hósdagur 18. juli 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. juli 2013 · Nr. 82
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað er ein harmur Boban Ilic,
ið gongur runt í føroyska
regninum, meðan flogbólts
leikararnir, ið hann er venjari
hjá, spæla oyggjaleikir á
Bermuda.
– Eg veit ikki reiðiliga,
hvat hendi. Vit søktu um visa
einar seks-sjey vikur framm
an undan, men vit hoyrdu
einki aftur, sigur Boban Ilic.
Tá nakrar vikur vóru
farnar, og einki frættist frá
World Bridge í London, ið
umsitir pappírsarbeiðið fyri
enska uttanríkisráðið, royndi
Flogbóltssambandið at seta
seg í samband við fyritøkuna.
Men tað var lættari sagt enn
gjørt.
– Skipanin virkar soleiðis,
at tað ber ikki til at ringja
til World Bridge. Tí mátti alt
samskifti fara fram umvegis
teldupost, sigur Boban Ilic.
Men hóast roynt var
dúgliga at koma í samband
við World Bridge, eydnaðist
hetta ikki.
So hendi tað, at stjórnin
á Bermuda gjørdi av, at ikki
var neyðugt við visa, fyri at
sleppa við til oyggjaleikirnar,
men hesi boð komu tó í
seinna lagi.
– Vit fingu hetta at vita
ein ella tveir dagar undan
fráferð, og tá var ov seint at
fáa passið hjá mær aftur til
Føroya, sigur Boban Ilic.
Saman við umsóknini um
visa mátti eisini passið hjá
Boban fylgja við til London,
og tá tað gekk so long tíð at
fáa eitt svar, vóru vánirnar
fyri at fáa passið aftur eftir
so stuttari tíð ringar.
– Eg havi so ikki fingið
passið aftur enn, staðfestir
Boban Ilic, tá vit tosaðu við
hann í gjár, hósdag.
Beiskt
Føroyingarnir hava ikki fyri
neyðini at søkja um visa í
London, men Boban Ilic er
ikki ES-borgari.
– Eg havi serbiskan borg
ararætt, og tí mátti eg søkja
um visa hjá sendistovuni í
London. Og av tí sama var
heldur eingin møguleiki at
fá nýtt, fyribils pass, í einari
handavending, tá vit fingu at
vita, at ikki var neyðugt við
visa, sigur Boban Ilic.
Hann heldur, at tað hevði
tikið í minsta lagi tríggjar
oyggjaleikir uttan boban
Tað kom bæði óvart á og illa við, at bretski útveitarin, World
Bridge, ikki læt frætta frá sær, tá Flogbóltssambandið søkti um
visa til Bermuda fyri landsliðsvenjaran, Boban Ilic. Úrslitið var,
at hann sat eftir, tá føroyska oyggjaleikaliðið fór avstað
í føroyum
Boban
sat eftir
Umboð fyri uttanríkisráðið ønti ikki aftur
Leo Poulsen
Jákup Fjallsbak, formaður í
Flogbóltssambandi Føroya,
sigur, at teir hildu seg vera
í góðari tíð við at søkja um
visa til Boban Ilic.
– Tað vóru einir tveir til
tríggjar mánaðar áðrenn
oyggjaleiirnir byrjaðu, at vit
fóru undir at útvega Boban
Ilic eitt visa til Bermuda, og
tað hildu vit var í ríkiliga
góðari
tíð,
sigur
Jákup
Fjallsbak.
Men tað skuldi vísa seg
at vera meira enn vanliga
trupult at fáa visa útflýggj
að.
– Tað var ógvuliga trupult
at fáa eitt gott og flótandi
samskifti
við
bretska
uttanríkisráðið. Ella rættari
sagt felagið World Bridge, ið
umsitir alt pappírsarbeiðið
fyri uttanríkisráðið, sigur
Jákup Fjallsbak.
Tað vísti seg at vera
meira ella minni ógjørligt at
fáa samskifti í lag umvegis
telefon.
– Vit hava so bert sam
skift við teir umvegis teldu
post, sigur Jákup Fjallsbak.
Burokratiið er ein tung og
seinfør kvørn, og tað skuli
vísa seg, at tá svarið kom
langt um leingi, varð Boban
Ilic noktað visa.
– Orsøkin var, at vit ikki
høvdu søkt um re-entry
visa, og tað er neyðugt, fyri
at sleppa av Bermuda aftur,
sigur Jákup Fjallbak.
Ov seint
Boban Ilic var annars niðri
hjá World Bridge 4. juni og
læt fingramerki og dna.
– Vit fingu einki at vita
um, at vit eisini skuldu søkja
um re-entry visa til antin
USA, Kanada ella Bretland,
fyri at fáa visa til Bermuda.
Og tað var við teirri grund,
at Boban Ilic var noktað visa,
sigur Jákup Fjallsbak.
So hendi ein kúvending í
málinum.
–
So
vísti
tað
seg
knappliga, at flogfarið hjá
Atlantsflog fekk eitt undan
tak frá visa reglunum, og so
var ikki longur tørvur á visa,
sigur Jákup Fjallsbak.
Men so tók ein annar
trupulleiki seg upp.
– Nú var stórt sæð nóg
mikið at vísa passið, fyri at
– Vit hildu okkum vera í góðari tíð, men 8-10 vikur
skuldi vísa seg ikki at vera nóg mikið, sigur Jákup
Fjallsbak, formaður í Flogbóltssambandi Føroya
Ein trupul og tvørskilt støða