskeið síðani 2008 og fólk, sum framvegis eru í ALS skipanini. Beint undir helvtina, umleið 700 fólk svaraðu spurningunum, og sigast kann tí, at talan er um eina umfatandi og neyva kanning av viðurskiftunum hjá arbeiðsleysum í Føroyum. – Endamálið við kanningini er at fáa eina betri fatan av viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum, soleiðis at vit á tann hátt eisini betri kunnu nøkta tørvin hjá teimum, sum eru í skipanini, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS. Vit fara her at nema við nøkur fá av teimum mongu, spennandi úrslitunum úr kanningini. Í komandi blað verður ein drúgvari og neyvari gjøgnumgongd av øðrum viðurskiftum úr kanningini, og kava vit longri niður í tølini í kanningini hjá ALS. tíðindi Rógvi Nybo Millum tey arbeiðsleysu í Før­ oyum eru tað nógvar sokall­ aðar bleytar hendur. Tá tosað verður um bleytu hendurnar, er talan um fólk, ið starvast ella starvaðust innan Heilsu- og almannaverk, eitt nú sum peda­gogar, dagrøktarar, sjúkra­røktar­frøðingar, heilsu- ella heima­hjálp. Og mill­um tey arbeiðs­leysu fylla hes­ar mest. Í stóru spurnarkanningini, sum vit viðgerða her á síðuni, varð eitt nú spurt inn til, hvørjari vinnugrein við­kom­ andi arbeiddi innan, áðrenn tey blivu arbeiðsleys. Millum tey arbeiðsleysu í Føroyum svaraðu 17 prosent, at tey arbeiddu innan heilsu- og almannaverkið, og er hetta nógv tann størsti einstaki bólkurin. Næstflest – 12 prosent – svaraðu, at tey arbeiddu við ídnaði og fiskavørum, áðrenn tey blivu arbeiðsleys. Her er talan serliga um tey, ið hava arbeitt á fiskavirki og líkn­ andi. Mangla hendur um fá ár At tað ganga so nógvar bleyt­ ar hendur arbeiðsleysar kann verða ein trupulleiki, um hetta verður sæð í ljósinum av, at tosað verður um stóra mangul­in upp á arbeiðsmegi, ið fer at stinga seg upp í nærm­astu framtíð. Kanningar vísa nevni­liga, at jú longri ein hev­ur verið burtur frá arbeiðs­marknað­ inum, jú verri er tað fyri tann einstaka at koma inn aftur á arbeiðsmarknaðin. Í seinastuni hevur nógv eisini verið skrivað og tosað um eldrarøktina í Føroyum, og hvussu tey eldru ikki fáa nøktandi røkt á heimunum kring landið. Hesi tølini geva tó eina ábending um, at tann trupulleikin ikki er íkomin tí at ov fáar hendur eru til at taka hetta arbeiðið upp, men heldur tí at ov lítið av pen­ ingi er játtað til at senda hesi fólk­ini til arbeiðis. Lærarar tryggast í sesssinum Tølini í kanningini verða sam­mett við hvussu stór­ur hesin bólkurin er á arbeiðs­ marknaðinum. Starvsfólkini í Heilsu- og almannaverkinum telja 15 prosent av teimum á arbeiðsmarknaðinum, og 17 prosent av teimum, ið eru í ALS skipanini. Hjá teim­um í fiskaídnaðinum eru telja tey 12 prosent av teim­um arbeiðsleysu, meðan bólk­ urin bert telur fimm pro­sent av samlaða arbeiðs­marknað­ inum. Sostatt er tað eisini áhuga­vert at síggja, at tað eru lærarar, ið eru tryggastir í sess­inum. Meðan tey, ið fást við at undirvísa telja góð sjey prosent av samlaða arbeiðs­marknaðinum, høvdu bert trý prosent av