týsdagur 16. juli 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Hurlivasin um tað stórfeita
bøssabrúdleypið vísir, hvat
kampanjufólk kunnu fáa
burturúr, tá ið tú brúkar eina
dilettantiska Gallup-kanning
at laða uppundir egnar mein
ingar.
Samkynd kampanjufólk
sigla fyri fullum seglum, og
fara at blíva við at gera tað,
inntil vit petta tey sundur.
Tað krevur bara nóg mikið av
opinskáraðum liberalistum
og politikarar við integriteti
og forstáilsi fyri eini institu-
tión, ið einans er til, tí tú dis
kriminerar.
Kortini, ikki meiri dis
kriminerandi enn at øll
sleppa at giftast, men við
tí treyt, at tú giftist einum
representanti
frá
hinum
kyninum. Hjúnabandið er
bert fyri mann og kvinnu, og
umdefinerar tú tað, kanst tú
eins væl gera ein enda á tí.
Loyvir tú Bjarna og Per at
giftast, tað veri seg borgar
ligt ella í kirkjuregi, tá kann
alt gera tað sama; og tað er
órelevant, um kirkjan er al
menn ella ei—meiningin, de
finitiónin!, er farin.
Samkyndur kærleiki er,
innanst inni, eitt samband
millum tvey fólk. Siðvant
hjúnalag er ikki. Tað er ein
institutión. Tað snýr seg ikki
bara um samlív ella samlag,
tað snýr seg ikki eingong um
at hava eitt intenst samband.
Tað snýr seg um nógv meiri
enn tað; um at skapa eina
eind við egnum reglum, við
urkend av statinum sum eitt
serskilt samveldi.
At klamsa saman eitthvørt
menniskjasamband, so at
alt frá bøssakærleika til eitt
praktiserandi
kristið
par
verður homogeniserað til
hugtakið “hjúnaband”, tænir
ongum. Ikki samkyndum
pørum, hvørs “hjúnaband” fer
at hava lítla søguliga dýpd og
null nútíðar relevans. Held
ur ikki teimum, ið longu eru
gift, tá ið nógv teirra halda,
at bøssabrúdleypið er átrún
aðarliga ótolerant og undir
gravar teirra samleika.
Samkynd kampanjufólk
hava broytt bøssabrúdleypið
frá skemt til dogma. “Kyns
leyst hjúnalag”, siga tey. Men
uttan at geva sær far um tað
(ella skíta tey bara á tað í
teirra totaliteru ótoleransu)
svarar hetta til bíbliufrían
kristindóm; ella ginn og
tonikk við sinoppi... tað hoyr
ir ikki heima har.
Unga Tjóðveldi (UT), eins
radikalt og hasar bíligastu
Barbie-dukkurnar í Klávus,
klemmar sjálvsagt orðingina
og henda ófrælsa politikk,
tí annars—og nú mást tú
halda tær!—“fáa vit ikki
skapt trivnað og javnbjóðis
rættindi”. Hóast talan er um
ein óliberalan malplaserings-
aktivitet, brúkar UT “javn
støðu” sum argument uttan
eginliga at forstanda hug
takið. Neyðardýrini vilja bara
hava eitt... “litríkt” Føroyar.
Bøssabrúdleypið
appe
lerar ikki til nakran frælsis
anda
ella
javnstøðu,
til
stríðið ímóti kvinnukúgan
og amerikanska kravið um
borgararættindi í 60unum,
men eina moralska og polit
iska einsrættan; til hvussu
hugskot so lættliga og fuskut
enda sum ein átuligur trúar
setningur; til hvussu trupult
tað er at siga sína meining
og ikki svíkja síni grundvirði
í eini tíð, har vit rykkja brýr
eftir iva og ósemjum.
Ynskið um broyting í
hjúnabandslógini lýsir av
bera væl, hvussu politisk
søguskriving verður tilevnað,
og hvussu fólk verða noydd
at svølgja hana. Og tað er
hatta so óreina orðið, “dis
kriminatión”,
kopplað
at
falskari javnstøðu, ið er
lokomotivstjóri hjá elitera
vinstravonginum
og
tess
merkverdigu prísan av øll
um tí vrøvlandi grenji, óupp
finnsamir minnilutabólkar
koma við.
Í dag verður diskrimina
tión bert brúkt í keðiligum
vendingum; sum tá ið onkur
kemur við illavorðnum for
dømingum í mun til húðarlit
ella kyn. Tann góði formurin
fyri tað, at diskriminera,
tann sanna merkingin av
hugtakinum, er forsvunnin.
