mánadagur 15. juli 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Námsfrøðingur til
Trivnaðardepilin
– eind 5 – Vágar
Eind 5 í Trivnaðardepilnum er fyri børn, ung og
vaksin fólk við menningartarni í Suðurstreymi,
Vágum og Suðuroy
Talan er um 1 starv á 25 tímar um vikuna at vera
stuðulsfólk hjá gentu í Vágunum.
Starvið verður at seta 19. august 2013.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um at vera stuðulfólk aftaná skúlatíð hjá
gentu, sum býr í Vágunum og at virka fyri, at gentan
mennist í einum tryggum, mennandi og skipaðum
gerandisdegi.
Vit vænta at
• tú leggur til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið
• tú ert fakliga, sálarliga og likamliga væl fyri
• tú hevur Kt-førleika á byrjunarstøði
• tú hevur koyrikort
• tú tolir broytingar bæði í mun til arbeiðsuppgávur og
broyting, tá talan er um arbeiðsstað
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Um
eingin námsfrøðingur søkir, kann starvið verða fyribils-
sett við hjálparfólki.
Løn og setanartreytir
Setanarøkið er Almannaverkið og er í løtuni Trivnaðar-
depilin eind 5. Tann, ið settur verður, má kunna tola
broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað
til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Pedagogfelag.
Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til
Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara á Trivnaðardeplinum
á telefon 29 74 26.
Umsókn
Umsókn saman við CV , prógvum og møguligum við-
mælum skal sendast til starv@av.fo.
Til ber eisini at senda umsókn sum bræv til:
Almannaverkið
Trivnaðardepilin
Smyrilsvegur 20
Postrúm 3096
110 Tórshavn
Vinaliga merkið brævbjálvan “ umsókn Eind 5 Vágar”
Umsóknarfreist: 26. juli 2013
Starvslýsing
Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000
Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo
www.av.fo
Almannaverkið er Føroya Størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum,
sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga
veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga
Trivnaðardepilin
eblaðið
sos.fo
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.