týsdagur 16. juli 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Juli 2013
4
18.-20. juli
Tað verður eingin minni enn matstovan
Áarstova og dugnaligu kokkarnir har,
sum fara at skipa fyri og servera umborð.
– Her fært tú møguleikan til ta full
komnu upplivingina, samstundis sum tú
fært høvi at njóta góðan mat og drekka
umborð á stásiliga skipinum.
Tað sigur Hugin Reistrup, sum sam
skipar mattiltøkini á G!, ið ávikavist
Áarstova, Hvonn og Etika standa aftan
fyri.
G! Festivalurin byrjar hósdagin 18.
juli og heldur fram fríggjadagin 19.
og leygardagin 20. juli, og tað verður
fríggjadagin og leygardagin, at høvi
verður at fylgja G! av Thorshavn.
Umframt, at M/S Thorshavn fer at
liggja á vánni hesar báðar dagarnar,
verða eisini onnur matstøð og mattiltøk
á G!, sum eitt nú Hvonn og Etika standa
aftanfyri.
Gourmetskipið
Hugin Reistrup sigur, at gestirnir sleppa
umborð á Thorshavn í kappróðrarbáti.
– Tú verður rógvin í kappróðrarbáti
av sandinum og út á M/S Thorshavn, og
longu tá tú kemur umborð, verður tú
móttikin við glasi við onkrum góðum.
Hann vísir á, at tað er umráðandi hjá
teimum, sum tekna seg til forkunnuga
tiltakið, at møta á sandinum við kapp
róðrarbátin í góðari tíð fyri tilmeldaðu
tíðina.
– Fólk, sum kundu hugsað sær hetta
serstaka tiltak úti á vánni, kunnu ringja á
tlf. 217579 ella á tlf. 317500.
– Umborð á M/S Thorshavn verður
ein trírættað matarskrá við fiskasúpan,
áarstovubógvi og rabarbutriflu. Jú,
hetta ljóðar rættiliga forkunnugt og
er eisini eitt av nýggju tiltøkunum á G!
Festivalinum í ár.
Fríggjadag og leygardag
Hugin sigur, at eftir døgurðan umborð
verður “eftir døgurða barrin” opin.
G! Festivalurin byrjar hósdagin 18.
juli og heldur fram fríggjadagin 19. og
leygardagin 20. juli.
- Matstovan umborð á M/S Thorshavn
verður opin fríggjadagin og leygardagin,
sigur Hugin Reistrup, samskipari, sum
leggur aftrat, at tað eisini verður høvi hjá
fólki at keypa drykkjuvørur umborð.
Umframt M/S Thorshavn eru onnur
matstøð og mattiltøk á G!, sum eitt nú
Hvonn og Etika standa aftanfyri.
Tey, sum hava hug at uppliva G! Festivalin
á ein øðrvísi hátt, hava í ár møguleikan at
bíleggja sær pláss umborð á frítíðarskipinum
M/S Thorshavn, sum fer at liggja úti
á Gøtuvág sum eitt gourmetskip
Áarstova
serverar
umborð á
Thorshavn
Ókeypis saltfiskur og annað gott til góman
– Vit eru sera spent eftir at vita, hvussu
grillaður saltfiskur fer at rigga, men
við so góðari rávøru, sum Fiskavirkið í
Gøtu hevur og dugnaligum kokkum,
ivast vit onga løtu í, at ókeypis tiltakið
leygardagin verður ein succes, sigur
Hugin Reistrup
Hugin Reistrup, sum samskipar
mattiltøk á G! fyri ávikavist Áarstovu,
Hvonn og Etika, heldur, at ókeypis
mattiltakið, sum verður leygardagin
klokkan 17 á sandinum í Syðrugøtu,
verður rættiliga forvitnisligt og
forkunnugt.
– Her fáa øll, sum koma til tiltakið,
eina ókeypis portion av tí, sum vit rópa
“bacalao brandada”, ið verður grillaður
saltfiskur við eplamorli.
– Í fjør høvdu vit grillaðan laks, og
hetta tiltakið eydnaðist stak væl, sigur
hann.
Besti saltfiskur
Hugin Reistrup sigur, at tað er Etika og
Fiskavirkið Gøtu, sum standa aftanfyri
hetta ókeypis tiltak við grillaðum saltfiski
og eplamorli.
– Vit eru sera spent eftir at vita, hvussu
hetta fer at rigga, men við so góðari
rávøru, sum Fiskavirkið í Gøtu hevur og
dugnaligum kokkum, ivast vit onga løtu
í, at ókeypis tiltakið “saltfiskur til Føroya
fólk” verður ein succes, sigur hann.
Ymiskt til góman
Hugin Reistrup sigur, at Etika eisini fer at
selja sushi og tvíflísar, meðan Hvonn, sum
eisini verður partur av mattiltøkunum
á G!, fer at selja ymiskt annað, eitt nú
lambskjøt, nachos, tortilla, spaghetti, stór
pitabreyð, chickens wings og annað gott
til góman.
Hugin Reistrup samskipar mattiltøkini á
G! fyri ávikavist Áarstovu, Hvonn og Etika
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eitt av nýggju tiltøkunum á G! í ár er, at M/S Thorshavn
fer at liggja á Gøtuvág sum gourmetski