Og tað er nakað lort, tí tað
er heilt avgerandi, at vit
finna fram aftur førleikan at
diskriminera. Og at vera opin
um tað. Vit mugu gera hetta,
tí vit eru endað í eini verð
vát inn at skinni av falskari
javnstøðu. Tá ið LGBT geylar
“javnstøða”, meina tey við
samfelagsliga
einsháttan,
har “javnstøða” er tað, tey
siga, tað er.
Lurtar tú bara at sam
kynjuelituni, tá fert tú at
halda, at bøssabrúdleypið
bara er um javnstøðu, um
javnrættindi.
Nú
verður
hugtakið “javnstøða” brúkt
sum eitt totalitert amboð, tí
ein og hvør, sum ivast í ella
mutar ímóti eini umdefi
nering av hjúnabandinum,
verður
avskrivaður
sum
“javnstøðu-fíggindi”
ella
“homofob”, hvat jú ikki er
serliga hugaligt at verða kall
aður, veit eg.
Vanliga orki eg ikki at
hoyra uppá LGBT og teirra
bedrøviliga
retorikk
um
mannminkandi
normali
sering... tá heldur sortera CD-
samlingina hjá svigermor í
alfabetiskum ordan. So tá
ið hasin felagsskapurin og
RIQmor umrøða núverandi
hjúnabandslóg sum ójavn
støðusliga, hvat meina tey
so við?
Meina tey, at tað hevði
verið
javnstøðu-kriminali
tetur, um eg ikki slapp inn í
Det Jyske Musikkonserva
torium? Rætt, eg dugi ikki
at spæla nakað ljóðføri, skilji
ikki tónleik, ja, meiri enn at
eg veit, at Suede og David
Bowie rokka, og at Melody
Gardot hevur eina sexuta
rødd. Men hvat við mínum
rætti at fáa somu viðferð sum
tey, ið duga alt hatta har...
lesa nótar og slíkt? Eg havi
kanska aldri verið áhugaður
í hesum fyrr enn nú. Eg veit,
at nógv fólk trívast væl í tí,
identifisera seg við stovnin,
blíva glað av at vera har, og
eg veit, at eg ikki ordiliga
hoyri heima har, eg havi onga
relevanta tilvísing eiheldur
talent fyri líkasum ordiligt
at kunna gera alt tað, mann
nú einaferð ger á slíkum stað.
Men hvat er problemið? Kann
eg ikki bara geyla “javnstøða”
og krevja javnbjóðis rættindi
at sleppa inn á konservatoriið
og gagnnýta tess ekspertisu
og útgerð? Heitasta, eg vil
bara hava tað, hini hava.
Prøva meg fram.
Tað stutta av tí langa er,
at samfelagið diskriminerar
allatíðina — alment sum
privat. Tað má, tí um institu
tiónir og felagsskapir ikki
gera tað, tá høvdu teir
mist allan samleika, sítt
etos, sína meining. Hevði
Thomas
Winther,
rektari
á konservatoriinum, loyvt
mær og líkum inn, hevði tað
hildið uppat at eksistera.
Tann góði og kultiveraði
formurin fyri diskriminatión
er ein ósundurskiljandi part
ur av einhvørjari institutión.
Diskriminering er tað, ið
loyvir alskyns felagsskapum
og bólkum at definera seg, at
avgera, hvat limaskapurin
betýðir, hvør sleppur uppí,
hvør ikki. Uttan mismun var
ongin institutión, onki sam
felag.
Politiskir flokkar, kirkjur,
Immanuel, gjeikaraklubbar,
Matmøðrafelagið, Havnar Ar
beiðskvinnufelag, KÍF, skúlar,
kommunur, KRIS, Í Menn
iskjum Góður Tokki og aðrir
egindyrkandi áhugafelags
skapir, einki av hesum hevði
verið til, um diskriminering
var kriminell.
Og
lóggáva,
forrestin,
handlar ikki um at øll skulu
“kunna tað”. So er við fá
tækrahjálp, ella forsorgar
hjálp; ella lógin um nær tú
kanst fáa koyrikoyrt ella, ja,
mismunur og krøv eru alla
staðni. Allar lógir áseta, at øll
sleppa, men hesar lógir krevja
harumframt nakað spesifikt
av hvørjum einstøkum borg
ara:
hjá
Almannastovuni
at ganga tíni umsókn um
fátækrahjálp á møti, mást
tú vera... ahem, fátækur; øll
kunnu fáa koyrikoyrt, solongi
sum tú ert átjan ára gamal og
hevur tikið neyðugar royndir
hjá koyrilærara. Sama við
hjúnalagnum.
Elitubøssar
hevda,
at
hjúnaskapur er um kærleika.
