týsdagur 16. juli 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Juli 2013
6
18.-20. juli
Nephew (DK)
Eitt av høvuðsnøvnunum á G!
Festivalinum í summar, er danski bólkurin
Nephew, sum av mongum verður mettur
sum besti live bólkur í Danmark. Teir
góvu nýggjastu fløguna "Hjertestarter"
út november 2012 og hava havt fleiri nr
1 hitt av henni. Nephew eru ikki nýggir
í G!-høpi. Hetta verður fjórða ferðin teir
spæla í Gøtu. So ofta hevur eingin annar
útlendskur bólkur spælt á G!. Sambært
Jón Tyril eru góðar orsøkir til at júst hesin
bólkurin vendur aftur og aftur. "Nephew
hava havt eitt serligt pláss í okkara
hjørtum síðani teir spældu her fyrstu
ferð, og hava teir staðið fyri nøkrum av
minniligastu konsertunum á G! yvirhøvur.
Longu við fyrstu konsertini í 2005, tá teir
vóru púra ókendir, brendu teir seg inn
í tilvitskuna á føroyingum. Framførslan
í 2010 stendur eisini sum nakað heilt
serligt, tá pallurin á sandinum var
lukkaður niður vegna veður, og Nephew
tískil spældu fyri einum sprenpakkaðum
spæliplássi ístaðin og góvu øllum eina
ógloymandi løtu.”
Alina Devecerski (SE)
Eftir at hava skrivað løg til aðrar
tónleikarar í fleiri ár, valdi svenska Alina
Devecerski í apríl 2012 at geva sítt fyrsta
staklag undir egnum navni út. Lagið
”Flytta på dej” gjørdist eitt risahitt og
lá ovast á norðurlendsku hittlistunum í
fleiri vikur. Lagið seldi trídupult platin í
Svøríki og Noregi og platin í DK. Í Noregi
lá lagið 7 vikur á rað á almenna single-
hittlistanum. Hin 19. november í fjør
kom so fløgan Maraton, sum umframt
”Flytta på deg” eisini inniheldur hittini
”Ikväll Skiter Jag i Allt” og ”Jag Svär”
umframt sjey onnur løg, sum Alina
hevur skrivað og framleitt saman við
Christoffer Wikberg. Alina verður at
hoyra hóskvöldið á G!
Ásgeir Trausti (IS)
20 ára gamli Ásgeir Trausti hevur havt
eina ótrúliga yrkisleið higartil. Hann gav
síni fyrstu stakløg út á sumri í 2012 og
hittaði stórt við lagnum ”Leyndarmál”.
Síðani kom fyrsta fløgan, Dýrð í
dauðaþøgn, í september og bergtók
alt Ísland. Eftir bert trimum mánaðum
seldi fløgan meira enn 25.000 eintøk í
heimlandinum. Ongin onnur íslendsk
útgáva hevur nakrantíð selt so nógv, so
skjótt. Og tað hevur gingið slag í slag
hjá Ásgeiri síðani. Fyrst skrivaði hann
undir bookingsáttmála við agentin hjá
Bjørk á heimsins størsta bookingfelagi,
WME Entertainment. Síðani fekk hann
sátmála við plátufelagið, sum Bjørk fekk
sítt gjøgnumbrot við, One Little Indian
Records. Ásgeir spældi sína fyrstu konsert
uttanlands á stóra Eurosonic festivalinum
í januar í ár, í vár spældi hann á heimsins
størsta festivali, South By SouthWest og
leygardagin spældi hann á Roskilde í
Danmark, eftir eina drúgva konsertferð
saman við John Grant. Ásgeir verður við
øðrum orðum í toppformi, tá ið hann
treður pallin leygarkvöldið á G!
Laid Back (DK)
Ein hin kendasti danski bólkurin nakran
tíð, duoin Laid Back, spælir á G! í ár.