teimum í arbeiðs­loysisskipanini starv sum lærarar, áðrenn tey komu í ALS. rogvi@sosialurin.fo Bleytu hendurnar fylla mest í ALS Arbeiðsloysi Tað eru tær bleytu hendurnar, ið fylla mest í Arbeiðsloysisskipanini. Tað vísir stóra spurnarkanningin millum arbeiðsleys í Føroyum, sum er gjørd fyri ALS Bert annar­hvør av teimum, ið eru í ALS skipan­ini eru uppsøgd, vísir stóra kann­ ingin fyri ALS. Millum tey arbeiðsleysu, ið tóku lut í stóru og um­fat­ andi kanningini hjá Arbeiðs- ­loysis­skipanini, er bert annarhvør arbeiðsleysur tí at tey vórðu uppsøgd. Aðrar orsøkir skulu finnast til, at hin helvtin gjørdist arbeiðs­ leys. Í stóru kanningini varð spurt um, hvør orsøkin er, til at tey eru arbeiðsleys. Og her svaraðu 50 prosent, at tey vórðu søgd úr starvi. Hin­ vegin eru húsagangir orsøk til arbeiðs­loysi hjá 11 prosentum, meðan tað hjá 10 prosentum var eitt tíðaravmarkað starv, ið gjørdi at tey endaðu í arbeiðsloysisskipanini. Fimti hvør segði upp Kanningin hjá ALS vísir, at heili 17 prosent av teimum arbeiðsleysu svaraðu, at tey sjálv hava sagt upp. Hetta er nærum hvør fimti, ið sjálv/ur hevur sagt seg úr starvi og er farin inn í arbeiðs­loysis­ skipanina. Fleiri smáir bólkar eru eisini at síggja í greiningini. Eitt nú svara trý prosent, at tey vóru liðug at læra, meðan onnur trý prosent vórðu upp­søgd meðan tey vóru sjúkrameldaði. Eitt prosent av teimum í skipanini svaraðu, at tey vóru liðug við eina hægri út­ búgving, og hareftir endaðu í ALS. rogvi@sosialurin.fo Helmingurin av teimum ar­beiðsleysu í Føroyum hava verið arbeiðsleys í eitt hálvt ár ella meira, vísir kann­ingin hjá ALS. Meirilutin av teimum arbeiðsleysu í Føroyum hava verið arbeiðsleys í eitt hálvt ár ella meira. Tað vís­ir nýggja kanningin hjá ALS. Kanningin vísir eisini, at heili 37 prosent hava ver­ið arbeiðs­leys omanfyri eitt ár. Stóra kanningin hjá ALS vísir eisini, at tað er ein greiður samanhangur mill­ um hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys, og hvussu vón­ir­nar hjá teimum eru fyri at koma inn aftur á ar­ beiðs­marknaðin. Jú longri tey hava verið í arbeiðs­ loysisskipanini, jú verri eru vónirnar fyri nakrantíð at koma aftur í arbeiði ella undir útbúgving. Aldurin ávirkar Eitt annað áhugavert, um enn ikki óvæntað, úrslit úr kann­ingini er, at tað er ein greiður samanhangur mill­ um aldurin á fólki og teirra framtíðarvónir. Serliga er tað, tá fólk fara upp um 50 ára aldur, at tey missa vón­ir­nar fyri at koma í starv ella undir útbúgving aftur. Meðan tað er ein støð­ ug­ur samanhangur millum aldur og vónirnar – at tær versna við aldrinum – frá fyrstu árunum upp til fjørutini, er tað við 50 ár, at myndin av álvara broyt­ist. Aldursbólkurin omanfyri 50 ár er í nógv størri vón­ loysi enn hinir aldurs­bólk­ ar­nir, hóast hetta er tann bólkur, ið situr inni við størstu arbeiðsroyndunum – og javnan verða kallaði tað gráa gullið. rogvi@sosialurin.fo Bert annarhvør er uppsagdur Helmingurin verið í ALS longri enn hálvt ár Nógvar bleytar hendur arbeiðsleysar