Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-18, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 82 · 19. juli 2013 10 VIKUSKIFTI Bermuda Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Tað ljóðar, sum onkur hevur blandað ítróttargreinarnar og londini saman. Føroyar og strandaflogbóltur hoyrir líka nógv saman sum ein bobsleta og Jameika. Øll kenna søguna um seinna parlagið, ið bleiv filmatisera í filminum »Cool Runnings«, tá Jameika luttekur á vetrar OL í 1982. Nú hevur Føroyar luttikið í stranda­ flogbólti og úrslitini vóru als ikki so vánalig, sum tey kundu havt verið. Kvinn­urnar fingu ein ordans umgang í fyrsta settinum í fyrsta dystinum, tá tær taptu 21-3, men tað gekk skjótt, so vóru tær á hædd við flestu av hinum liðnum. Tað var sama var galdandi fyri menninar, sum saman við kvinnunum komu í fjórðingsfinalurnar. – Bæði vit og kvinnurnar fingu stórt rós frá fyriskiparum og dóm­ ar­um. Tey høvdu ilt við at trúgva, at hetta var fyrstu ferð, at vit spældu stranda­flogbólt, sigur Jens Heri Bolstad Mortensen, sum var annar av føroysku spæl­arunum hjá monnunum. Hetta er fyrstu ferð at Føroyar eru við í eini slíkari kapping og vit hava heldur ikki nakra siðvenju í at spæla stranda­ flog­bólt. Tí er tað einki at siga til, at fyri­reikingarnar hava verið torførar fyri før­oysku strandaflogbóltsspælararnar. – Ásannast má, at tað er ikki lætt at spæla móti liðum, ið dagliga leika stranda­flogbólt, og hava sersambond, ið taka sær av venjing av liðunum, og lut­taka í kappingum kring heimin, stað­ festur Jens Heri, sum saman við hinum hevur vant á Gøtusandi. FM í strandaflogbólti Tað bleiv ikki til nakað FM í stranda­ flog­bólti í ár. Tað var annars upp á tal, men heldur bleiv tað til eina úttøku­ kapping, har Jens Heri Bolstad og Alex Troleis vunnu hjá monnunum, og Guðrið Syderbø og Lena Í Buð vunnu hjá kvinnunum. Spurningurin er um tað ber til at hava eitt árligt FM í strandaflogbólti í Føroyum. Vit hava ikki altíð veðrið við okkum, men umstøðurnar fylla lítið og tí er møguelika at spæla tað inni. Tað skulu eisini bara tveir spæl­arar til at manna eitt lið, so her er møgu­leiki fyri kapping. Vit síggja í øðrum ítróttar­ greinum, at tað minkar við feløgum og færri eru at kappast. – Eg trúgvi at tað ber til. Vit skulu bara skipa okkum fyrst og finna útav hvussu vit skulu gera, sigur Jens Heri. Tankin hevur verið uppi at venda. Lítil ivi er um, at tann tankin kemur aftur upp at venda. Framtíðin Strandaflogbóltur verður við aftur á Jersey um tvey ár. Tað er ongin ivi um at føroysku liðini nú hava betri møgu­ leikar at betra um umstøðurnar og venj­ingarnar. – Strandaflogbóltur verður við aftur á Jersey í 2015. Tað er ongin ivi um, at vit til ta tíð hava fleiri royndir, og fara at gera okkum galdandi, sigur Jens Heri. Føroyar stríðist fyri at fáa Oyggjaleikirnar í 2019. Hóast vit ikki kunnu ráða yvir veðrinum, so Jens Heri ikki í iva um, at strandaflogbóltur skal vera við í 2019. – Hendan ítróttargreinin er áhuga­ verd, stuttlig og áskoðaravinaralig. Tað er ongin ivi um, at hetta er nakað sum vit skulu hava við í Føroyum í 2019, sig­ur Jens Heri at enda. Av Gøtu­ sandi til Bermuda Føroysku strandaflogbóltsspælararnir sluppu av álvara at royna seg, tá teir á fyrsta sinni umboðaðu Føroyar í strandaflogbólti á Bermuda Mynd: eydbii myndir Lena Í Buð spælir til dagligt við Mjølnir