Laid Back fingu sítt altjóða gjøgnum
brot við “Sunshine Reggae”, sum lá nr 1
á hittlistunum í 21 londum. Onnur hitt
hjá bólkinum eru m.a. “White Horse”,
“High Society Girl”, “Elevator Boy” og
“Bakerman”, ið Lars von Trier gjørdi
videolagið til, sum m.a. varð kosið at vera
millum 100 bestu videoløgini nakrantíð.
Laid Back hava selt omanfyri 25 mió av
plátum og eru millum kendastu donsku
bólkarnar, og hava harumframt havt
stóra ávirkan á partar av modernaða
electroniska tónleikinum. Laid Back
hava verið virknir síðani 1979 og hava
øll árini havt sítt dagliga virksemi í
egnum upptøkuhølum á Vesterbro.
Bólkurin hevur langtsíðani fingið
kultstatus. Í mai mánaða í ár lótu teir
frá sær eina nýggja útgávu, ið kallast
“Uptimistic Music Vol 1”. Í summar er
bólkurin á eini konsertferð, har eitt av
hæddarpunktunum heilt vist verður, tá
bólkurin leygarkvøldið verður at hoyra í
Grundini á G!.
Sanglötan við Eivör,
Teitur og Konfekt
Tað vera okkara mætasti songfuglur,
Eivör, og fremsti troubadurur, Teitur, ið
fara at standa á odda fyri sanglötuni á
G! í ár. Afturat sær hava tey superbólkin
”Konfekt” við Mikael Blak, Benjamin
Petersen, Una Árting, Per I. Höjgaard
Petersen og Jan Rúna Poulsen. Konfekt
er föroya einasti live-karaoke bólkur og
spælir öll lögini í bossanova stíli. Hetta
ger, at öll lættliga kunnu syngja við.
Sangirnir á skránni vera kendir sangir,
sum eru fólkaogn. Umframt Eivör og Teit
er ein heilur hópur av gestasangarum,
ið fara at syngja sínar egnu sangir.
Nevnast kunnu Finnur Koba, Simme,
Terji Rasmussen, Elin Heinesen, Sámal
Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen.
Sanglötan verður stutt sagt ein tími
við tíðarleysum föroyskum klassikarum
stroyddir við gulli har øll syngja saman í
felag.
Karin Park (SE)
Karin Park vaks
upp í lítlu bygdini
Djura, sum
liggur í myrku
skógunum í
Dalarne í Svöríki.
Frá tí at hon var
5 ára gomul,
sang hon hvönn
sunnudag í
kirkjuni. Sjey ára
gomul fór hon
við foreldrunum
til Japan og
varð send á
missiónsskúla har í trý ár, mestsum inni
í frumskóginum. Har fekk hon høvi
at menna sín egna samleika, uttan
trýst frá meginstreymasamfelagnum,
uttan útvarp, sjónvarp, bløð og
poppmentan. Karin Park slóg fyrst
ígjögnum sum poppari í Noregi, har
hon m.a. var í uppskoti til tvær norskar
tónlistarheiðurslönir: Spellemanssprisen,
fyri ”besta nýggja navn” og ”besti
kvinnuligi poppartistur”. Eisini vann
hon Alarmprisen fyri ”besta nýggja
navn”. Karin Park spælir í dag myrkan
elektroniskan popp. Nýggjasta útgávuna,
“High Wire Poetry”, frá 2012, hevur
Christoffer Berg framleitt - hann er
kendur frá m.ö. The Knife, Fever Ray
og Massive Attack. Röddin hjá Karin
minnir eisini í stöðum um Karen Dreijer
Andersson, í stöðum um Björk og
stundum um Sinead O'Connor, men Karin
hevur kortini sín heilt egna samleika og
dynamikk. Umframt at fáast við tónleik,
so arbeiðir Karin eisini sum model. Hon
hevur harumframt spælt við í filmi, har
hennara tónleikur eisini varð nýttur. Síggj
og hoyr Karin Park fríggjakvöldið á G!