Bara kærleika... áh! Og tí er
tað órættvíst og særandi at
hindra Biritu, ið nú einaferð
elskar Malenu, at giftast.
Sjálvar siga tær, at samkynd
hava tað, sum skal til fyri
at giftast: at Birita elskar
Malenu, og Malena elskar
Biritu — og tí er tað skeivt
ikki at loyva teimum uppí
hjúnabandsarkina.
Men
kærleiki
er
ikki
nokk. Tað skal meiri til enn
so at giftast, annars tøma
vit meiningina við hjúnalag
num so nógv, at tað verður
meiningsleyst. Og hjúna
bandið ger longu mismun,
sjálvt ímóti teim forelskaðu.
Ein maður er kanska djúpt
forelskaður í elstu systrini, og
hon í honum, men tey sleppa
apsalutt ikki at spleysast.
Og hvat við honum, ið
ynskir at giftast tveimum
kvinnum, ella kvinnan, ið
vil hava tríggjar ísenn? No
can do. Hann má velja. Mítt
fyrsta forelskilsi var Barbra
Streisand, men nei!, tí sjálvt
um hon ivaleyst eisini hevði
verið interesserað, var eg
ov ungur. So tað er neyðugt
at skyna mun á ymiskum
samlagi og viðganga, at
hjúnabandið í síni veru er ein
diskriminerandi eind.
Um ikki vit gera mismun,
um ikki vit seta krøv, um ikki
vit síggja, at hjúnabandið snýr
seg um annað enn kærleika,
annað enn at ‘síðustilla’
nøkur ynski hjá onkrum
minniluta, kunnu vit líka so
gott avlíva tað. Akkurát sum
leikluturin hjá Det Jyske
Musikkonservatorium sum
samfelagsligur tónlistamenn
ari hevði endað í ongum,
slapp eg inn á fremmanda
siglingarleið at spæla idiot
og flasha mítt politiska yvir
legni.
Sjálvandi, fyri ikki so
nógvum árum síðani vóru
samkynd fyri øgiligum órætti.
Tíbetur er hetta broytt.
Eisini her í Føroyum. Men
samkynd eiga at fara eftir
skrásettum parlagi ístaðin, tí
hetta opnar møguleikan fyri
somu teknisku rættindum
sum hjúnabandið implisitt
gevur. So hví kravið um
“hjúnaðarliga
javnstøðu”?
Hví “kynsleyst hjúnalag”?
Og nú blívur tað ikki sørt
áhugavert. Tí analyserar tú
grundirnar
hjá
elitusam
kyndum at giftast, tá er næst
an altíð okkurt terapeutiskt í
teimum. “At verði eg verandi
ógift, blívi eg kedd; ikki at
kunna siga “eg eri gift”, Agga,
fær meg at føla meg sum
hálvvánaligan
borgara.”
Viðkomandi er helst ikki
hálvvánaligur borgari, men
“følir” seg sum ein, so við
at institutionalisera bøssa
kærleika, verða tey glað og
fábulaktiga fullgjørd. Opin
bart.
Men, seriøst, tað er ikki
uppgáva landsins at agera
terapeutur fyri sínum borg
arum. Tað er upp til okkum
og okkara nærfamilju og
egnan lokalitet—ikki landið
og vælbetaltar terapeutar—
at klára okkum, at hava tað
gott, finna lukku og meining
og annað shit.
Fyri tað, at ein “kanning”
onkursvegna prædikar eina
undirtøku
fyri
stórfeita
bøssabrúdleypinum,
eini
umdefinering av hjúnaband
inum, merkir verri enn so
altíð, at vit tí skulu handla
eftir
henni.
Frá
søguni
vita vit, bæði her og har, at
meirilutin ikki altíð hevur
grein í sínum máli. Tað er ikki
at siga, at múgvan er tollut,
men bara, at hon ikki altíð
hevur rætt.
Følsk javnstøða veitir ikki
frælsi, men ger okkum alt
meiri bundin at terapeutiska
vælferðarstatinum,
sum
aftur ger tað so torført hjá
sivilsamfelagnum sjálvt at
varðveita nakran samleika.
Og tá, vinurin, kann alt gera
tað sama.
Men sjálvandi er hjúnabandið
diskriminerandi
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Tá LGBT geylar “javnstøða”, meina tey við samfelagsliga einsrættan, eina
relativistiska samanslagsligheit, har “javnstøða” er tað, tey siga, tað er
Tað stutta av tí langa
er, at samfelagið
diskriminerar allatíðina
— alment sum privat
Hjúnabandið er bert fyri mann og
kvinnu, og umdefinerar tú tað, kanst
tú eins væl gera ein enda á tí