hósdagur 18. juli 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. juli 2013 · Nr. 82
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Jørgen á Nesi: Burturf
Tað er eingin ivi um, at tørvur er á at savna saman tað tilfar sum finst um teir “gomlu, góðu” útróðrar
mennininar, har Jørgen á Nesi var ein. Í hesum partinum verður trivið í nakað av hansara søgu
Óli Jacobsen
2. partur
Við sínum nógvu børnum eigur
Jørgen ein hóp av eftirkomarum.
Ein abbadóttir er 96 ár gamla Hjørd
is Háberg í Havn. Hon hevur greitt
frá ommuni, og hvussu tað gekk til,
tá ið omman og abbin skuldu fáa
hvørt annað:
Omma æt Katrina Sofía og
var norðan av Syðradali. Hon var
bóndadóttir, og abbi var bara van
ligur fiskimaður, so foreldur henn
ara vildu ikki, at hon skuldi giftast
við honum. Abbi hevði tríggjar
systrar, sum vóru giftar har norðuri
á Kalsoynni, og var hann ofta har
norðuri og vitjaði systrarnar. So
onkuntíð, tá hann hevur verið har
norðuri, hava tey nokk avtalað,
nær hann skuldi koma eftir henni.
Telefon var jú eingin. Hann fór so
við róðrarbáti eina nátt norður. Hon
tænti tá hjá prestinum á Viðareiði,
so hann mátti heilt norður til
Viðareiðis eftir henni. Onkur vildi
vera við, at prestur hjálpti henni,
so har stóð hon klár á lendingini
við eini kistu, har hon hevði øll síni
ting í.
Eg minnist, at kistan stóð uppi
á loftinum hjá okkum har heima
í Magnus Heinasonargøtu. Pápi,
Jógvan, sonur Jørgen, hevði hana
við klæðum, tá hann fór til skips.
Inni í lokinum stóð eitt árstal
skrivað. Eg haldi tað var 1784, men
tað er tíverri málað útyvir tað. Nú
stendur henda góða kistan hjá
mær.
Jørgen og Katrina Sofía giftust
so í Nes kirkju 22. juli 1862. Hann
var 21 ára gamal, og hon var 22 ár.
Tey hildu stórt brúdleyp, men á
Syðradali vóru tey so ill, at eingin
vildi koma í brúdleypið. Men tað
rættaði seg eftirhondini, tí eg haldi
at okkurt av børnunum blivu upp
vaksin har norðuri. Tey fingu eisini
heili 11 børn, sum komu til.
Abbi misti pápa sín, tá hann
var 14 ára gamal. Hann var einasti
sonur og mátti tí sum hálvvaksin
drongur taka við sum húsfaðir.
Sum 17 ára gamal var hann við
á eini vandaferð eftir lækna suð
uri í Havn. Dóttir Pryde prest var
vorðin sjúk, og menn vóru bidnir
um at fara eftir lækna. Veðurlík
indini hava ikki verið góð henda
morgun 26. september 1857, men
stórur bátur við 8 monnum fór
av Nesi til Havnar. Læknan fingu
teir í øllum góðum umborð, men
á heimferðini umkomust 6 mans.
Ein genta á landi sá tilburðin. Ov
lítið av fólki var eftir á Nesi, so tað
mátti sendast boð út á Toftir. Men
tá toftamenn komu á staðið, sótu
bert 3 mans eftir á kjøli og vórðu
bjargaðir: Læknin, abbi og ein sum
æt Justines. Abbi, sum dugdi væl at
svimja, hevði hjálpt hinum báðum
uppá kjøl.
Jørgen var brandur
Kelda til restina av hesi frásøgn er
Olaf Petersen, ættaður úr Saltnesi
og kendur lærari á Argjum:
Kathrina Sofía og Jørgin búðu
uppi á Gørðum alla ævi sína og
fingu ein stóran barnaflokk, 8 synir
og 3 døtur. Jørgin var óivað ein góð
ur sonur, maður og faðir.
Jørgin á Nesi var í seinri helvt av
19. øld ein væl kendur maður. Serliga
sum dúgligur útróðrarmaður, og var
óivað eisini skilamaður á sjónum.
Men hann bar orð fyri at leggja
nógv fyri, sum mangur føroyingur
gjørdi – og farið var bert í bát við
árum og segli.
