hósdagur 18. juli 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. juli 2013 · Nr. 82
Oddagrein
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
vikuskiftisblaðið
Í blaðnum í dag vísir størsti pen
ingastovnur í landinum á ein
alternativan máta at fíggja Skála
fjarðartunnilin. Í stuttum skulu
Vága- og Norðoyatunnilin vera við
til at bera íløguna í nýggja tunnilin.
Afturfyri kunnu fólk gloyma alt um,
einaferð at koyra ókeypis gjøgnum
verandi undirsjóvartunnlar.
Tann spurningurin festir í fjús
ini, ikki minst lokalpolitiskt í Vág
um og Norðoyggjum. Og hann
reisir eisini spurningin, hvussu tær
400 milliónirnar í almennum parta
peningi í báðum tunnlum skulu
avroknast.
Er
partapeningurin
í hesum føri pengar, sum skulu
fáast inn aftur í landskassan. Ella
er partapeningurin at rokna sum
almenn íløga í alment infrakervi?
Alternativið hjá BankNordik
byggir á, at partapeningurin verð
ur brúktur aktivt – til at byggja út
infrakervið við enn einum undir
sjóvartunnli.
Modellið líkist nógv leistinum,
sum andstøðan á løgtingi hevur
snikkað saman í eitt lógaruppskot
at leggja fram á ólavsøku. Við hes
um leisti hava vit framhaldandi
eitt infrakervi, fult og heilt undir
almennum ræðisrætti.
Men eru vit tá við at flyta
mørkini fyri, nær og hvussu nógv
tað almenna kann loyva sær at
krevja inn frá landsins borgarum?
Er tað í lagi at krevja pengar inn
til eitt endamál, fast samband
um ávíkavist Vestmannasund og
Leirvíksfjørð, fyri síðani at brúka
pengarnar til eitt annað endamál.
Til fast samband undir Skálafjørð
og Tangafjørð, umframt binda
kommunurnar á Skálafjørðinum
tættari saman?
Hetta eru spurningar, sum løg
tingið fær høvi at viðgera, um øll
kort verða løgd á borðið. Væl at
merkja, um politiskur vilji er til
tess. Tað kann ikki vera rætt, at
argumentatiónin í tunnilskjakinum
skal vera merkt av landafrøðiligu
plaseringini hjá avsendaranum.
Vit mugu krevja av okkara
fólkavaldu, at kjakið tekur støði
í, hvat er best fyri føroyska sam
felagið. At politikararnir ikki læsa
seg fastar á annað ella hitt modellið
frammanundan. Men til tess krevst
álit og opinleiki. At øll kort verða
løgd á borðið.
Eisini mugu vit hava yvirskot
til at tosa um, hvørt íløgan í ein
Skálafjarðartunnil nú eisini er tann
besta at gera yvirhøvur. Er hetta
íløgan, sum skapar størsta vøksturin
og framburðin í Føroyum?
Er svarið ja, so mugu vit eisini
hava yvirskot til at tosa um, hvør
avleiðingin av tí útbyggingini eigur
at vera. Er tað tá framvegis besta
loysnin fyri føroyska samfelagið, at
350 milliónir krónur verða brúktar
til at byggja bingjuhavn í Havn?
Tað kann væl vera, at tekniskt
er talan um ymiskar, almennar
pengakassar. Men í einum samfelag
við 48.000 fólkum mugu vit krevja,
at heildin kemur fram um landa
frøðina, tá stórar linjur skulu tekn
ast.
Mugu kjakast um, hvat er
best fyri føroyska samfelagið
Á vestursíðuni á Skotlandi
liggur býurin Ayr, sum
í fólkatali er á stødd við
Føroyar. Í býnum hevur
rockbólkurin
Preacher,
ið varð stovnaður í 2009,
sín heimavøll, og í august
spælir Preacher á Summar
Festivalinum í Klaksvík.
Seinastu
árini
hevur
bólkurin spælt á konsertum
og festivalum kring alt
Skotlandi, og hóast teir
øll hesi árini hava skrivað
og spælt egnar sangir, var
tað ikki fyrr enn í ár, at
teir góvu sína fyrstu fløgu
út. Fløgan kallast Signals
hevur fingið góð ummæli.
Preacher hevur eisini
føroyskt ískoyti, tí Her
borg Hansen, sum er úr
Klaksvík, syngur kór í
bólkinum. Herborg gongur
á tónleikaskúla í Ayr, og
hon var biðin um at koma
við í bólkin at syngja kór
saman við tveimum øðrum
kvinnuligum
sangarum.
Kvinnukórið setir veruliga
dám á live-framførslurnar
hjá bólkinum.
Skotskur rockur
til Klaksvíkar
Øll tunnilskort á borðið
Mikudagin kl. 14 verður
fyrsta almenna sýning av
tónleikaævintýrinum “Veiða
vind” á Karavella Marionett-
Teatri. Sýningarnar verða á
gamla Náttúrugripasavnin
um.
Fleiri túsund føroysk og
íslendsk børn hava upp
livað søguna saman við stór
slignum symfoniorkestri, og
nógv hava eisini lisið bókina,
men enn hevur ongin sæð
livandi persónar spæla hana.
Tann 24. juli fáa føroysk
børn møguleika at síggja
lítlabeiggja fara út at veiða
vind og møta ævintýrunum
í hugaheimi sínum. Tey hitta
stórabeiggja og systir, sum
eru um hann, uttan at hann
varnast tað. Drekin fer at
flúgva um pallin, alt meðan
vakri tónleikurin hjá Kára
Bæk spælir undir.
Í 2011 spældi Føroya Sym
foniorkestur
fyrstu
ferð
tónleikaævintýrið á barna
konsertunum í mai. Verkið
var bílagt frá tónasmiðinum
Kára Bæk og høvundanum
Rakel Helmsdal og Janus á
Húsagarði var síðani biðin
at gera myndir til søguna.
Bókin við søgu, myndum og
fløgu við tónleikinum kom
út á Bókadeildini um sama
mundi. Í mai í ár varð verkið
framført í Hørpu av íslendska
symfoniorkestinum, og bók
in kom út á íslendska For
lagnum.
Hetta er triðja leikverk hjá
Karavella Marionett-Teatri,
sum Rakel Helmdal setti á
stovn í 2011. Rakel Helmsdal
hevur skrivað leikrit og er
marionettførari.
Hedvig
Westerlund-Kapnas
hevur
leikstjórnað.
Sýningarnar verða frá 24.
juli til og við 27. juli kl. 14 og
16.
Veiða vind undan ólavsøku
Beiskt
at sita
heima
Boban Ilic
Síða 8-9
Verðin
er vøkur
og góð
Maria á Lakjuni
Síða 10
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo