Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Thor Alpha hevur verið víða um heimin, síðani skipið fór úr føroyskari havn, 2. november í 2008. – Ja, vit hava verið rættu­ liga víða, sigur Eyðfinn Jacob­sen, skipari, tá vit hitta hann umborð á Thor Alpha. Eyðfinnur Jacobsen er sjálvur annar føroyingur umborð, saman við maskin­ sjefinum, Jónsvein Joensen. Afturat teimum eru tríggir av Filipinunum og tríggir úr Bulgaria við Thor Alpha. Síðstu árini hevur skipið arbeitt í Meksikanska Flógva­num, í Norðsjógvinum, í Surinam í Suðuramerkia, í Svartahavinum, umframt at skipið hevur arbeitt, bæði í Eystur- og Vesturafrika. Føroyingarnir eru vanliga umborð í fimm-seks vikur hvørjaferð, og hava síðani sama dagatal í landi. Filipinarnir og bulgararnir eru væl longir umborð, upp í hálvt ár í senn. Men so hava teir eisini frí í tríggjar mánaðir aftaná. Norðsjógvurin Thor Alpha arbeiðir nú í Norðsjógvinum, fyri seis­ mikkfelagið PGS. Ørindini á Fuglafirði eru at bunkra tung­olju, ið skipið síðani letur seismikkskipum. Thor Alpha lastar 900 kubikk av tungolju. Av øðrum upp­gáv­ um er at hava vaktarhaldið, tá seismikkur verður skotin. Eftir ætlan verður skipið í Norðsjónum til einaferð í oktober. Síðani er óvist, hvat tá hendir. – Ja, tað er bæði upp á tal, at vit fara aftur í Meksi­ kanska Flógvan ella kanska aftur til Afrika. Tað vita vit ikki við vissu enn, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Hann hevur verið í reiða­ rínum hjá Thor í 15 ár, og hevur verið við Thor Alpha, síðani skipið varð doypt og fór í vinnu, 23. februar 2008. – Hetta er eitt deiligt skip. Vit eru stoltir av tí, og trívast allir væl umborð, sigur fryntligi skiparin av Skála. Hann eigur frítúr nú, og tí passar tað sera væl, at skipið loksins legði leiðina til Føroya, fyri fyrstu ferð í meira enn hálvt fimta ár. Thor Alpha vitjar aftur Nýtt tak. Tann parturin av Fuglafjarðar skúla, sum varð bygdur í 1936, fær nú nýtt tak. Sonni á Horni, borgarstjóri, sigur, at hetta arbeiði ætlandi skuldi gerast í fjør summar, men verður í staðin gjørt nú í summar Fleiri ferðafólk hava vitjað í Skúvoy í sum­m­ ar, har Tummas Frank Joensen og konan Elisabeth hava ból & bita til ferðafólk og gera útferðir í oynni. Størsta tal, sum hevur vitjað í Skúvoy í ein einstakan dag í summar, er 250 fólk. Hetta vóru arbeiðsfólk hjá Strandfaraskipum Landsins við makum, børnum og kenningum og fólk hjá Sveising­ar­ handlinum í Havn. Tummas Frank Joen­ sen sigur, at hendan dagin var hann ferða­ leiðari norður í Fag­ radal við øllum 250 fólkunum, har gestir­ nir sóu Rannvátoft og Rannvákeldu. vilmund@sosialurin.fo Nógv færri fólk detta úr ALS, tí tey hava brúkt allar dagarnar, enn metingar hava víst.
Hetta vísir ein uppgerð hjá ALS. Mett varð annars, at 178 fór fóru at detta út úr ALS í fjør, men tá saman um kom, gjørdist samlaða talið 132. 250 fólk í Skúvoy Thor Alpha - Fyri fyrstu ferð í hálvt fimta ár er hjálpar- og vaktarskipið aftur í føroyskum sjógvi. Ørindini eru at bunkra tungolju í Fuglafirði Nógvur línufiskur á veg Vilmund Jacobsen Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri línuskip koma inn at landa hesa vikuna. Flestu skipini koma av Flemish Kap, og veiðan er mest toskur. – Vit vænta eisini tvey línuskip av Íslandsryggi­ num, og tey koma inn at landa seinnapartin av vikuni. Eisini hjá hesum báðum skipunum er veiðan mest toskur. Tvey línuskip hava eisini roynt á djúpum vatni norð­ an fyri Føroyar, og tey hava mest av svartkalva, blá­ longu og brosmu. – Fýra línuskip fóru nýggj­an túr í undanfarnu viku. Tvey eru farin til Íslands, og tvey eru á føroyska landgrunninum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Fiskiskapur Gongst, sum væntað, koma fleiri línuskip inn at landa hesa vikuna Sambært Fiskamarknaði Føroya kemur nógvur línufiskur upp á land hesa vikuna