Tá vórðu nesmenn, sum føroy
ingar flestir, allir við stórum bátum
um háveturin og til várróður, men
um summarið róðu teir út við
smærri bátum. Tá ið várróðurin
var fyri, róði Nesbáturin sum oft
ast norð á hav. Tá ið farið var, og
tað viðraði, vóru teir heila viku
frá húsum og avreiddu teir fiskin,
sum tað best lá fyri. Sum oftast
avreiddu teir á Húsum og ofta í
Vík. Í hesum bygdum hevði Jørgin
nógv skyldfólk og kenningar, sum
hann og bátsfelagir hansara kundu
støkka inn á gólvið hjá og fáa sær
eina hvíld.
Ein morgun komu teir til Víkar
og ætlanin var at fara norð á hav.
Jørgin fór inn á Kýrheyg at fáa
teimum upp í kaggan. Húsmóðirin
Elin var á fótum. Hon skuldi siga
við hann: "Nú systkinabarnið, tit
fara ongan veg í morgun, tit eru alt
ov seinir á sjóvarfallinum, líkindini
eru heldur ikki góð, og okkara menn
eru langt síðani farnir".
Sáttligur, sum Jørgin altíð var,
segði hann bert: "Vit ætla at rógva
norð um Víkarnes og hyggja, hvussu
líkindini eru".
Teir fóru so, men illveðursdagur
varð. Víkarbátarnir komu aftur í
øllum góðum, men teir longdust
mikið eftir Nesbátinum, tí hann
øtlaði nógv veðrið á landnyrðingi.
Nesbáturin var tann síðsti báturin
inn gjøgnum Eiðisflógvan tann
dagin, og menn undraðust, hvussu
fremmandi bátur skuldi koma. Jú
teir høvdu bæði sett og fingið lín
una aftur í bátin í øllum góðum og
eisini fingið væl av fiski. Fiskin av
reiddu teir á Selatrað og so aftur á
Nes.
Um summarið, tá ið róð var við
smábáti, og synir hansara vóru
komnir so mikið til, at teir kundu
koma við á bát, róði Jørgin mest
út við teimum. Hvussu langt hann
fór bara við 4 synum sínum hevur
verið greitt frá í Dimmalætting í
apríl mánað í 1960, tá ið Jóannes
sonur hansara fylti 90 ár, og Jóhan
Højgaard hevði havt eina samrøðu
við Jóannes.
Har segði hann frá einum út
róðrardegi. Teir settu línuna suðuri
undir Stóru Dímun. Meðan línan
stóð, løgdu teir at landi. Dánial og
Dávur, sum tá vóru á 14. og 12. ári,
fóru niðan á oynna at síggja seg
um, meðan Ólavur og Jóannes, sum
vóru yngri, fóru bert niðan á bak
kan. Tá ið teir høvdu fingið línuna
aftur í bátin, og tað ikki var sjóðað
norð um fjørðin, lógu teir nátt í
Skúvoy.
Postflutningur
At tíðin er nógv broytt við sam
ferðslu og postsambandi prógvar
ein onnur ferð. Jørgin var biðin at
fara til Klaksvíkar við einum brævi
og hava skrivligt svar aftur við sær.
Hann fór við synum sínum við báti
norður fyri Bjørg. Teir høvdu snøri
við. Komnir norð á Gøtubogar, fóru
teir at dyrgja eftir upsa og fiskaðu
rættuliga væl. Veiðuna avreiddu
teir í Klaksvík, meðan teir bíðaðu
eftir svari. Tá ið teir høvdu fingið
brævið, fóru teir suðuraftur. Ikki
mundi Jørgin halda tað hasta við
brævinum, tí hildu teir á suðurferð
ini út um Larvassagrynnu at fiska,
og tá ið vestfallið kom aftur, fóru
teir inn til Havnar við brævinum,
og avreiddu hesa seinru veiðuna í
Havn.
Stóran barnaflokk
Synirnir Dánjal og Dávur búsett
ust á Nesi. Dánjal hevði konu úr
Vestmanna, hon æt Lena Haldan
sen. Dávur giftist inn á Kvíggjar
heygg. Kona hansara var Maria
Magnussen. Ólavur, Jóannes og
Emil settu búgv í Æðuvík. Ólavur
hevði konu úr Niðristovu á Toftum,
hon æt Daniella Johannesen. Kona
Jógvan Næssaa, pápi Hjørdis, og mamman Elisabeth, ættað úr Sumbæ
Abbadóttir Katrinu Sofíu og Jørgen, Hjørdis Háberg, situr á kistuni
omman hevði við sær, tá ið hon varð burturflutt av abbanum