hósdagur 18. juli 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. juli 2013 · Nr. 82
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Seinastu
vikurnar
hevur
vøkur barnarødd verið at
hoyrt
syngja
føroyskar
sangir við føroyskum løgum.
Talan er um ellivu ára gomlu
Mariu á Lakjuni í Fuglafirði.
Sangirnir eru av fløguni
“Vøkur er verðin”, sum verður
at fáa til keyps kring landið
nú mánadagin.
Maria er dóttir Martu og
Eyðun á Lakjuni í Fuglafirði.
Í sínum dagliga yrki eru tey
bæði upptikin av sangi og
tónleiki, og tað er sum vera
man smittað á næsta ættar
liðið.
Niclas Johannesen hevur
produserað fløguna. Hann
hevur eisini yrkt og sett løg
til, og so spælir hann fleiri
ljóðføri. Saman við honum
eru fleiri av bestu føroysku
tónleikarunum og eisini ís
lendskir strúkarar og altjóða
kendur
amerikanskur
trummuspælari.
Eyðun
Eyðun á Lakjuni eigur fløgu
projektið, og hann greiðir
soleiðis frá um dreymin, sum
nú er vorðin til veruleika:
– Tónleikur hevur altíð
fylt nógv í mínum lívi, og
heilt frá barnsbeini hevði eg
eitt brennandi ynski um og
tráan eftir at fáast við tón
leik. Tað hevur í hvussu er
eydnast á tann hátt, at eg í
mong ár bæði havi undirvíst
í tónleiki og verið kórleiðari
– og so spæli eg eisini nakað.
Haraftrat havi eg leingi tikist
eitt sindur við at skriva løg.
Kortini havi eg ongantíð
veruliga givið nakað út hjá
mær sjálvum, sjálvt um tann
hugsanin eisini onkuntíð
hevur nomið meg. Tí er tað
mær ein frøi – saman við
dóttur okkara, Mariu, at geva
hesa fløgu út. Tíðin rennur
avstað, og eg hugsaði, at skal
tað vera, so skal tað vera nú,
meðan hon enn hevur sína
barnarødd. Maria er 11 ár,
sigur Eyðun á Lakjuni, og
hann heldur fram:
– Eg haldi, vit kunnu siga,
at temað á fløguni er lætt og
ljóst. Vit hava lagt okkum
eftir, at tað skal vera ein posi
tivur andi yvir henni, og eg
vóni, at tað hevur eydnast.
Í fløguhúsanum ber til
at lesa tekstirnar og søguna
um løgini. Har verður aftur
og aftur undirstrikað, at tað
at yrkja og smíða sangbar løg
trívst væl millum føroyingar.
Eyðun á Lakjuni eigur sjey
løg, og henda søgan sigur, at
tað kann ganga skjótt fyri
seg:
– Seinast í juni mánaði í
2009 framførdi 6. flokkur í
Fuglafjarðar skúla ein barna
sangleik í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði. Leikurin hevði
heitið "Ein varmakeldunátt",
og tað var Frits Johannesen,
ið hevði skrivað tekstin,
og Eyðun á Lakjuni gjørdi
so tónleikin. Tríggir sangir
frá leikinum eru við á hesi
útgávu. Hóast bæði løgini
á opnuni her eru ógvuliga
ymisk, so eru tey kortini
skrivað sama dag, nevnliga
4. februar 2009.
Maria
Ellivu ára gamla Maria heils
ar okkum við hesum orðum:
– "Vøkur er verðin" er heit
ið á hesi fløguni, og tí kann
eg av sonnum taka undir við.
Verðin, sum eg havi upplivað
hana, er so avbera vøkur
og góð. Eg havi so nógv at
gleðast um og at vera takk
som fyri. Eg gleðist yvir, at
eg fekk loyvi at vera barn
í Føroyum, sum tann eini
sangurin á fløguni sigur - at
mín vakra verð hevur verið
her heima í Føroyum. Men
eg havi eisini so nógv annað
gott, eg gleðist um - míni
foreldur, mítt heim, míni
systkin, ommur og abbar,
alla mína familju og ikki
minst mínar vinir. Eg gleðist
yvir øll tey, sum eru góð við
meg – og eisini um tey, sum
eg fái loyvi at vera góð við.
Eg ynski at takka Gudi fyri
alt hetta!
– Eg fegnist eisini um, at eg
– eins og øll onnur menniskju
– havi fingið gávur, eg kann
brúka at gleða onnur við.
Tí er tað mær eisini ein stór
æra at sleppa at geva hesa
fløgu út og syngja nakrar
sangir fyri tykkum. Tað hev
ur verið sera stuttligt og
spennandi fyri meg at vera
við í hesum. Eg má takka
mammu og babba fyri, at
tey settu hetta í verk fyri
meg, og so má eg eisini takka
Niclasi
Johannesen,
sum
hevur produserað fløguna.
Góði Niclas, tú ert ordiliga
fittur og tolin, og eg haldi, at
tú dugir ótrúliga væl. Babba
sigur, at tú ert genialur! Takk
til tykkum øll, sum tíma at
lurta eftir fløguni. Eg kundi
so væl hugsað mær, at mi-
omma, sum eg jú eiti eftir,
eisini hoyrdi hana, men hon
doyði tíverri longu, tá eg var
4 ár. Eg fari at ogna fløguna
minninum um hana, sigur 11
ára gamla Maria á Lakjuni.
Maria ognar Miommu
nýggju og ljósu fløguna
11 ára gamla Maria syngur á
fløguni, sum pápin, Eyðun á
Lakjuni, leingi hevur droymt um,
og sum nú er vorðin veruleiki við
12 løgum, har allir tekstirnir og
øll løgini eru upprunalig føroysk
Maria ljós og glað – sum fløgan!
Myndirnar í fløguhúsanum hava Amy & Edna tikið
Maria og Eyðun á Lakjuni við klaverið, har sjey
av løgunum eru komponerað (privat foto)