Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juli 2013 · Nr. 82 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Triðja ólavsøkukabarett hjá The Magnificent Seven Hetta er triðju ferð, at tær seks seta upp ólavsøkukabarettina. Fyrstu ferð var í 2008 og aðru ferð í 2010, og tá vóru tær sjey. Talan er ikki bert um teir somu seks leikararnar, men eisini um somu tónleikarar, sum nú fyri triðju ferð skulu undirhalda folki á ólavsøku Leo Poulsen Tær kunnu upprunaliga kall­ ast »The Magnificent Seven«, men nú er Tjóðhild Paturs­ son tó ikki við á palli. – Eg havi fyri ikki so langari tíð síðani átt, og so ber ikki so væl til at vera á palli. Eg royni tó at hjálpa til hesaferð sum framleiðslu­ stjóri, og tað krevur eisini sína kvinnu, sigur Tjóðhild Patursson. Tær førdu hugskotið um ein reint kvinnuligan leikara­ hóp út í lívið í 2008. – Tá kendust vit als ikki allar. Eg og Marita vóru staddar í Litava, tá Rakul skype'aði til okkum og spurdi, um vit ikki skuldu fara at taka okkum saman og gera ólavsøkukabarettina, sigur Mariann Hansen. Og tað endaði við, at tær seks, Mariann Hansen, Rakul Thomsen, Marita Svartá, Durita Dahl Andressen, Lisa í Dali og Barbara Hentze í Stórustovu og so Tjóðhild Patursson, sum ein reint kvinnuligur bólkur, stóðu fyri ólavsøkukabarettini tað árið. – Hetta var ein roynd fyri at vita, um tað yvirhøvur bar til. Talan var um eina meira tju-bang kabarett, haldi eg, sigur Rakul Thomsen. Hetta gav teimum mót upp á at royna seg aftur, og tað hendi so í 2010. – So var tað hetta, at eingin kabarett var í fjør, og longu í august byrjaðu vit at samskifta. Tað bar ikki til, at eingin kabarett skuldi vera annað árið á rað, og vit vóru allar við upp á tað, sigur Lisa í Dali, ið er tann einasta, ið býr í Føroyum til gerandis. Tær hildu sambandið við­ líka, og tosaðu saman aftur á jólum og síðani aftur á páskum. Og tær vóru fram­ vegis allar við upp á eina ólavsøkukabarett. – Vit hittust so fyrstu ferð mánadagin 1. juli, og hava so koyrt líka síðani. Nú eri eg tann einasta, ið búgvi í Før­ oyum, men tað er bara fínt at fáa ein annan vinkul upp á tað, sum hendir, sæð við útisetaeygum, sigur Lisa i Dali. Mariann Hansen lesur sjónleik í Íslndi, meðan hinar fýra lesa í Danmark. Sjálsamur bólkur Tær eru samdar um, at tær fungera sera væl saman, og at tær hava serligar styrkir hvør sær. - Størstu málini eru tey truplastu at seta fokus á. Sum til dømis makrelmálið, stjórar við gyltum lógvataki og tunlar, sigur Mariann Hansen. Men eisini onnur evni verða havd á lofti. Vanligi føroyingurin, yms­ ar typur og stættarmunurin er eisini nakað, ið nomið verður við, sigur Rakul Thomsen. Tey hava nógv tilfar sum er, so spurningurin verður helst um at skera niður. – Tað er altíð onkur nýggj­ ur tunnil, sum er aktuellur til eina ólavsøkukabarett, og politikararnir fáa eisini sítt, serliga samgongan, sigur Durita Andreassen. Enn hevur kabarettin ikki heilt tikið skap, men tær satsa upp á, at hon fer at vara í ein góðan tíma. Leikstjóri er Súsanna Tór­ garð, og hon er sera væl nøgd við leikarahópin. – Tað er stuttligt at koma inn í ein bólk av kvinnum, sum eru so seriøsar, og tað er sjálsamt, at fáa ein bólk av kvinnum, sum eru so skap­ andi og kreativar, sigur Súsanna Tórgarð. Kabarettin byggir rætti­ liga nógv á tónleik og dans. – Tað er hugaligt at síggja, hvussu høgt kvinnurnar ganga upp í koreografiina, sum Kristina Ougaard Sør­ ensen, stendur fyri, sigur Súsanna Tórgarð. Talan verður um eitt rætti­ligt show, tá ólavsøku­ kabarettin fer av bakka­ stokki. - Tað er sjálsamt at fáa ein bólk av so ymiskum kvinn­ um, ið arbeiða so væl saman, sigur Súsanna Tórgarð. Nógv venjing Nakað av tilfari sigur seg sjálvt, men tað mesta er fingið á pappír, eftir at tær seks hittust til fyrsta brain­ stormið 1. juli. – Vit hava vant intenst hvønn dag higartil frá klokk­ an 10 á morgni til 17 seinna­ part. Men nú verður so skrúvað enn meira upp fyri venjingini, tí nú fara vit at venja frá klokkan 10 og so langt út á kvøldarnar, sum vit orka, sigur Durita Dahl Andreassen. Allar hava tær røtur í ama­tørsjónleiki og í Sjón­ leikar­húsinum. – Tað er ein dreymur at standa á pallinum í Sjón­ leikarhúsinum, slær Mariann Hansen fast. Í einari kabarett hevur tú lov at siga alt um øll. – Men tað liggur eisini ein ábyrgd í at kunna siga alt tað, ið okkum lystir, vísir Barbara Hentze í Stórustovu á. Men tær seks ætla annað, enn bert at fáa áskoðarunum ein bíligan látur. – Vit ætla at leggja okkum nógv eftir, at fáa áskoðaran at hugsa, og vit royna at spæla upp á nógvar streingir, sigur Mariann Hansen. Enn er góð vika eftir at venja í, og fyrst í komandi viku fer kabaretti rættiliga at fáa skap. Miðað verður eftir, at hava frumsýning fríggjakvøldið 26. juli klokk­ an 20. Síðani verður spælt tvær ferðir um dagin, klokkan 18 og 20, fram til 30. juli, siga tær seks, sum í ár manna ólav­ søku­kabarettina. Marita Svartá, Rakul Thomsen og Lisa í Dali í einari av sketsjunum - men ikki eitt orð um, hvat hon snýr seg um Mynd: Álvur Haraldsen Mariann Hansen og Durita Dahl Andreassen. Grumpy Old Men, kanska Mynd: Álvur Haraldsen