týsdagur 16. juli 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Juli 2013
14
18.-20. juli
Tjaldingin
Vælkenda Tjaldingin er á sama stað í
ár sum í fjør, við Mortansstovubøin í
Norðragøtu.
Húsvognaøkið
var útselt í fjør, men flytir í ár til
ítróttarøkið í Sarpugerði. Á tann hátt
fæst pláss fyri fleiri vognum eins og
tað gevur møguleikar fyri at veita
betri tænastur, so sum brúsur í nýggja
ítróttarhúsinum hjá Víkingi.
Familjutjalding
Familjur, sum ynskja at tjalda, men sum
vilja hava eitt sindur friðarligari umstöður
enn tjaldingarökið bjóðar, kunnu tjalda
norðanfyri fótbóltsvöllin í Sarpugerði.
Brúsur eru í nýggja ítróttarhúsinum.
Gist í skúlanum
Sum nakað nýtt bjóðar festivalurin í
ár tvinni sløg av gisting í skúlanum
við Gøtugjógv - antin í sovisali ella í
skúlastovu. Hendan gistingin er serliga
ætlað familjum ella tilkomnum, ið vilja
hava eitt sindur meira komfort, enn
tjaldingin kann bjóða, ella sum kanska
ikki hava hug til 24 tímar veitslu á
tjaldingarøkinum.
Tak bátin við
Ein onnur nýggj tænasta í ár er at til ber
at bíleggja tær eitt fast bátapláss við
keiina í Syðrugøtu. So kanst tú eitt nú
liggja útfyri sandinum og njóta konsertir
um kvøldið, og síðani gista umborð við
keiina í Syðrugøtu, stutt frá sandinum. Tú
fært vatn og el íbundið.
Festivalbussar
Bussar koyra pendul ímillum
tjaldingarökið í Norðragötu og
festivalökið í Syðrugötu frá kl 12 um
dagin. Harumframt koyrir bussur eisini
til Leirvíkar einaferð um tíman.Armbond
sum geva atgongd til óavmarkaða
koyring kunnu keypast á tjaldingar
ökinum og í bussinum.
Við bygdaleiðum á G!
Leið 400 hjá Bygdaleiðum koyrir ímillum
Havnina og Klaksvík og steðgar við
Götugjógv. Sí ferðaætlan fyri leið 400.
Náttarbussar koyra úr
Gøtu til Havnar hesar tíðir:
Hósnátt kl. 2.15
Fríggjanátt kl. 2.15 og 4.15
leygarnátt kl. 2.15 og 4.15
Koyrt verður frá
busslummanum í Syðrugøtu
kostnaður 100 kr
Hýruvognar og minibussar
Bil Taxi tel 32 32 32 hevur ein
bíleggingarvogn beint við atgongu
merkjavognin. Teir hava sertilboð í
sambandi við festivalin.
G! Festivalurin hevur víðkað
um gistingarmöguleikarnar í ár