hósdagur 18. juli 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 82 · 19. juli 2013
2
VIKUSKIFTI
Nógv hevur verið tosað um, at Føroyar í
2019 skulu hava oyggjaleikirnar. Tað ljóðar
spennandi og mennandi fyri Føroyar at
hava eitt so stórt tiltak, men skulu vit hava
oyggjaleikirnar, so skulu vit eisini hava
teir bestu oyggjaleikirnar nakrantíð!
Í hesum døgum eru oyggjaleikirnir á
Bermuda, sum ikki er størri enn Sandoyggin,
men avlong, so tað er væl longri at koma
úr einum enda í annan. Her eru fleiri
tíggjutúsundtals ferðafólk, sum sóla og
hugna sær á oynni, meðan eini 1.500
ítróttarfólk eru komin til sjálvar leikirnar.
Men tað merkist næstan ikki, at leikirnir
eru her, tí her er jú so nógv annað.
Verða Oyggjaleikirnir í Føroyum í 2019,
so fara sjálvandi øll í Føroyum at vita av tí,
men eitt nú her á Bermuda halda samfelagið
og gerandisdagurin fram, fyri tað um okkurt
kanska ikki hepnast til fulnar. Verri verður
í Føroyum, tí skuldi okkurt gingið galið,
vildi tað verið næstan landaskomm.
Tí er týdningarmikið, at vit brynja okkum til
at hava bestu Oyggjaleikirnar nakrantíð, um
vit skulu hava teir. Og tað er týdningarmikið,
at alt fyrireikingararbeiði er í góðum hondum,
og at ongin íðkari, hjálpari, liðleiðari ella
áskoðari verður sleptur upp á fjall.
Allir íðkarar skulu hava eina góða
song og góðan mat. Á Bermuda hevur
hesin parturin millum annað haltað hjá
flogbóltsspælarunum, men tað má og skal
ikki henda í Føroyum. Gamaní, kunnu vit húsa
summum av gestunum í onkrum skúlum,
men framvegis skulu sengur verða til øll.
Alt skal samlast á einum stað, so tí eigur
Havnin í eina viku at verða tillagað leikunum,
og at bussar koyra til tey pláss, har kappast
verður. Onki er so strævið fyri íðkarar, áskoðarar
og fjølmiðlar, sum at sita í bussi í tímavís. Hesi
fólkini koma ikki til Føroyar fyri at ferðast, tí
tað kunnu tey sjálvi finna útav, tá tey hava frí.
Skjótt, gott og álítandi internet er eitt
ófrávíkiligt krav, so bæði fyriskiparar, íðkarar og
miðlafólk fáa tann tørvin nøktaðan. Er hetta eitt
krav í dag, verður tað ikki minni eitt krav í 2019.
Fyri uttan veðrið, so kunnu vit í allar mátar
yvirhála Bermuda, uttan at nakað nevnivert
eigur at verða at fílast á. Vit hava møguleikan
at hýsa øllum á einum stað, uttan at fólk
skulu í eyst og vest, sum vit hava upplivað
tað aðrastaðni og sum bara virkar tarnandi.
Skulu vit hava oyggjaleikirnar, so skulu vit
eisini hava teir bestu nakrantíð. Megna vit at
savna leikirnar á einum stað, so fólk sleppa
undan at ferðast so nógv, verða leikirnir
í 2019 ein vinnari, ið ikki verður tikin.
Oyggjaleikir – men ikki í eyst og vest
Hvussu troyttur ert tú?
Tórður Mikkelsen er altíð til reiðar mikrofonini. Helgi Winther Olsen var ikki meir enn komin
á mál, so kom fitti og fryntligi maðurin við mikrofonini rennandi. Eru íðkarar troyttri undir
vanligum umstøðum, so eru teir óvanliga troyttir í hitanum á Bermuda.
Geisp!
Ikki øll vóru eins áhugaði, tá setanin var. Hon hevur fyrr verið drúgv, men í ár var nú ikki so
gali. Tey flestu hugnaðu sær og klappaðu, tá teir ymsu íðkarnir komu inn. Men tað var ikki
nokk fyri henda lítla drongin, sum børn flest, so er hann ósmæðin at geva sína meining til
kennar. – Eg tími ikki at bíða, kunnu leikirnir ikki bara byrja, tykist hann hugsa.
Av av!
Eitt er at renna 10.000 metrar í nógva hitanum
á Bermuda. Eitt annað er at renna kapp í
10.000 metrar í hitnum á Bermuda. Men eitt
heilt triðja er at renna 10.000 metrar í nógvum
hita á Bermuda og hava eitt stórt sár undir
fótinum og koma á mál sum nummar trý!
Suni í øðini
Tað var ikki at standa fyri, tá
øði kom í flogbóltslandsliðið
hjá monnum. Tað gekk illa við
dømingini og tað sást aftur á
vøllinum, tá føroysku spælararnir
ikki kláraðu at hava tamarhald á
sær sjálvum í øllum hitanum.
Her er Suni Juul Pedersen so óður,
at hann umframt at senda bóltin
ígjøgnum gólvið hinum, eisini hálar
alt netið sum tað er við sær.
Millimetrar
frá gullinum
Øssur Debes Eiriksfoss var bara millimetrar frá
at fáa gullið í hæddarlopi. Hann vann silvur og
setti met við 2.01 metrum. Hann var í harðari
kapping við lokalan íðkara, sum eisini kláraði
2.01, men tíverri fyri okkum upp á nærri royndir.
Sum myndin vísir, so var hann bara millimetrar
frá at klára 2.04. Tað verður næstu ferð!
Tróndur Arge
trondur@sosialurin.fo