Reptile Youth (DK)
Danski post pop/punkbólkurin Reptile
Youth var víðagitin fyri sínar sera intensu
liveframförslur, langt áðrenn bólkurin
gav nakað út. M.a. vunnu teir sær pláss
á Iceland Airwaves(IS), Reeperbahn
Festival(DE), Montreux Jazz Festival
(CH), Wavves Vienna (AU), Sonic Visions
(LUX), Unit Tokyo (JP), SPOT Festival (DK)
og Roskilde Festival (DK) áðrenn nökur
útgáva var tök. Í fjör gav bólkurin so út
fyrstu flöguna, sum bara eitur ”Reptile
Youth”. Reptile Youth hava nógvan vind
í seglunum uttan fyri DK í lötuni og
teirra vörumerki er framvegis orkufyltar
liveframförslur, sum ösa fólk upp í skúm.
Reptile Youth kunnu upplivast hóskvöldið
á G!
LV & Okmalumkoolkat (UK/SA)
Í samstarvi við Orka koma LV &
Okmalumkoolkat úr Onglandi og Suður
afrika. LV er framtíðarkendur grime
og dub framleiðari úr London, og við
sær hevur hann ein av bestu og mest
umbidnu rapparunum úr Suðurafrika.
Kalla tað framtíðar afro ella skakaðar
kwaito rytmur. Ella set tíni egnu orð á, tá
bólkurin rystir spæliplássið, fríggjakvöldið
á G! 2013
Teitur
Teitur hevur lovað okkum eina heilt
serliga konsert á G! í ár. Hann fer at
framføra stuttligar nýggjar útsetingar
av kendum Teiturløgum, saman við
einum bólki, ið er settur saman til júst
hesa framførsluna. Teitur hevur annars
júst innspælt eina nýggja útgávu undir
heitinum STORY MUSIC, sum verður
at hoyra í September. Teitur spælir
fríggjakvöldið á G!
Eivør
Við fangandi sangskriving, gandakendari
rödd og ovurmáti av karisma, hevur
Eivör lagt Föroyar fyri sínar fötur, sum
fáur annar hevur megnað. Eivör steðgar
tó ikki har, men flytir seg stöðugt innan
tónleikaheimin, bæði stílistiskt og
geografiskt. Altíð á ferð út á nýggjar
víddir. Á G! spælir hon eitt væl samansett
bland av lögum frá mongu útgávum
hennara. Eivör man teljast millum
mest royndu tónleikarar í Föroyum, við
mongum hundraðtals konsertum bæði í
og uttanfyri föroysku landoddarnar og
rúnarbindur hon eina áhoyrarafjöld sum
fáur.
Marius
Ein av teimum, ið hevur gjört mest vart
við seg í, og ikki minni uttanfyri Föroyar
seinasta árið, er Marius Ziska, sum júst
hevur verið á konsertferð í Týsklandi,
Eysturríki og Sveits. Marius Ziska fekk eins
og Benjamin bæði plátu- og bookings
áttmála eftir G! 2012. Nýggja flögan
“Recreation” kom út á Stargazer Records
í Týsklandi, Eysturríki og Sveits. Marius
breyt ígjögnum í Föroyum einans 16 ára
gamal, sum frontmaður í bólkinum Flux,
ið hittaði við lagnum “Mr Headless” í
1999. Síðani er stílurin farin nógv meira
yvir í tað akkustiska og fólkakenda, sum
hevur víst seg at rigga sera væl.
Byrta
BYRTA er nýggja popp-duoin hjá Guðrið
Hansdóttur and Janusi Rasmussen, sum
hevur verið nógv at hoyra í föroyskum
útvarpi seinastu tíðina við lögunum
“Eydnan” og “Loyndarmál”. Guðrið er
frammanundan kend sum solistur, og
Janus sum partur av íslendska electro-
bólkinum Bloodgroup. Tey bæði hittust
í Reykjavík og byrjaðu at arbeiða við
nýggjum lögum saman. Úrslitið varð
BYRTA. Öll lögini eru á föroyskum, íblást
av 80-unum og norðurlendskum poppi og
fyrsta flögan kom út í juni í ár.
Bólkarnir